Her eru orð ikki nóg mikið

Meðan ágangurin og drápini í sudanska landspartinum Darfur halda fram, klandrast USA og Kina um, hvat altjóða samfelagið eigur at gera, ella hvat tað ikki eigur at gera. Talan verður neyvan um at senda hermenn hagar at steðga óskilinum, og semja er heldur ikki um at fremja tiltøk ímóti stýrinum í Khartoum. Í meðan doyggja fólk í hundraðtali hvønn einasta dag

Árni Joensen
????????????

Í sjálvum Darfur sita meiri enn ein millión fólk í flóttafólkalegum ella úti undir opnum himli, meðan fleiri túnsund av teirra feløgum sita í legum í grannalandinum Tjad. Samstundis bendir alt á, at hesi mongu neyðstøddu enda í einum av teimum sokallaðu "svørtu holun-um" hjá tí, vit rópa altjóða sam-felagið. Eyðkennið hjá hesum holum er, at politikarar og onnur hava nógv og vøkur orð at bera fram, men at tað knípir við at venda orðunum til gerðir.
Rætt er tað, at bæði George W. Bush, forseti, og uttanríkisráð-harri hansara, Colin Powell, hava staðfest, at tað, sum hendir í Darfur, er fólkadráp, og at sudanska stjórnin og Janjaweed-harkaliðini hava skyldina av tí, sum hendir har. Men tað gongst illa at fáa onnur at siga tað sama, eisini í Evropa. So seint sum í síðstu viku segði Pieter Feith, ráðgevi hjá politiska leiðaranum í ES, Javier Solana, at tað, sum hendir í Darfur, er ikki fólkadráp.
Hóast USA hevur makt, sum tað hevur akt, so er tað lítið sannlíkt, at altjóða samfelagið fer at senda friðarherlið til Sudan at hjálpa teimum hjálparleysu, sjálvt um tað ivaleyst hevði verið tann skjótasti hátturin at fingið ta sudansku stjórnina til at taka vápnini frá Janjaweed-álopsmonnunum og at tryggja flóttafólkini.
50.000 ikki fólkadráp
Í ST ber ikki til at fáa meiriluta fyri einum slíkum átaki. Hin loysnin kundi verið eins og í Somalia á sinni, tá USA og nøkur av tess sameindu sendu hermenn hagar. Men amerikanar-arnir hava nóg mikið við at hugsa um Irak og Afghanistan, og tí er hugurin at fara út í eitt stríð afturat ikki serliga góður. Heldur ikki hjá teimum, sum vanliga styðja USA.
Tað er uppaftur minni sannlíkt, at hini londini í Afrika fara at leggja uppí. Málið hevur verið frammi í Afrikanska Eindarfelagsskapinum, men har var niðurstøðan, at 50.000 myrd í Darfur er ikki eitt fólkadráp.
ST hevur einaferð givið teirri víðgongdu islamistisku stjórnini í Khartoum boð um at fáa viðurskiftini í Darfur í rættlag og at taka vápnini frá álops-monnunum. Gjørdi stjórnin ikki tað innan ein mánað, kundi hon roknað við tiltøkum frá um-heiminum. Tan mánaðurin er langt síðani farin, uttan at stjórnin hevur rætt hond frá síðu, og í ST-trygdarráðnum eru limalondini farin at tingast um at kanna, hvør hevur ábyrgdina av áganginum í Darfur.
Tað endar helst við, at sudanska stjórnin fær eina nýggja freist, men hinvegin er lítið, sum bendir á, at stjórnini nýtist at stúra fyri tiltøkum, ger hon ikki eftir boðunum.
Tiltøk kunnu muna
Ikki tí, tað ber til at seta ymisk tiltøk í verk fyri at leggja trýst á stjórnina. Niels Carstensen hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar hevur júst verið í Sudan. Heimafturkomin segði hann í danska sjónvarpinum, at eitt tiltak ímóti sudanska oljuútflutninginum hevði virkað. Oljan hevur ein altsamt veksandi týdning fyri tann sudanska búskapin , og tað eru eisini oljupengarnir, sum fíggja vápnini, sum Sudan keypir úr Kina. Eitt annað hugskot kundi verið at banna sudanska flogvápninum at flúgva uppi yvir Darfur á sama hátt, sum gjørt varð í Irak aftan á Flógvakríggið.
Tað seinna hugskotið hevði borið í sær, at flogfør úr Vesturheiminum skuldu hildið eygað við luftini uppi yvir Darfur, men spurningurin er, hvør vil, og hvør skal geva loyvið til tess. Teirri fyrru loysnini hava Kina, Pakistan og Algeria víst frá sær, tí tey vilja vera við, at eitt átak ímóti sudanska oljuútflutninginum er ov líkt einum boykotti, og tað vilja tey ikki góðtaka.
Tí noyðast tey neyðstøddu í flóttafólkalegunum eins og tey fáu, sum eru eftir í bygdunum, framvegis at stara upp í luftina ella út í sjónarringin. Tí tey vita, hvat hendir.
Fyrst bumba flogfør hjá sudanska flogvápninum bygdirnar. Síðani koma lastbilar við hermonnum, og tá teir eru farnir, koma Janjaweed-harkaliðini á kamelbaki. Bygdafólkini flýggja, og bygdirnar verða brendar í grund. Tað, sum hevur nakað virði, verður rænt. Mannagongdin er tann sama sum í Bosnia. Har leyp tann jugoslaviski stjórnarherurin fyrst á bygdirnar, og síðani sluppu vápnaðir bólkar inn í bygdirnar at reka fólkið burtur. Tey, sum gjørdu mótstøðu, vórðu skotin.
Tað eru ikki vit
Stýrið í Khartoum veit fullvæl, at altjóða samfelagið er ráðaleyst, og at tað kann ikki semjast um nakað. Fyrr í vikuni var Mustafa Osman Ismail, uttanríkisráðharri, í Suðurkorea, og har fýltist hann á, at Bush og Powell vóru farnir at tosa um fólkadráp í Darfur.
? Tað er forsetavalið, sum órógvar teir. Vit vita, at báðir flokkarnir kappast um at fáa atkvøðurnar hjá teimum svørtu amerikanarunum, men teir skulu ikki brúka ein trupulleika í Sudan til teirra egnu politisku dagsskrá, segði ráðharrin. Spurdur, um tað, sum hendir í Darfur, ikki er fólkamorð, svaraði Mustafa Osman Ismail:
? Fólkamorð. Tað er tað, sum teir amerikonsku hermenninir gera í Irak.
Hann kundi eisini fegnast um, at bæði ES og Afrikanski Eindarfelagsskapurin hava avsannað, at stýri hansara fremur fólkamorð í Darfur.
Ímeðan tíðindastovurnar dagliga bera tíðindi um ágang, neyðtøkur og dráp í Darfur, heldur orðaskiftið í ST-trygdarráðnum fram teir næstu dagarnar.
(Kelda: Berlingske Tidende)