Mikudagin fekk ein næmingur á Billund Flyveskole prógv sum flogskipari.
Hesin næmingur var Hansa Poulina Adriansdóttir, sum er úr Klaksvík, men býr í Danmark.
- Eg haldi, eg var bara fýra ára gomul, tá eg fór at hyggja, hvørja ferð eg sá eitt flogfar. Og eg havi altíð ætlað mær at farið henda vegin, sigur Hansa Poulina.
Tað dragandi við starvinum er at vera høgt uppi í luftini, síggja niður yvir landslagið og stýra flogfarinum sjálv.
Útbúgvingin tekur tvey ár, men Hansa Poulina byrjaði á einum øðrum flúgviskúla, sm fór av knóranum. Tá hon so valdi at halda fram á skúlanum í Billund, noyddist hon at taka ein part umaftur, og tí hevur hon brúkt stívliga trý ár til útbúgvingina.
Kostar nógv
- Tað er ein ógvuliga dýr útbúgving, men hon er pengarnar verd fyri meg, sigur Hansa Poulina.
600.000 krónur hevur útbúgvingin kostað henni. Næsta ár fer kostnaðurin upp á einum 700.000 krónur.
Næmingarnir fáa víðkaðan lestarstuðul, millum 5.000 og 6.000 krónur.
Fráfaringarroyndin er bæi teoretisk og praktisk.
Hans Poulina sigur, at tá ið hon var til teoretisku royndina, fekk hon spurningar frá einum instruktøri og eitt umboð fyri Statens Luftfartsvæsen var eisini við.
Praktiska royndin mikudagin var at flúgva eitt lítið flogfarð yvir Danmark, og á túrinum fekk hon ymsar uppgávur at loysa. Trupulleikar, sum flogskiparar kunnu koma út fyri.
Leitar eftir starvi
Hans Poulina Adriansdóttir veit enn ikki, hvussu framtíð hennara sum flogskipari sær út.
Fyrst fer hon at leita á netium og ringja til onkran, sum kennir onkran, sum kennir onkran fyri at leita eftir starvi.
- Í høvuðsheitum kann eg flúgva øll flogfør, men tá ið eg havi fingið eitt starv, skal eg hava meira venjing í eitt flúgva ávísa flogfarið, sigur Hansa Poulina.
Stóri dreymur hennara er at sleppa at flúgva ein airbus.