Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, heldur ikki, at tað er undarligt, at tinglimir vilja hava ein kanningarstjóra at kanna um teir fýra løgmenninir, sum hava sitið síðani nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1995, hava misrøkt sína skyldu.
Sum vit greiða frá í hinari greinini, er orsøkin til, at kanningarstjóri skal setast, tann, at landsstýrið hvørt ár hevur brúkt meiri pening, enn tey hava havt játtan til og nú vil ein bólkur av løgtingsmonnum hava kanningarstjóra at kanna um løgmenninir hava misrøkt sína eftirlitskyldu.
Hann sigur, at fær hann eina áheitan frá 14 tinglimum, fer hann sjálvandi at seta ein kanningarstjóra.
- Fái eg 14 undirskriftir má tað sigast at vera ein nóg stórur partur av tinginum, sum vil hava eina kanning og so verður hon sett í verk.
Hann dugir ikki at siga upp á standandi fót um løgtingsformaðurin kann seta ein kanningarstjóra av sínum eintingum.
Men undir øllum umstøðum hevði hann sjálvur neyvan tikið stig til at seta ein kanningarstjóra.
- Tað er ikki nakað, sum liggur so frammaliga í mínum hugaheimi, sigur Hergeir Nielsen.
Undrar hann ikki
Men at tinglimir vilja hava ein kanningarstjóra, skilir hann væl.
- Politiskt er onki at undrast á, at tær afturvendandi atfinningarnar hjá grannskoðarunum um yvirnýtsla fáa tinglimir at ressast.
- Tá ið stýrisskipanin varð gjørd mitt í nítiárunum, varð rættiliga nógv tosað um, at nú mátti landsstýrið ansað sera væl eftir ikki at brúka meiri pening, enn játtað var á fíggjarlógini.
- Og varð nøkur óheimiðlað meirnýtsla staðfest, skuldi tað fáa hóskandi avleiðingarnar.
- Nú verður akkurát sama grundgeving brúkt fyri at verja óheimiðlaða meirnýtslu, tí nú verður sagt, at tað hevur altíð verið vanligt, at brúka meiri pengar enn játtað hevur verið á fíggjarlógini, uttan at tað hevur fingið avleiðingar, so tað er ongin saklig orsøk til, at tað skal fáa avleiðingar nú, staðfestir løgtingsformaðurin.
- Og nú ber illa til at krevja, at løgmaður skal taka sína eftirlitsskyldu á hesum øki í álvara, tí tá ið løgmaður hevur latið tað ganga fleiri ferðir, hví skal hann so pilka okkurt einstakt landsstýrisfólk burtur úr nú og revsa tey, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Leita enn eftir
undirskriftum