Dreymarnir hjá Hans Asbjørn er gulir

- Tað einasta, eg hugsi um, tá ið eg sikti, er at raka gult, sigur Hans Asbjørn Eysturdal, sum sjey mánaðir eftir, at hann fyrstu ferð skeyt við boga og pílum, hevur skotið seg til Oyggjaleikirnar

22 ára gamli Hans Asbjørn Eysturdal hevur megnað nakað, sum fá ítróttarfólk kunnu reypa sær av.

Fyri sjey mánaðum síðani royndi hann fyrstu ferð bogaskjóting, og nú er hann við á landsliðnum í bogaskjóting, sum skal við til Oyggjaleikirnar á Álandi.

Millum bogaskjúttarnar var ikki roknað við, at tann framfýsni ungi maðurin á Skála skuldu fara at bjóða seg fram á Oyggjaleikaliðnum, men í seinastu úttøkukappingini skeyt hann seg inn í hitan – og tað var í grundini eitt bragd av teimum stóru.

Men hvussu í allari víðu verð kann ein maður eftir sjey mánaðum skjóta seg inn á eitt landslið?

- Eg rokni við, at tað er tí, at eg havi vant nógv og havi viljað tað nóg nógv. Eg trúgvi ikki, at tað er nakað við át hava talent. Tú skalt bara vilja tað nóg nógv og arbeiða hart fyri tí, so ber tað til, sigur Hans Asbjørn Eysturdal.


Vinmaður lokkaði hann at skjóta

Hvussu byrjaði tað við bogaskjótingini?

- Ein vinmaður hjá mær spurdi meg, um eg ikki hevði hug at koma at royna bogaskjóting, og tað gjørdi eg so. Og eg bleiv púra bitin av tí beinanvegin.

- Fyrstu tíðina sigldi eg eisini, so eg fekk ikki gjørt so nógv við skjótingina, men tá eg so fór á skúla, so kundi eg rættiliga fara í holt við at venja, og tað hevur gingið hampuliga væl síðani.

Hvat var tað, sum fangaði teg við bogaskjótingini?

- Tað er kanska tað, at tú skalt arbeiða við tær sjálvum, konsentrera teg um títt egna og royna at betra teg. Sjálvandi samanber tú teg við teir, sum eru betri enn nú, men fyrst og fremst ræður tað seg um at menna seg sjálvan.

Hevur tú annars gjørt nakran annan ítrótt?

- Eg havi verið við í fótbólti og hondbólti, og eg havi eisini róð kapp. Og nú er bogaskjótingin so blivin tann ítróttagreinin, sum eg brenni fyri.

Hevur tú vant nógv síðani november?

- Ja, eg havi sera nógv. Serliga eftir at eg gavst at sigla. Tá keypti eg mær nýggjan boga, og kappingar vóru fram móti oyggjaleikunum. Tá vandi eg so at siga hvønn dag, og ofta leingi hvønn dag. Summar dagar vandi eg einar 4-5 tímar. Tá eg hevði tíð, so vandi eg.

Ein fyrimunur við at íðka slíka ítróttargrein er, at tú kanst venja sjálvur, tá tú hevur hug, men krevur tað ikki eisini sjálvdisiplin at fara avstað at venja?

- Jú, tað ger tað. Men tá tú veruliga vilt nakað, so verður tað lættari. Eg segði við meg sjálvan, at eg skuldi klára við til Oyggjaleikirnar, og tí vildi eg eisini gera nakað fyri at blíva betur.


Náddi um gáttina

Hesar sjey mánaðirnar, síðani Hans Asbjørn Eysturdal byrjað at skjóta við boga og pílum, hevur hann tikið lut í fleiri kappingum herheima.

- Um veturin eru innandurakappingar, men míni úrslit í teimum kappingunum vóru ikki so góð. Eg var sjálvandi so nýggjur í ítróttinum, at eg kundi ikki rokna við tí stóra. Men tá vit fóru út at skjóta, og vit høvdu tríggjar úttøkukappingar til Oyggjaleikirnar, tá gekk betur hjá mær. Tað var eisini hesar kappingar, sum eg serliga hevði vant fram ímóti, sigur Hans Asbjørn.

Tú segði, at tú samanbert teg tið teir góðu skjúttarnar. Hevur tú framvegis nógv at taka inn á teir?

- Ja, eg havi nógv eftir enn. Eg samanberi meg framvegis við teir, og eg royni at pressa meg, men tað er nógv eftir enn.

Hvat roknar tú við á Oyggjaleikunum?

- Eg kenni ikki mótstøðumenninar, so tað er ringt at siga, men eg vóni at kunna fáa eitt hampuligt úrslit – helst millum 10 teir bestu. Eg kann bara samanbera meg við hinar skjúttarnar herheima, og har liggi eg hampuliga væl fyri, men eg veit faktiskt ikki, hvat eg skal vænta.

Nú hevur tú tikið lut í nøkrum kappingum í Føroyum. Væntar tú, at tað verður størri trýst á tær á Oyggjaleikunum, og at tú fert at fáa nervar?

- Tað verður sjálvandi øðrvísi, men eg má bara royna at vera kaldur.


Gott samanhald hóast kapping

Hvussu er tað at vera einstaklingur og kappingarneyti, men samstundis liðfelagi við hinar skjúttarnar?

- Vit eru saman sum eitt lið, og vit hava gott samanhald, men tá tú skjýtur, so hugsar tú fyrst og fremst um títt egna. Tú roynir at klára nakað sjálvur, tí eingin kann skjóta fyri teg. Vit venja nógv hvør sær, men vit hava eisini felagsvenjingar, og vit hava tað gott saman.

Hvat hugsar tú um, tá ið tú siktar?

- Gult. Tað er so sera einfalt. Eg hugsi ikki um nakað, uttan at raka pílin í gula sirkulin.

So tínir dreymar teir eru gulir?

- Ja, tað kann mann siga.



Myndatekstur:

Hans Asbjørn Eysturdal hevur eftir einum góðum hálvum ári skoti seg frá ongum til Oyggjaleikirnar

Mynd: Jens Kr. Vang





BOGASKJÓTING

Føroysku bogaskjúttarnir hava verið óførir á Oyggjaleikum. Heiðursmerkini hava verið nógv í tali, og á seinastu leikunum fingu skjúttarnir heili 13 heiðursmerki við sær heimaftur.

Aftur hesaferð er vónir um fleiri føroysk heiðursmerki, tá ið bogaskjúttarnir fara at kappast í teimum ymsu kappingunum. Føroysku skjúttarnir eru væl fyri, og onkrir teirra hava ligið omanfyri oyggjaleikametini í kappingum her heima í ár.

Óvissan er altíð, hvussu mótstøðumenninir hava ment seg, og tað veit eingin rættiliga at siga, fyrr enn kappingarnar byrja á Álandi. Og so snýr tað seg sjálvsagt eisini um at raka – ikki bara gula blettin á skjótiskivuni – men eisini dagin





FAKTA


Hesi umboða Føroyar í bogaskjóting á Oyggjaleikum


Compound

Albert Dam

Jógvan Niclasen

Magnus Andreassen

Hans Asbjørn Eysturdal

Sigrid Vang

Rakul Dam



Recurve

Absalon Hansen

Eirikur í Jákupsstovu

Hans Petur Højgaard

Eggaba Andreasen

Annika Vang

Jastrid M. Jensen