Hetta er óvirðiligt og órógvandi

Tað hendir seg, at ein lærari stendur einsamallur við 50 næmingum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum

 

- Støðan er órógvandi og óvirðilig.

 

Tað staðfestir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum. Í Skúlablaðnum ávarar hann ímóti støðuni í fólkaskúlanum, sum hann heldur, er alt annað enn góð.

 

Í nýggja fíggjarlógaruppskotinum er játtanin til fólkaskúlan hækkað átta milliónir krónur.

 

- Hetta ljóðar av nógvum, men tá ið lønarhækkingin 1. oktober í ár, og øktu pensjónsútreiðslurnar, eru trektar frá, er ein góð millión eftir.

 

- Samstundis økist virksemið í skúlanum áhaldandi, so talan er ikki um, at skúlin hevur fingið víðari ræsur.

 

Hann sigur við Skúlablaðið, at skúlaleiðslur hava gingið kropp á kroppi til Lærarafelagið at kæra sína neyð.

 

- Eitt nú eru vikartímarnir skerdir nógv, eins og tímarnir til serligan tørv. Ein av stóru skúlunum í landinum fær í hesum skúlaárinum í miðal tríggjar vikartímar um dagin, og tað er bara ein lítil dropi í mun til tørvin.

 

- Lærararnir eru meiri enn 40 í tali, og hvønn einasta dag eru í øllum førum 2-3 lærarar burtur vegna skeið, sjúku ella annað.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at tað hendir seg, at lærari, sum er í einum sjálvstýrandi toymi, stendur einsamallur við 50 næmingum, tí hinir lærararnir í toyminum eru burturstaddir.

 

- Tá er ikki talan um undirvísing, men í besta føri ansing. Vanligt er, at tað eru teir yngstu flokkarnir, sum fáa vikarin, tí tað ber ikki til at senda smábørn einsamøll út í ferðsluna. Sostatt fáa teir eldru flokkarnir frí, leggur hann afturat.

 

Samstundis staðfestir hann, at játtanin til næmingar við serligum tørvi, stendur at kalla í stað, men talið á næmingum, ið hava serligan tørv veksur støðugt.

 

- Nógva staðni eru tímarnir til serligan tørv minkaðir so nógv, at støðan er hættislig, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

 

Eitt nú eru dømi um tveir stórar skúlar, har tímarnir eru lækkaðir við góðum 40 % hetta skúlaárið.

 

- Hetta er ein sera ógvuslig minking og eingin saklig grundgeving er fyri minkingini, sigur Herálvur Jacobsen.

 

- Støðan er órógvandi og óvirðilig, bæði fyri næmingin og læraran, heldur Herálvur Jacobsen.

 

- Tað er ein óvirðilig støða fyri næmingin og ein óvirðilig støða fyri læraran, at næmingurin sum hevur serligan tørv, situr í flokkinum og ikki fær ta hjálp, honum tørvar, tí ov fáir tímar eru til serligan tørv, sigur Herálvur Jacobsen.