Samferðsla
Tvøroyrar Kommuna hevur tvær ferðir fyrr noktað Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri. Og tær báðu ferðirnar góðtók landsstýrið eftir øllum at døma avgerðina.
Hettta framgongur av brævi, sum Løgmálaráðið nú um ársskiftið hevur sent Tvøroyrar Býráð og sum vit greiða frá í hinari greinini her á síðuni.
Orsøkin til tvídráttin ímillum Landsstýrið og Tvøroyrar Býráð um Dúgvuna, er, tað nakrar ferðir hevur verið ætlanin at brúka Dúgvuna til avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann hevur verið á beding til eftirlit.
Tað er hent nakrar ferðir og hendi aftur í mai í fjør og eisini ta ferðina var ætlanin at Dúgvan skuldi røkja siglingina.
Men vildi Tvøroyrar Býráð ikki góðtaka og fyri at noyða Styrandferðsluna at finna eina aðra loysn, samtykti Býráðið einmælt at nokta Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri.
Býráðið sigur m.a. at Strandferðslan hevur skyldu til at røkja sambandið á nøktandi hátt og tað heldur býráðið ikki, at kommunan ger við Dúgvuni.
Men hetta vildu Vinnumálastýrið ikki góðtaka og heitti á løgmansskrivstovuna um at seta avgerðina úr gildi og tað varð beinanvegin gjørt við eini fyribilsavgerð.
Tó skuldi ein endalig avgerð takast seinni
Hetta vildi kommunan ikki góðtaka og vísti á, at bæði í 1996 og í 1997 hendi tað sama, at býráðið noktaði Dúgvuni atløgupláss. Tær báðu ferðirnar góðtók landsstýrið avgerðina og bað býráðið um undantaksloyvi, uttan at mótmæla avgerðini annars, sigur Býráðið.
Klagaðu
Men tað dróg út at taka tað endaligu avgerðina og tá ið seks mánaðir vóru farnir, uttan at ein endalig avgerð varð tikin, klagaði býráðið umsitingina fyri Løgmanni.
Um tað var hetta, sum hjálpti, skal vera ósagt, men nú gekk heilt skjótt at taka tað endaligu avgerðina og hon er tann sama sum fyribilsavgerðin.
Løgmálaráðið sigur, at tað er álagt Strandferðsluni at flyta farm og ferðafólk.
?Skal kommuna nokta almennum myndugleika at røkja sínar lógarbundnu uppgávur, má hon hava lógligt og sakligt grundarlag at byggja slíka avgerð á, sigur løgmálaráðið.
Løgmálaráðið sigur, at tað er ikki uppgávan hjká Tvøroyrar Kommunu at meta um, antin Strandferðslan hevur røkt sínar lógarbundnu skyldur.
Og tí heldur ráðið heldur ikki, at avgerðin hjá kommuni byggir á saklig og lóglig atlit og tí verður avgerðin sett úr gildi.
At landsstýrið ikki í nítiárunum mótmælti avgerðunum um at nokta Dúgvuni atløgupláss, ella setti tiltøk í verk ímóti kommununi tá, kann ikki tulkast sum at Landsstýrið metti, at avgerðin løgfrøðiliga var í lagi, sigur løgmálaráðið.
Les eisini greinina " skúgva Tvøroyrar Býráð til viks"