Dreymamál søkti Chelsea

Eitt fantastiskt mál eftir eitt fantastiskt upplegg gav Inter sigurin á Chelsea, sum sostatt er liðugt í Champions League á hesum sinni

Champions League:

Dysturin var 78 minuttir gamal, tá Samuel Eto’o brádliga stóð púra leysur aftan fyri Branislav Ivanovic, tamdi eina frálíka sending frá Wesley Sneijder og sveiggjaði síðani høgra bein, so bólturin streyk sum ein kanónkúla í málið, dygst fram við stongini, uttan at triði málverjin hjá Chelsea, Ross Turnbull, hevði nakran møguleika.

Einki mál hevði hann skotið fyri Inter, síðani hann kom aftur frá kappingini um afrikanska meistaraheitið, men tá mest var brúk fyri tí, var hann á blettinum og gjørdi tað, hann mest av øllum før løn fyri. Ikki sørt, at hetta var eitt gott dømi um, at stórir spælarar skjóta mál í stórum dystum.


Endiliga bragdaði

Við sigrinum slapp Inter langt um leingi víðari frá áttandapartsfinalunum, har ensk lið tvey ár á rað hava staðið fyri – fyrst Liverpool og síðani Manchester United. Men triðju ferð bragdaði altso hjá italska oddaliðnum, sum harvið endaði eina góða røð hjá London-liðnum, ið ikki hevði tapt ein Champions League-dyst á heimavølli í fýra ár.

Ikki minst mundi sigurin kennast søtur hjá Inter-venjaranum, José Mourinho, sum jú er serstakliga væl kendur á Stanford Bridge, har tey í gjárkvøldið eisini tóku sera væl ímóti honum, nú hann fyri fyrstu ferð vitjaði aftur, eftir at hann fekk sekkin har í 2007.

Ikki minst hevði »the special one« sín beinleiðis leiklut í sjálvum málinum, ið avgjørdi dystin, tí so hvørt sum Chelsea tveitti meira fólk fram á vøllin, valdi hann at umskipa lið sítt og millum annað flutti Eto’o úr høgru yvir í vinstru síðu.


Kendu seg snýttar

Hetta var ikki kvøldið hjá Chelsea, sum millum annað tvær ferðir vildi hava brotsspark, men týski dómarin, Wolfgang Stark, læt ikki við seg koma, hóast Inter í løtuni undan steðginum livdi á eggini og tók stórar kjansir í egnum brotsteigi.

Fyrru ferð var í 35. minutti, tá Branislav Ivanovic varð drigin niður av Thiago Motta, og síðani níggju minuttir seinni, tá Walter Samuel syfti Didier Drogba niður í besta rugby-stíli. Ímóti endanum á dystinum fór Drogba aftur um koll í nærdysti, men fekk hesa ferð reyða kortið, tá hann eftirfylgjandi traðkaði á mótstøðumannin.