Millum fantasi og veruleika

Spurningurin um fullveldi er á dagsskránni. Tann brennandi spurningurin er Blokkurin: ríkisstuðulin frá danska skattaborgaranum til tann føroyska.

Løgtingið hevur flokkað seg í tveir partar: Annar parturin sigur, at Føroyar megna ikki at røkja eitt vælferðar samfelag uttan danska ískoytið. Hin parturin sigur, at blokkurin er ein forðing fyri búskaparliga menning ? tá hendan forðingin er av, so mennist búskapurin.

Vit kunnu spyrja, hvør teknikkurin er aftan fyri hendan spurningin og hvørjir politiskir møguleikar finnast.

Í bók síni, Dansk Udviklingshjælp, 1997, hevur Martin Paldam greitt frá fylgjum í sambandi við arbeiðsfríar innspræningar til ein búskap. Royndir tykjast vísa eina øvugta gongd við búskapinum: Jú størri arbeiðsfríar innspræningar, tess minni vøkstur í búskapinum ? hóast búskapurin sjálvur sjálvsagt kann vera stórur!

M.a. verður fylgjan fyri tann førda politikkin í móttøkulandinum nevnd. Tað verður ikki neyðugt at føra ein gagnligan og ikki altíð so »populeran« politikk tá inntøkurnar koma, um einførir skilagóðan politikk ella ikki.

Fyri okkum er hetta sjón fyri søgn í so mongum lutum, men ein tann greiðasta ábendingin um hesa mekanismu fingu vit nú um dagarnar, tá umboð fyri sambandsflokkin vísti á, at tað als ikki ber til at sleppa blokkinum, tí tað kostar alt ov nógv at umsita hetta samfelagið. Hetta sigur hann tvey ár eftir at júst hansara flokkur hevur gjørt stórt arbeiði fyri at fáa umsitingina óskynsama og kostnaðarmikla!

Vit kunnu venda tí við og siga, at bæði danski staturin (um hann hevur sambandshug?) og sambandsflokkarnir kunnu hava ein politiskan áhuga í at økja um umsitingarútreiðslurnar í landinum til tess at náa síni politisku mál: samband!

Hinvegin kann sjálvstýrisvongurin vísa í verki, at hann vil føra skilagóðan politikk til tess at minka um útreiðslurnar og vaksa um inntøkumøguleikarnar fyri soleiðis at røkja síni politisku mál: fullveldi!

Sjálvstýrisvongurin hevur ein álvarsligan forkláringstrupulleika í løtuni júst í spurninginum um hvat búskaparliga hendir, tá blokkurin ikki rennur inn í tann føroyska búskapin longur, tí hann hevur lova fólkinum nakað ítøkiligt at taka støðu til.

Onkur hevur roynt at skáka sær undan við tilvísing til eina øðrvísi háttaða fíggjarlóg, men hvør tímir at brúka tíð uppá slíkt? Skulu vit venda aftur til gamlar tíðir, so er neyvan neyðugt við statsmonnum á politiska leikpallinum!

Onkur hevur roynt at skáka sær undan við tilvísing til øðrvísi samstarvshættir við Danmark, men hvør tímir lurta eftir slíkum ómansligum uttanumtosi? Antin ynskja vit størri sjálvræði og harvið størri búskaparliga ábyrgd ? ella ynskja vit tað ikki.

Onkur hevur roynt at skáka sær undan við tilvísing til teknikkin: tá blokkurin verður skerdur økjast inntøkurnar! Keine hekserei, nur behendichkeit!

Ein variantur av omanfyrinevnda argumenti er søgan um ta stigvísu minkingina av blokkinum uttan nakra frágreiðing um, hví vit ikki seta skjøtil á hesa menningina longu nú?

Tað er trupult hjá summum at skilja, hví rakstrarútreiðslurnar skulu økjast, umsitingin bólgnar og inntøkurnar enn skulu flákra í altjóða búskaparliga veðurlagnum, tá tað tekniskt er óneyðugt og politiskt átti at verið lítið ynskiligt?

Hyggja vit t.d. eftir umsitingarkostnaðinum (miðfyrisitingin) hjá landsstýrinum, so var hon í 1994 íroknað tað, sum í dag liggur í Fíggjarmálastýrinum, umleið 100 mió. kr. Í 1999 verður kostnaðurin fyri umleið somu fyrisiting umleið 200 mió. kr. árliga!

Fólkið gav sjálvstýrisvonginum í føroyskum politikki ein møguleika í hesum valskeiðinum. Eitt valskeið er nóg mikið til at vísa í verki, at tað ber til at koma væl áleiðis at reka eitt moderna samfelag uttan danskan ríkisstuðul. Fólkið hevur givið sjálvstýrisvonginum hetta mandatið ? maktina. Eingin umbering er fyri ikki at nýta hana!

Blokkurin er ein freisting fyri veikar politikarar, men er í sjálvur sær eingin forðing fyri politiskum skili og skuldi als ikki verið ein forðing fyri sjálvstýrisvongin.

Møguleikarnir at økja inntøkurnar eru rættiliga víðir. T.d. kunnu vit taka til eftirtektar, at umleið 44.000 danskarar høvdu í 1996 eina framleiðslu (BTÚ), sum var 8.4 mia. kr. 2.7 mia. kr. hægri enn tann føroyska uppá 5.7 mia. kr.!

Tekniskt ber til at vísa á at báðir partar, bæði sambandsvongurin og fullveldisvongurin, hava ítøkiligar møguleikar innan fyri hetta valskeiðið at ávirka veruleikan, sum dømast skal um!

Men sjálvandi er tað longu nú vorðið tyngri enn fyri 4 mánaðum síðani, eftirsum hendan fíggjarlógin ikki ber boð um ein skynsaman politikk, sum kann skapa karmar um modernaða vinnu.

Veruleikin vil døma hesa samgonguna um gott trý ár. Er úrslitið tá bert fantasifullar frágreiðingar uttan ítøkiliga menning, so verður lítið annað hjá fólkinum at gera, enn at taka tann veruleikan til eftirtektar.

Vísir samgongan hinvegin í verki, at tann føroyski búskapurin er burðardyggur uttan blokk ? so verður tað tann veruleikan fólkið kann taka til eftirtektar!

Kjarnan í hesum dóminum verður, hvussu fólkið fatar úrslitini frá hesum valskeiðinum:

Um gott trý ár skal dømast millum fantasi og veruleika!


Signar P. Heinesen