hava vant síðani eina ferð í vetur, og tí vóru teir sjálvandi vónbrotnir, tá ið upptøkurnar á málinum í Klaksvík vístu, at Blikur av Argjum var stavnin fyrri á mál enn hvíti og svarti báturin úr Vági. Hesa [...] tað betri hjá Royndini Fríðu, og tí sigur tað seg sjálvt, at fagnaðurin var óførur á vágbingunum, tá ið teir fingu boðini um, at teir høvdu vunnið. Møðin tóktist hvørva sum døgg fyri sól, meðan dreingirnir [...] verið við til at mynda tætta og fína kapping, hingu við høvdinum. Dreingjabátarnir bíðaðu leingi, men tá ið teir vórðu sendir avstað, var tað skjótt, at Vágs dreingir stungu seg fram um hinar. Royndir Fríða
skotinum er játtanin til fólkaskúlan hækkað átta milliónir krónur. - Hetta ljóðar av nógvum, men tá ið lønarhækkingin 1. oktober í ár, og øktu pensjónsútreiðslurnar, eru trektar frá, er ein góð millión [...] di toymi, stendur einsamallur við 50 næmingum, tí hinir lærararnir í toyminum eru burturstaddir. - Tá er ikki talan um undirvísing, men í besta føri ansing. Vanligt er, at tað eru teir yngstu flokkarnir [...] hann, at játtanin til næmingar við serligum tørvi, stendur at kalla í stað, men talið á næmingum, ið hava serligan tørv veksur støðugt. - Nógva staðni eru tímarnir til serligan tørv minkaðir so nógv,
okkum fastari. Helt fyrst, at Bárður Nielsen, løgmaður føroyinga, mundi hava skálkin aftanfyri oyra, tá hann í útvarpinum rósti hugskotinum. Men nei, tað var ramasti álvari. Álvaratos, harra løgmaður. S [...] Eisini av einum sambandsløgmanni, hvørs fremst áhugamál eigur at vera, at verja vunnin rættindi og tala sak føroyinga. Løgmaður heldur tað vera praktiskt at savna førleikarnar – ikki í Føroyum, men í Danmark [...] ráðharri verður settur at arbeiða við føroyskum og grønlendskum viðurskiftum burturav. Ein ráðharri, ið skal vera loyalur yvirfyri donsku – ikki føroysku – stjórnini. Vinna teir borgarligu valdið í Fólkatinginum
heldur tað verða ov tíðliga longu nú at oyramerkja hesar broytingar til fullveldið? -Ja, tað er sín sak. Tá kundi hann skotið upp, at meðan landsstýrið fer undir hetta málið, so verður heitt á tað um eisini [...] einum króki og rópa loysing frá einum trappusteini. Og tá aðrir flokkar flyta seg, so má eisini javnaðarflokkurin orientera seg av nýggjum, tí tá sær politiska myndin øðrvísi út. Politisku ýtini eru flutt [...] at leggja forðingar í vegin fyri tað, ið landsstýrið ger. Og tað er her, at vit appelera til eina ábyrgdarfulla andstøðu. Hon má so meta um, antin tað er sakligt bara at finnast at tí, sum landsstýrið
hendingina, hevur hann keypt øllum rakstrarmonnunum appilsinfarvaðar vestar, sum øll skulu vera í, tá ið rikið verður. Vestarnar hava teir roynt í fjøllunum og tað við rættiliga góðum úrsliti. - Vestarnir [...] - - Men tað er ómetaliga tórført at tryggja sambandið allastaðni. - Kristian Davidsen sigur, at tá ið telefonsambandið verður bygt út, verður tað gjørt eftir aðalregluni um, at fyrst verður sambandið [...] blaðungur og serstakliga raskur rakstrarmaður í góðari venjing, varð brádliga illa fyri og mestsum sakk saman aftanfyri ein stein. Hann var rættiliga einsamallur, so ongin sá hann. Tað eydnaðist honum at
Dúgvuna, er, tað nakrar ferðir hevur verið ætlanin at brúka Dúgvuna til avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann hevur verið á beding til eftirlit. Tað er hent nakrar ferðir og hendi aftur í mai í fjør og eisini [...] mótmæla avgerðini annars, sigur Býráðið. Klagaðu Men tað dróg út at taka tað endaligu avgerðina og tá ið seks mánaðir vóru farnir, uttan at ein endalig avgerð varð tikin, klagaði býráðið umsitingina fyri [...] byggir á saklig og lóglig atlit og tí verður avgerðin sett úr gildi. At landsstýrið ikki í nítiárunum mótmælti avgerðunum um at nokta Dúgvuni atløgupláss, ella setti tiltøk í verk ímóti kommununi tá, kann
Tað var ósakligt, tá ið Mentamálaráðið gav Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla, boð um ikki at siga nakað alment um skúlaviðurskiftini á skúlanum. Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í [...] hann “halda seg burtur frá fundum, har hann einki hevur at gera, og passa sín skúla“ er tí ikki sakligt og stendur ikki mát við ítøkiligu støðuna, sigur Løgtingsins Umboðsmaður. Men av tí at útsagnirnar
Uppsagnartíð Tá ið ein handverkari ikki virðir uppsagnartíðina, hevur meistarin rætt til at halda lønini aftur. Hetta hevur Føroya Rættur nú staðfest. Leggjast kann afturat, at dómurin er ikki skotin inn [...] øðrumegin, og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag hinumegin, stendur, at tá ið handverkari hevur verið í arbeiði styttri enn tvey ár hjá sama arbeiðsgevara, er uppsagnartíðin fimm [...] viðmerkingar til málið. Men hann sigur kortini heilt stutt, at sum gamal fótbóltsspælari veit hann, at tá ið farið verður eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum, endar oftani galið.
eg lova tær fyri. Tað kann eg siga tær. Um fáar minuttir, so kann eg lova tær fyri, at tú fært tína sak fyri!” Orðini eigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og tey fullu fríggjamorgunin [...] av byggimálsviðgerðini í Tórshavnar kommunu. Uppgávan hjá frælsu miðlunum er at lýsa og greina mál, ið hava almennan áhuga og týdning fyri borgarar í samfelagnum. Hetta er ikki bert rætturin hjá frælsu [...] vildi bert luttaka, um tað var í beinleiðis sending, kommunan vildi hava nøvnini á øllum keldunum, ið luttóku í sendingini, kommunan skuldi góðkenna allar spurningar og vildi bert svara generellum spurningum
eisini noyddist at dvína fyri Kolli, ið á sjálvum málinum fekk stavnin framum. Men kanska ber avrikið hjá vágagentum boð um, at á Tvøroyri og í Fuglafirði og ikki minst, tá vestanstevnan verður í Sandavági [...] Seytjan bátar er hægsta tal-ið, sum sambært ásetingarnar hjá Róðrarsambandinum kunnu taka lut í einum og sama róðri. Á norðoyastevnu var neyðugt við tveimum innleiðandi umførum í kappingini millum gen [...] Hósvík var luttakaratalið seytjan, og so bar til at kappast í einum róðri. At fáa alt at ganga upp, tá seytjan gentubátar kappast, er ikki sum at siga tað. Eitt er at fáa startin frá hondini, og eitt annað