øllum førum eru um hesa tíðina á árinum, serliga beint upp undir Ólavsøku. Í fjør vóru 147 kirkjuvígslur og 57 borgaraligar vígslur. Hjúnarskilnaðir hinvegin verða framdir alt árið og í fjør valdu 40 [...] ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðmanninum fyri 1997. Av teim 38 hjúnarskilnaðunum var í 25 førum talan um separasjón frammanundan, 10 hjún vórðu sundurlisin orsakað av ótrúskapi og 3 hjún fóru frá hvør øðrum [...] livað saman í trý ár. Hjúnarskilnaður fer fram antin í Føroya Rætti ella hjá Ríkisumboðsmanninum. Lógin um hjúnarlag og hjúnarskilnað er frá 1922, nakrar fáar broytingar eru framdar í lógini síðani.
vanligan mat, og øll tekin eru um, at kappingin verður enn harðari, eisini heima hjá okkum. Størsti matvøruhandilin í landinum, Miklagarður í SMS, hevur givið sær far um hesa broytingina í hugburðinum [...] er fongdur við vandamiklum bakterium og sjúkum. Tað og at fólk yvirhøvur eru vorðin meiri tilvitað um, hvat verður proppað í munnin hevur gjørt, at vistfrøðiligur ella økologiskur matur hevur fingið vind [...] fyri handlarnar hjá SMS. Økologiskur matur kostar væl meiri enn vanligur matur, prísmunurin liggur um 10-20 %. Hóast økologiskur matur gerst betri umtóktur, metir Niels Mortensen ikki, at grundarlag er
tí orðaskifti verið hevði um eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum um at taka uppskotið hjá Lykketoft í fíggjarnvendini aftur. Eisini var ein sera spentur eftir at hoyra, um øll tann vælvildin teir borgarligu [...] atfinningar hava verið av pørtum av avtaluni, so var breið semja millum allar flokkar á Løgtingi um, at her er talan um eina góða avalu. Javnaðarflokkurin hevur funnist at, at bankamálið ikki er sjónligt í sjálvari [...] restin verður afturgoldin yvir 20 ár við 5% í fastari rentu við eini upphædd upp á 323 mió. kr. um árið. Men harumframt er øll donsk uppílegging í føroysk viðurskiftu hildin uppat. Allar tær bindingar
yvirskot um tað tó ikki var so stórt, so var tó talan um at vit útfluttu fyri meir enn vit innflutt fyri. Síðan 1992 hevur tað sæð nógv betri út. Seinastu fýra árini hevu gjaldsjavna yvirskotið ligið um eina [...] kotið hevur verið, jú minni verður nettouttanlandsskuldin. 1996 var fyrstu árið síðan 1985, at uttanlandsskuldin fór niður um 4 mia. krónur og í 1997 minkaði hon enn meir og kom niður á góðar 2 mia. krónur [...] m. Og tað hendi í Føroyum. Undirskotið á føroyska gjaldsjavnanum var stórt í áttatiárunum. Í 1988, um tað mundi tá nýtslan óiva var upp á tað hægsta, var undirskotið á føroyska gjaldsjavnanum umleið 2
sambandi við fyrireikingarnar til fundin við danir gjørdu vit nakrar útrokningar um hvussu fíggjarlógin fór at síggja út um fortreytirnar broytast. Tað er m. a. tílíkum vit arbeiða við nú. Varnir við íløgum [...] Ikki tí, ein skattalætti nýtist ikki bara verða av tí ónda, men tað minkar um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, og kann, um ein niðurgongd kemur, enda við at skatturin má setast uppaftur. Hesum er Karsten [...] Tá Búskaparráðið legði fram frágreiðing sína um føroyska búskapin varð sagt, at hóast landskassin hevur yvirskot sum er, so er tað neyvan nóg stórt til tær íløgur, sum liggja fyri framman. Inntøkurnar
Í fjør vórðu 1036 revsilógarbrot skrásett í Føroyum og tað er ein minking uppá 10,8% í mun til árið fyri, tá revsilógarbrotini vórðu 1161 í tali. Talið í fjør er samstundis tað lægsta síðani 1982. Talið [...] fleiri brotsgerðir. Í mun til tey seinastu fimm árini er talið á meldaðum innbrotum framhaldandi lágt um enn eitt sindur vaksandi tey seinastu trý árini. Samstundis er talið á tjóvaríum annars minkað til [...] tey síðstu 5-6 árini. Tað er hugsunarvert, at talið á brúkstjóvaríum framhaldandi er minkandi 11. árið á rað - 57 brúkstjóvarí vórðu skrásett í 1997. Talið á meldaðum herverkum minkaði 15,6 % í mun til
nýggj játtanarlóg løgd fram. Tá hetta er mannagongdin, er lætt at fáa javnvág á fíggjarlógina um ársskiftið, um landsstýrið bara kann sleppa endanum seinri. Men tá landsstýrið heldur, at fíggjarliga støðan [...] heimildina at gera nakað sambært grein 19 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Og fiskur í tonsatali er farin av landinum í bingjum alt tað seinasta árið, hann hevur sitið í Nesinum OG hevur hann ikki eisini [...] atgerðarloysi, sum gjørdi seg galdandi í fimtiárunum og fyrst í áttatiárunum, aftur er um at koma okkum aftur um brekkur. Landsstýrið hevur fullkomiliga mist tamarhaldið!
menniskjansliga. HUGSAÐ við um fiskastovnarnar, um møguliga olju- og gassríkidømið og ikki minst um tær stóru menniskjansligu ressoursirnar, sum fólkini her eiga, so er talan um ein heimspart, sum uttan iva [...] eisini. Í røðu síni fegnaðist Marita Petersen um gongdina í Norðurladnaráðnum hetta seinasta árið. ?Vestnordens Parlamentariske Samarbejdsråd? gjørdist hetta árið til ?Vestnordisk Råd? - Útnorðurráðið - og [...] eitt sindur avskeplaða og reingjandi mynd av Norðurlondum í dag. Tosað verður sum um at Norðurlond bert er økið rundan um Eystursjógvin segði hon. Í HESUM sambandi vísti tingkvinnan á, at tað eisini er ein
slíkt ber til - um somu tíð, sum tað gongur niður á bakka í føroyskari fiskivinnuni á so nógvum økjum. Hvussu ber tað til, at eitt so dýrt fiskaslag er á okkara øki í fleiri mánaðir um árið, uttan at vit [...] sýnist fyri okkum sum um at tørvur er á betri samskipan og samstarvi millum ávísar almennar stovnar eitt nú Fiskirannsóknarstovuna og Vaktar- og Bjargingartænastuna. Vitanin hjá FRS. um útlendska fiskiskapin [...] útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum øki, uttan at hesi skipini hava fingið boð um at halda seg burtur ella at gjalda lisens fyri at fiska! Sambart úttalilsi hjá einum av eygleiðarunum
tú hevur áhuga í ella brúk fyri. Skal t.d. ein skúlaflokkur gera uppgávur um Framtaksgrunnin, um Føroyar sum komandi oljuland, um grindamálið osfr. so er bert at uppgeva leitiorðið og tú fær allar greinarar [...] kunnu vera fyriuttan. So smátt eru hesi amboð eisini við at finna sær leiðina inn um skúlagátt, og tað er at fegnast um. MEN eisini fjølmiðlarnir kunnu brúka internetið, og tað er hetta, sum Sosialurin [...] gjørligt hjá øllum, líka mikið hvar á knøttinum tey eru, at lesa alt tilfarið, sum stendur í Sosalinum dag um dag. Býr tú í Moskva, í Peking, í Singapore, Í Melbourne, í Lima ella hvar tað skal vera, so kanst