yvirskriftini kom Høgni Hoydal inn á nú- og framtíðina. Hann segði m.a.: Tað eru ikki longur kritdust og peikipinnar, sum umgyrða læraran, men forrit og telduskíggjar. Og autoritetur lærarans verður fyri uppaftur [...] farnar? Merkir hetta, at lærarin skal verða tekniskur snillingur, til tess at varðveita sín autoritet og tosa sama mál sum næmingurin? Nei, tað haldi eg er ein skeiv hugsan. Tær sonevndu »gomlu lærugreinarnar« [...] lýstu nøkur persónlig minni, nakrar fordómar og nakrar einfaldar útsagnir um leiklutin hjá læraranum í samfelagnum seinasti 100 árini. Og tað sýntist júst at vera leiklut lærarans, ið Høgni Hoydal hevði
niður í 20,75% komandi ár. Tað er alneyðugt at lækka skattin fyri at fáa fólk at støðast og fyri at skapa framburð, heldur býráðið. Verður skattaprosentið 20,75%, fer tað at geva kommununi einar 2,7 milliónir [...] tríggjar álíkningar. Tvs, at kommunan roknar við, at næsta ár skal hon skylda 100 milliónir, og tað er er ?bara³ hendan upphæddin, sum hon fer at betala rentur og avdráttir av næsta ár - og í framtíðini. Sum er [...] viðlíkahald og til at betala eyka avdráttir við. Av hesum er ætlanin at brúka umleið eina millión íløgur, umleið eina millión til viðlíkahald og 700.000 til eyka avdráttir. Men møguliga verða tað ikki meiri
einum positivum anda og at tær verða skjótt avgreiddar. Tað verður m.a. gjørt fyri at styrkja verkstaðið, har okkurt svíkur, tí tað kostar munandi meiri at viðgera eina klagu og at gera sama arbeiði tvær [...] ætla at fáa sær ein Toyota? Tað merkir, at viðskiftafólk hava eina eyka trygd fyri, at tey fáa tað, tey hava biðið um og betala fyri. Fyri at tríva niður í rúgvuna av krøvum, kunnu vit nevna, at viðskiftafólk [...] bilaseljaran, at hann lýkur heilt ávís, etisk krøv, tvs, at reglur eru settar upp fyri, hvat hann kann loyva sær- og ikki. Hann leggur afturat, at DAF fylgir nágeiniliga við, at hesi krøvini verða hildin. Ma
Býráð einmælt at fara undir at kanna møguleikarnar fyri at gera flogvøll á Tvøroyri. Býráðið samtykti at finna eitt felag, sum kennir til flogferðslu og at biðja tað kanna, um tað ber til at gera flogvøll [...] ætlanini, var tað tí, at landsmyndugleikarnir høvdu víst, at teir vóru ikki sinnaðir at taka stig til nakað sum at bøta um samferðsluviðurskiftini ímillum Suðuroynna og Havnina. Tí er tað neyðugt, at kommunan [...] býráðslimurin, Heri Mortensen, helt, at tað var ikki ein kommunal uppgáva at kanna flogvallarviðurskiftini, og at tað var ein spurningur, hvussu nógvar pengar, kommunan átti at brúka til slík endamál. Men tá
Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Løgtingið um at skipa so fyri, at Smyril fer at sigla tveir túrar hvønn veg ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin - hvønn dag í vikuni, frá 1. januar 1999 at rokna. Samstundis [...] býráðið at heita á løgtingið um at seta pengar av á komandi fíggjarlóg at kanna spurniningin um innanoyggjaflúgving við flúgvara. Tað var eitt einmælt Býráð, sum á býráðsfundi týskvøldið samtykti at at senda [...] segði, at hann metti tað vánaliga ferðasambandi sum størstu hóttanina ímóti tilverugrundarlagnum hjá Suðuroyingum. Og hann vísti eisini á, at ongi útlit vóru til, at orðini í samgonguskjalinum um at dagføra
oktober. Umframt at útbyggingarætlanir verða fylgdar sum áður lýst, og møguliga framskundaðar, eru ætlaninar víðkaðar til at umfata fleiri øki enn áður kunngjørt. Sostatt er ætlanin at GSM skipanin seint [...] fyri at roama, t.v.s. at ferðast uttanlands við føroyskum haldi, verður sera skerdur frá byrjan. Fyrstu tíðina verður ikki gjørligt at ferðast uttanlands við føroyskum haldi, og ikki ber til at ferðast [...] eini loysn, har tað stutt eftir byrjan ber til at nýta eina føroyska GSM fartelefon á netinum hjá Tele Danmark í Danmark. Meira verður at frætta um hetta seinni. Frá 14. oktober verða oyðibløð til taks
vísti á, at tað als ikki ber til at sleppa blokkinum, tí tað kostar alt ov nógv at umsita hetta samfelagið. Hetta sigur hann tvey ár eftir at júst hansara flokkur hevur gjørt stórt arbeiði fyri at fáa umsitingina [...] umsitingina óskynsama og kostnaðarmikla! Vit kunnu venda tí við og siga, at bæði danski staturin (um hann hevur sambandshug?) og sambandsflokkarnir kunnu hava ein politiskan áhuga í at økja um umsitingar [...] nú? Tað er trupult hjá summum at skilja, hví rakstrarútreiðslurnar skulu økjast, umsitingin bólgnar og inntøkurnar enn skulu flákra í altjóða búskaparliga veðurlagnum, tá tað tekniskt er óneyðugt og politiskt
hongt í hjallin sum skjótast, so tað kølnar, og luft sleppur at tí. 4.Kjøt eigur ikki at verða hongt upp at turka, um tað er heitt, vátt og stilt í veðrinum. 5.Turt kjøt skal goymast kalt. Til pkt. 1: Hervið [...] kjøtinum, tá tað verður hongt upp. Tó er tað ógjørligt at vera 100% vísur í at bakterian ikki er til staðar í kjøtinum. Tí er umráðandi at forða fyri at hon fær umstøður til at nørast og framleiða eitur [...] terrin er skiftandi frá ári til ár og frá hjalli til hjall, er tað best at binda um heilan fingur og eisini goyma kjøtið kalt eftir at tað er turt ? í hvussu er um tað skal goymast yvir eitt longri tíðarskeið
fundi í mai í ár. Stovnurin er mettur at vera umleið 10 mió. tons, sum er væl oman fyri tað lívfrøðiliga lágmarkið. Stovnsmetingin er ikki neyv, og kann verða brúkt til at grunda »trendir« í stovninum. Samstundis [...] til, at veiðan fyri 1999 ikki fer upp um 1.263.000 tons, og sambært útrokningum við varsemi (Precautionary Approach) eigur gýtingarstovnurin ikki at fara niður um 5,0 mió. tons. Tí verður mett, at veiðan [...] sjógvi og Ísland og Føroyar kunnu veiða alla kvotuna hjá hvørjum øðrum við avmarkaðum skipatali. Sæð í mun til heildarveiðuna ásett fyri 1999 eru londini samd um at taka hóskandi stig til tess at tryggja
skili í, og tað er, at sambandi átti at stríðst fyri aftur at blivið eitt danskt amt, ja, tað er tað vit øll áttu at stríðst fyri og kent sum okkara skyldu: aftur at blivið eitt danskt amt, tað hevði verið [...] provinsiel, tað skal so lítið til at imponera okkum, so tað skal als ikki undra, um tað eydnaðist hesum manni at røra mangan hjartastreingin ? uttan at tað samstundis eydnaðist okkum at uppdaga kuldan [...] skrift, vísa seg at vera meira sambandsk enn sambandsfólk, tí er at frykta fyri, at javnaðarflokkurin fer at vera svíkurin, tá ið tað snýr seg um sjálvstýri ella fullveldi. Tað líkasum liggur í luftini. Kanska