leingi, til húsini vóru so fræg, at tað kundi verast inni aftur, og tað var so óbehagiligt, tað vóru so nógv glassplintur alla staðni í húsinum, eisini í veggunum. Tað tók langa tíð at fáa húsini gjørd [...] Gøtu var ein støðugur ótti á fólki av minum. Hetta vóru minur, sum vóru lagdar av bretum at forða týskari skipaferðslu. Men hesar minur slitu seg leysar, og summar róku so inn á ymisk pláss í Føroyum, soleiðis [...] eg so komi niður í køkin, stendur ein maður uppi á minuni. Tað var Andreas Petur í Guttastovu, grannin hjá okkum. Nú síggi eg, at minan byrjar at røra seg av briminum. Tað skal sigast, at fólk vóru fyrstu
um, og so telur niður, skjótt niður. Lívið er ov langt til stuttar reklamur. Tey duga eisini so væl at ansa eftir, at lýsingarnar eru ikki óhóskandi saman við teimum tíðindum, sum koma í reyvina á teimum [...] um at keypa ein. Tí ávírka reklamur um koyrigleði hjá bilum meg ikki. Og tí elski eg reklamur. So hugaligt at fara á heimasíður, sum kalla seg tíðindasíður, síggja ein yvirskrift, sum dregur, og so lika [...] lika noyðast at síggja eina reklamu fyrst, áðrenn tíðindini koma. Leitar tú eftir onkrum, sum vert er at síggja í sjónvarpinum, eru altíð lýsingar á hvørjari rás, fjarstýrarin beinir teg á. Fjarstýrarin
lítið, sum bendir á, at stjórnini nýtist at stúra fyri tiltøkum, ger hon ikki eftir boðunum. Tiltøk kunnu muna Ikki tí, tað ber til at seta ymisk tiltøk í verk fyri at leggja trýst á stjórnina. Niels [...] og vøkur orð at bera fram, men at tað knípir við at venda orðunum til gerðir. Rætt er tað, at bæði George W. Bush, forseti, og uttanríkisráð-harri hansara, Colin Powell, hava staðfest, at tað, sum hendir [...] Darfur, er fólkadráp, og at sudanska stjórnin og Janjaweed-harkaliðini hava skyldina av tí, sum hendir har. Men tað gongst illa at fáa onnur at siga tað sama, eisini í Evropa. So seint sum í síðstu viku
í eitt lík? - Skilji so sera væl, at Hanus, eins og onnur javnaðarfólk, er dapurskygdur. Haldi tó, at hendan politiska viðmerking hansara ber boð um, at kring um í landinum, niðri á lágu gøtunum, har f [...] virðiligt lív. Undirritaði trýr, at hetta framvegis er hugsjónarliga besta boð. Og væl veit eg, at tað eru so mong onnur, ið eisini halda tað sama. Og tí góðtaka vit so slett ikki, at vit hava tapt. Undanfarnu [...] mær, og fari eg í fyrstu syftu at senda Hanusi eina hjartans tøkk fyri, at hann á hendan sera siðiliga og virðiliga hátt loysti frá posabandinum og fari hervið at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum
meta, at ein evarska lítil partur av ungdóminum má sleppa at »avvikla« eitt sokallað »adrenalinrush«. Hvat gera vit so? Tá vit nú vita, hvørjir teir potentiellu brotsmenninir eru, so átti ikki at verið [...] verið so torført at gjørt nakað til tess at forða teimum at útinna síni brotsverk. Lat okkum taka útbúgvingina fyrst. Hon er stutt sagt alt ov vánalig. At 40% av teimum ungu, sum vegna skilaleysa koyring eru [...] kunnleika hava til bilar. Teoriin er so fremmand fyri teimum, at teir skilja hana ikki. Tey bókliga næmu hava munin lættari við at læra Koyribókina uttanat. Tað kundi bent á, at her lekur álvarsliga millum teori
mær ikki at fara at bakka allan vegin út úr tunlinum aftur, so eg helt frægast var at royna at halda fram við at koyra móti tunnilsmunnanum norðantil, sigur Absalon Absalonsen. Hann so gjørdi, men tað [...] vandamikil roykurin var. Men har var einki at gera, eg mátti bara royna at ganga so skjótt, sum umstøðurnar loyvdu, og so royndi eg at anda so lítið, sum gjørligt. Royndi at hála T-shirtina upp um nøsina og anda [...] sjálvt, at tað var ógjørligt hjá honum at orientera seg, men hann royndi at nýta allar sansir. - Tað regnaði eitt sindur, og tað renna áir við tunnilsmunnan, so eg royndi at lurta eftir áunum fyri at vita
leygardagar, men tað eru so nógvir bilar at halda skil á, at teir føla á sær, at teir ikki fáa røkt uppgávuna til fulnar og tað elvir til strongd hjá teimum. Umframt at ansa eftir bilum á parkeringsplássum við [...] eisini, at tað kann als ikki góðtakast, at teir eru so illa mannaðir, at teir eru fyri hóttanum, tí manning ikki er til at teir kunnu vera tveir í fylgi. Tórshavnar Býráð sigur, at sostatt er neyðugt at seta [...] ikki, at hetta fer at føra til fleiri útreiðslur, tí at tey fara at fáa so mikið nógv meiri inn í parkeringsbótum, at hann fíggjar sína egnu løn. Í fjør gav parkeringsskipanin eitt yvirskot upp á 309.000
tók seg tó uppaftur eftir steðgin. Tá VÍF heilt skjótt fekk eina útvísing, nýttu strandingar høvi at skapa spenning aftur, og so kom verulig ferð á. Ikki minst hjá Finni, sum ferð eftir ferð púra einfalt [...] frá bakkinum so eisini byrjaðu at møðast, hevði StÍF ikki tey stóru vápnini eftir. Ikki annað enn Marian Cirloganescu, men hóast fleiri góðar bjargingar, so megnaði hann ikki einsamallur at halda VÍF burtur [...] Tá so stórur partur av bakketuni er burturi, verður sera nógv lagt á einstakar herar, og tað fer at kosta í nøkrum dystum. Megnar liðið hinvegin at fáa menn sum Svein, Leiv og Jakob tøkar aftur, so er
vongspælarin kom inn ber boð um, at hann er á veg á toppin aftur, men á avrikinum sást, at enn manglar nakað í, áðrenn góðu evnini koma til sín rætt. Umstillingar Einki er at liggja omaná, at gøtumenn hava havt [...] havt trupulleikar við at manna álopspartin. Í ár skuldi Sasha eftir øllum at døma so at siga vera høvuðsálopsmaður, men higartil hevur tað gingið meiri enn illa, tí hann hevur verið so nógv plágaður av vøddaskaða [...] serligt við at fáa tað burturúr á miðvøllinum, sum roknast kann við, millum annað tí at Rúni Justinussen ikki er við í uppspælinum á sama hátt, sum hann áður hevur verið (tað er kanska torførari at fara framvið
ókendur innan føroyska fjølmiðlaheimin, so dugir hann nú at síggja, at tað er munur á at vera tíðindafólk í útvarpi ella á einum blaði og so at vera sjónvarpsvertur. - Higartil havi eg kent meg meira anonyman [...] Úrslitið er, at eg eri at kalla altíð ónøgdur við tað, sum kemur burturúr. Men so royni eg at ugga meg við, at dølskni og líkasæla er so nógv verri, sigur Uni Holm Johannesen. Hann vísir á, at hóast hann [...] fyrstu ferð at síggja í leiklutinum sum sjónvarpsvertur í Degi & Viku. - Eg minnist, at tá eg fekk boð í oyrasniglinum um, at nú vóru bert 30 sekund eftir, til sendingin byrjaði, fór hjartað at pumpa nakað