Hevði ikki rætt til at geva skúlastjóra múlaband

Mentamálaráðið hevði ikki rætt til at nokta skúlastjóranum í Sankta Frans skúla at siga sína meining

Tað var ósakligt, tá ið Mentamálaráðið gav Selmar Jacobsen, skúlastjóra í Sankta Frans skúla, boð um ikki at siga nakað alment um skúlaviðurskiftini á skúlanum.

 

Tað staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður í dag.

 

Tað var fyri einum ári síðani, at ósemja tók seg upp upp framhaldsdeildinia á Sankta Frans Skúla. Hon er niðurløgd, men í skúlastjórin gjørdi alment vart við, at hann var ósamdur í, at tað bar ikki til at hava framhaldsdeild á skúlanum.

 

Men hann fekk boð frá Mentamálaráðnum um ikki at siga nakað alment aftur um skúlabygnaðin, tí tað órógvaði støðuna.

 

Lærarafelagið vildi ikki góðtaka, at skúlastjórin hevði fingið múlaband og kærdi til Løgtingsins Umboðsmann. Hetta var at seta hansara grundlógartryggjaðu rættindi at siga sína hugsan, til viks, helt felagið.

 

Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir, at starvsfólk hjá tí almenna hava talifrælsi sum allir aðrir borgarar, og fyri sína egnu rokning kunnu tey taka lut í almennum orðaskifti og koma við sínum persónligu sjónarmiðum. Hetta er eisini galdandi fyri viðurskifti, sum snúgva seg um teirra egna arbeiðsøki, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Starvsfólk hava tó ikki rætt til at siga nakað um viðurskifti, sum eru fevnd av tagnarskyldu, ella at koma við ærumeiðandi viðmerkingum. Starvsfólk hava heldur ikki rætt at koma við órímiliga grovum viðmerkingum, ella skeivum upplýsingum um týdningarmikil viðurskifti á sínum arbeiðsøki.

 

Samanumtikið skulu serliga góðar grundir vera til at avmarka talufrælsið hjá alment settum, og vanliga kann tað bara avmarkast fyri leiðandi starvsfólk, sum eru við til at taka avgerðirnar.

 

– Avmarkingarnar fevna vanliga ikki um starvsfólk, hvørs starv liggur fjart frá teimum, sum taka politisku ella fyrisitingarligu avgerðirnar.

 

Talufrælsið er bara vart, tá eitt starvsfólk sigur sína hugsan egna vegna. Hinvegin kann leiðslan á einum stovni ́seta avmarkingar fyri, hvør kann gera viðmerkingar, umboða ella tosa við fjølmiðlar vegna stovnin, eins og leiðslan kann gera vegleiðingar fyri, hvussu viðmerkingin skal berast fram.

 

Lærarafelagið heldur, at Selmar Jacobsen hevur sagt sína meining fyri sína egnu rokning, men Mentamálaráðið heldur hinvegin, at hann førdi seg fram sum skúlastjóri.

 

Tað er Løgtingsins Umboðsmaður samd í

 

Fyri at fólk ikki skulu fata leiklutin og útsagnirnar at vera frá skúlastjóranum, er neyðugt, at hann týðiliga ger vart við, at hann tosar fyri egnu rokning egna og tað gjørdi hann ikki í hesum føri, sigur umboðsmaðurin.

 

Mentamálaráðið hevur rætt at seta skúlastjóranum avmarkingar og leiðreglur fyri, hvussu farast skal fram alment ella í fjølmiðlunum eitt nú við ítøkiliga málinum um framhaldsdeild i Sankta Frans Skúla, men tað skal vísast varsemi.

 

Eg eri partvíst samd við Mentamálaráðnum í, at hevur skúlastjórin givið fólki ta fatan, at hann er ósamdur við Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið um málið, kann tað skapa órógv um framhaldsdeildina, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

 

Men hann heldur, at skúlastjórin bert hevur givið faktuellar upplýsingar og at hann tí ikki er talsmaður fyri at seta framhaldsdeild á stovn.

 

Sostatt er niðurstøðan, at boðini til skúlastjóran um at tiga, eru givin út frá skeivum fortreytum.

 

– At Mentamálaráðið gevur skúlastjóranum boð um “ikki at arbeiða og vera talsmaður fyri, at Sankta Frans skúli skal hava framhaldsdeild“ og at biðja hann “halda seg burtur frá fundum, har hann einki hevur at gera, og passa sín skúla“ er tí ikki sakligt og stendur ikki mát við ítøkiligu støðuna, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Men av tí at útsagnirnar hjá skúlastjóranum ikki hava fingið nakra starvsfólkaliga avleiðing, ger hann ikki meira við málið.