Tórshavnar Býráð fer nú at herða stríðið ímóti ólógligari parkering í Havn. Tey siga, at nú eru so nógvir bilar í Havn, at parkeringsvørðarnir meta, at teir klára ikki at røkja sítt arbeiði til fulnar.
Av tí sama eru teir bæði strongdir og ótryggir og tí er ætlanin nú at seta ein parkeringsvørð afturat, soleiðis at tað hereftir skulu vera fýra parkeringsvørðar í Havn. Í dag eru tríggir parkeringsvørðar í Havn, tveir arbeiða fulla tíð og ein arbeiðir ¾ tíð.
Samstundis er talið á parkeringsplássum við tíðaravmarkaðari parkering, økt 27 prosent hesi seinastu fýra árini og í vár koma 190 parkeringspláss við tíðaravmarkaðir parkering afturat í miðbýnum í Havn. Men tað er ikki tí, at tað koma fleiri parkeringspláss, men tí at parkeringssonan verður víðkað til at umfata ein størri part av býnum.
Parkeringsvørðarnir arbeiða frá klokkan 9-18 yrkadagar og frá 10-14 leygardagar, men tað eru so nógvir bilar at halda skil á, at teir føla á sær, at teir ikki fáa røkt uppgávuna til fulnar og tað elvir til strongd hjá teimum.
Umframt at ansa eftir bilum á parkeringsplássum við tíðaravmarkaðari parkering býnum, eru eisini boð eftir parkeringsvørðunum um at hjálpa fólki, tí bilførarar hava tveitt bilin frá sær, uttan at hugsa um onnur – og í nógvum førum hava teir tveitt bilin frá sær, at teir hava læst fólk inn á ogn síni.
Haraftrat skulu teir hjálpa fólki at finna parkeringspláss, umframt at teir skulu fortelja fólki, hvussu tey kunnu klaga um parkeringsbøtur, teir skulu boða løgregluni frá um húsvognar, viðheftisvognar, bilar við ongum nummarplátum og um skelti, sum mangla. Teir skulu eisini gera vart við seg, tá ið málingin er slitin burtur á parkeringsplássum.
Men tann álvarsamasta avleiðingin av hesum krevjandi starvi er, at trygdin hjá ansarunum er í vanda, tí ansararnir verða hóttir av óhøviskum persónum, sigur býáðið. Og løgreglan, sum varðar av parkeringsvørðunum, heldur eisini, at tað kann als ikki góðtakast, at teir eru so illa mannaðir, at teir eru fyri hóttanum, tí manning ikki er til at teir kunnu vera tveir í fylgi.
Tórshavnar Býráð sigur, at sostatt er neyðugt at seta ein parkeringsvørð afturat. Tey vænta ikki, at hetta fer at føra til fleiri útreiðslur, tí at tey fara at fáa so mikið nógv meiri inn í parkeringsbótum, at hann fíggjar sína egnu løn.
Í fjør gav parkeringsskipanin eitt yvirskot upp á 309.000 krónir, og við einum parkeringsvørði aftrat, skuldu inntøkurnar hækkað so mikið, at skipanin í minsta lagi hvílur í sær sjálvum, heldur býráðið.