Tá ið fólk frá donsku Ríkisgannskoðanin mánamorgunin 27. september 2004 komu á vitjan á Nordisk Journalistcenter (NJC) í Århus, mundi neyvan nakar hava illgruna um, at vitjanin hjá teimum grópandi fólkunum skuldu enda við tí, sum hon gjørdi.
Stjórin á NJC, Birgir Kruse, greiddi í drúgvari grein í Sosialinum tveir dagar frammanundan frá tí lutvíst nýggju uppgávuni hjá sær á norðurlendska miðdeplinum í Århus, men síðani hevur hann so at siga ikki vilja tosað við fjølmiðlarnar, eftir at hann gjørdist høvuðspersónurin í einum eymum og tyngjandi máli.
Vitjanin hjá Ríkisgrannskoðanin var partur av arbeiðnum at grannskoða roknskapin hjá NJC fyri 2004, og tá fólkini gjørdu stakroyndir av skjølum, komu tey fram á ymiskt, sum tey ikki hildu verða í lagi.
Tað gjørdist byrjanin til tað, sum øll nú vita um.
Stjórin Birgir Kruse varð lagdur undir óreglusemi, ovurnýtslu og vánaliga leiðslu, og nú er hann sagdur úr starvinum.
Fekk dreymastarvið
Ein lepi á einari uppslagstalvu í húsinum hjá føroyingafelagnum í Århus var ein tann fyrsta ábendingin um, at Birgir Kruse hevði eina spennandi avbjóðing fyri framman.
Birgir Kruse sóknaðist í novermber 2003 eftir einari íbúð í Århus, og orsøkin til tað var, at hann var stillaður inn til stjórastarvið á Nordisk Journalistcenter í jútska høvuðsstaðnum.
? Hetta er eitt dreymastarv, segði Birgir Kruse við Sosialin, og bæði hann og aðrir føroyingar vóru ernir av, at hann hevði fingið eitt so týðandi norðurlendskt leiðarastarv.
Men dreymurin gjørdist til ein marru fyri mannin, sum í sínum yrki sum útvarpsmaður
var kendur sum bæði nærlagdur og nýskapandi. Í Norðurlandahúsinum hevði hann ein sentralan leiklut í Listastevnuni, sum var eitt nýbrot í føroyskum mentanarlívi. Og nú skuldi hann sleppa at royna flogi á einum norðurlendskum stovni í Danmark.
1. februar 2004 byrjaði Birgir Kruse í starvinum á NJC, men longu átta mánaðir seinni róku myrk skýggj inn yvir Vennelystparken í Århus. Ríkisgrannskoðanin kom á eina vanliga vitjan í sambandi við ársroknskapin fyri 2004, men vitjanin gjørdist í grundini alt annað enn vanlig, tí hon hevði seinni við sær, at stjórin misti starvið á stovninum.
Tyngjandi kanning
Tann 7. oktober kom Ríkisgrannskoðanin við einari frágreiðing um viðurskiftini á Nordisk Journalistcenter, og hon var tyngjandi fyri stjóran.
Ríkisgrannskoðanin vildi millum annað verða við, at stjórin hevði brúkt pengar uttan neyðuga heimild, hevði ábyrgdina av einari generellari ovurnýtslu á stovninum og hevði gjørt seg sekan í vánaligari projektleiðslu. Harafturat vóru eisini atfinningar av meira persónligum slagi ímóti stjóranum.
Hetta fekk stýrið fyri NJC úr stólinum alt fyri eitt. Longu dagin eftir heitti stýrið fyri NJC á Norðurlendska Ráðharraráðið um at siga stjóranum úr starvi, tí stýrið hevði mist alt álit á honum og vildi ikki halda fram at samstarva við hann.
Hóast Birgir Kruse varð biðin um at fara úr starvinum sjálvur, valdi hann at stríðast fyri seg, og tað hevði við sær eina drúgva hoyringsrundu, sum endaði fyrst í farna mánaði.
Tann 14. februar sendi Norðurlendska Ráðharraráðið eitt ætlanarskriv til Birgir Kruse, har tað var gjørt føroyska stjóran greitt, at Ráðharraráðið fór at siga honum úr starvinum á NJC. Orsøkin var, at Ráðharraráðið hevði mist álitið á honum sum stjóra, og at hetta misálit kundi ikki fáast av vegnum aftur.
Harðar atfinningar
Í ætlanarskrivinum frá Norðurlendska Ráðharraráðnum verður grundgivið neyvt fyri, hví Birgir Kruse skal sigast úr starvi, og tað eru fleiri ymisk viðurskifti, sum liggja til grund fyri uppsøgnini.
Nøkur av ítøkiligu viðurskiftunum vóru, at stjórin á NJC av órøttum hevði fingið endurgjald frá NJC fyri eina ferð í Føroyum, sum av fyrstan tíð skuldi verða ein feria. Stjórin hevði brúkt ov nógvar pengar til ein sonevndan »Rektors aften« heima hjá sær sjálvum í Århus. Hann hevði eisini latið skeivar upplýsingar um matstovuvitjanir í sambandi við eina ferð í Skt. Pætursborg í Russlandi, og harafturat vóru eisini atfinningar av meira persónligu slagi ímóti stjóranum ? millum annað rúsdrekkanýtslu í sambandi við skeið hjá NJC.
Samanumtikið kom Norðurlendska Ráðharraráðið til ta niðurstøðu, at Birgir Kruse var óegnaður sum stjóri fyri NJC, og Ráðharraráðið gjørdi greitt, at tað fór at fylgja tilmælinum frá stýrinum fyri NJC um at siga honum úr starvi.