Dreymaferð nr. 3, Helsinki

Í hesum døgum sigur Niels Uni Dam okkum 10 ferðamál, ið hann hevur hug at vitja. Hann sigur, at hetta verður eitt gott bland av støðum, ið hann hevur vitjað og vil vitjað aftur, støðum, ið hann ongantíð hevur vitjað, men kundi hugsa sær at vitja. Í dag frætta vit um ferðamál nr. 5 og 4.

Finski høvuðsstaðurin stendur høgt á mínum lista fyrst og fremst tí, at eg havi hoyrt so øgiliga nógv gott um býin. Kona mín hevur vitjað hann, og henni dámdi øgiliga væl, men eisini fleiri vinfólk hava sagt mær frá nógvum góðum um býin. Finnland liggur sum buffarin millum Eysturevropa og Vesturevropa og hevur eina serliga støðu í øllum eystur/vestur prátinum. Støðan ger, at eysturevropeiski maturin er væl umboðaður á matstovum í Helsinki, hetta havi eg hug at uppliva, fáa smakkin av býnum, ið fólk eisini lata væl at.

Arkitektoniskt havi eg skilt at býurin er ótrúligur. Har flestu norðurlendsku høvuðsstaðir eru komnir til rættiliga tilvildarliga, er Helsinki í nógv størri mun arkitekt teknaður, tí sigst Helsinki at vera millum heimsins vakrastu býir. Eg haldi eisini finska fólki vera sera áhugavert. Klókasta kvinna eg havi hitt professarin í sosiolingvistikki Tove Skuttnabb-Kangas er finni, og hetta ger sjálvandi eisini, at Finnland gerst enn áhugaverdari at vitja.