Samráðingar um fiskiskapin eftir norðurhavssild í 1999

Samráðingar um fiskiskapin eftir norðurhavssild í 199 vóru í Reykjavík 6.-7. okt. 1998. Samráðingarnar vóru millum strandalondini Føroyar, Noreg, Ísland, Russland og ES.

Fundurin viðgjørdi veiðitølini hjá strandalondunum fyri 1997 og higartil í 1998. Í 1997 var heildarveiðan 1.442.251 tons av eini heildarkvotu uppá 1,5 mió. tons. Veiðan í 1998 er higartil gjørd upp til 876.245 tons av eini heildarveiðu uppá 1,3 mió. tons. Semja var um at samskipa veiðifráboðanina sínámillum við veiðifráboðanina til NEAFC. Føroyska veiðan í 1998 er higartil tilsamans 68.649 tons.

Til fundin vóru 3 frágreiðingar um sildastovnin, sum fundurin viðgjørdi í hesi raðfylgju: Úrslitið av kanningunum hjá fiskirannsóknarskipunum í ár varð viðgjørd, har ferðingarmynstrið og metingar av stovninum undirbyggja ráðgevingina hjá ICES. Í 1998 kom norðhavssildin eisini í íslendskan sjógv.

Strandalondini samtyktu í fjør at seta ein arbeiðsbólk at viðgera eina langtíðarætlan út frá einum lívfrøðiligum og búskaparligum sjónarmiði, hvussu nógv kann veiðast úr stovninum framyvir. Hesin bólkurin legði fram fyribils frágreiðing, sum vísir á tilráðingina frá ICES um varsemi. Tá kunnu umleið 1.0 mió. tons verða veitt um árið tey komandi 10 árini.

Á fundinum varð samtykt at halda fram við arbeiðinum at finna eina umsitingarætlan fyri sildina yvir eitt longri ella miðal tíðarskeið við búskaparligum og øðrum avleiðingum í mun til tilráðingarnar hjá ICES. Frágreiðing skal fyriliggja innan 15. september 1999.

Ráðgevandi nevndin hjá ICES viðvíkjandi fiskiskapi í norðuratlantshavi, ACFM, viðgjørdi norðurhavssildina á fundi í mai í ár. Stovnurin er mettur at vera umleið 10 mió. tons, sum er væl oman fyri tað lívfrøðiliga lágmarkið. Stovnsmetingin er ikki neyv, og kann verða brúkt til at grunda »trendir« í stovninum. Samstundis er veiðitrýstið á stovnin økt. Mælt verður til, at veiðan fyri 1999 ikki fer upp um 1.263.000 tons, og sambært útrokningum við varsemi (Precautionary Approach) eigur gýtingarstovnurin ikki at fara niður um 5,0 mió. tons. Tí verður mett, at veiðan skal liggja nær 1 mió. tons í miðal tey næstu 10 árini.

Á fundinum í Reykjavík var samtykt at biðja ICES um nágreiniligari útrokning við ymiskum veiðitrýsti og eini heildarveiðu frá 1,0 til 1,5 mió. tons sæð í mun til fleiri støði í gýtingarstovninum.

Fyri 1999 varð semja um somu heildarveiðu 1.302.000 tons sum fyri 1998 við somu sínámillum avtalum sum í 1998. Føroyska kvotan verður sostatt óbroytt 71.000 tons, harav 26.000 tons kunnu verða veidd í norskum sjógvi umframt 6.000 við Jan Mayen. føroyar og ES loyva hvørjum øðrum at veiða 11.000 í sínum øki við avmarkaðum skipatali. Russland kann veiða 6.500 tons í føroyskum sjógvi og Ísland og Føroyar kunnu veiða alla kvotuna hjá hvørjum øðrum við avmarkaðum skipatali.

Sæð í mun til heildarveiðuna ásett fyri 1999 eru londini samd um at taka hóskandi stig til tess at tryggja, at veiðustøðið tey komandi árini verður sett í mun til eina heildarætlan og um neyðugt verður minkað í mun til verandi heildarkvotu.

Næsti fundurin millum strandalondini í 1999 verður í Tórshavn.

Í føroysku sendinevndin vóru: Kaj P. Mortensen, fiskimálastjóri (samráðingarleiðari), Andras Kristiansen, deildarstjóri, Kate Sanderson, uttanlandsdeildin, Mogens Holm Petersen, uttanríkismálaráðið, Kristian Martin Rasmussen og Eiler Jacobsen umboðandi Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.


Reykjavík, 7. okt. 1998

Kaj P. Mortensen