GSM skipanin

Upprunaliga ætlaði Føroya Tele at bjóða út GSM skipanina í juni 1998. Hesar ætlanir vórðu tíverri seinkaðar vegna edv-trupulleikar. Gjøgnum summarið og út á heystið hevur Føroya Tele arbeitt við eini loysn, so at GSM skipanin fæst at virka skjótast gjørligt.

Nú er lutvíst komið undir land, og 15. okt. bjóðar Føroya Tele fram GSM-tænastuna til viðskiftafólkini. Havnin er longu umfatað av útbreiðsluni, útbreiðslan vestur á Flogvøllin er í gerð, og verður liðug uml. 15. oktober. Umframt at útbyggingarætlanir verða fylgdar sum áður lýst, og møguliga framskundaðar, eru ætlaninar víðkaðar til at umfata fleiri øki enn áður kunngjørt. Sostatt er ætlanin at GSM skipanin seint í 1999 eisini skal umfata Hvalba, Eiði, Sand og Skopun. Í Sundalagnum hava onkur glopp verið í útbreiðsluni, tí er eisini ætlanin at betra um útbreiðsluna í hesum økinum. Tá 1999 er farið afturum, bjóðar Føroya Tele sostatt eina GSM telefonskipan, ið røkkur meira enn verandi NMT 900 skipan. Sí annars s. 11 í Telefonbókini.

Møguleikin fyri at roama, t.v.s. at ferðast uttanlands við føroyskum haldi, verður sera skerdur frá byrjan. Fyrstu tíðina verður ikki gjørligt at ferðast uttanlands við føroyskum haldi, og ikki ber til at ferðast í Føroyum við útlendskum haldi. Arbeitt verður tó við eini loysn, har tað stutt eftir byrjan ber til at nýta eina føroyska GSM fartelefon á netinum hjá Tele Danmark í Danmark. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Frá 14. oktober verða oyðibløð til taks í handlum, ið selja fartelefonir, í Telebúðunum kring landið og í avgreiðslunum hjá Føroya Tele.