hevur eina ferð verið á landsliðnum. Tað var 5. augsut í 1992, tá Ísrael og Føroyar spældu 1-1 á Svangaskarði. Tá spældi Jákup Eli Olsen teir síðstu 25 minuttirnar. [...] eftir honum. Jákup Eli Olsen er boðsendur, tí Jens Erik Rasmussen, sum var úttikin, tá Jan Allan Müller gav avboð, hevur boðað frá, at hann ynskir ikki at fara við niður til Bosnia. Jákup Eli Olsen hevur [...] Liðformaðurin hjá B68, Jákup Eli Olsen, fer í morgin við landsliðnum niður til Bosnia. Allan Simonsen sá toftamannin stýra verjuni hjá B68 í Gøtu síðsta leygardag, og tað man venjarin hava hildið hann
høvdu okkurt tilboð. Í staðin helt málveitslan fram í hinum endanum, og bæði Jákup á Borg og John Petersen gjørdu eitt ordiligt lop á málskjúttaralistanum. Sumbingar skerdir Sumba manglaði Dánjal Johan Joensen [...] B36 vitjaði á Krossinum. B36 vann dystin 10-0, og menn vita ikki um størri sigur í 1. deild í »nýggjari tíð«. Samstundis vann KÍ eisini 10-0 á TB í Klaksvík, og hetta má sigast at vera bensin á bálið hjá [...] fekk trý mál afturat áðrenn hálvleik. Jákup á Borg skeyt øll trý, og gjørdi sostatt reint hat-trick, og so brúkti hann enntá bert átta minuttir til at gera tað. Umframt tey fimm málini høvdu John Petersen
higartil, sita á beinkinum alla tíðina. Báðir klaksvíkingarnir í superliguni komu á málskjúttaralistan sunnudagin. Todi Jónsson skoraði til 1-1, eftir at stútari frá David Nielsen varð bjargaður á strikuni. [...] klokkan níggju skuldu útisetarnir í Noregi og Danmark møtast á flogvøllinum í Kastrup. Talan var um teir tríggjar, Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum búgva í Keypmannahavn, og Julian Johnsson, sum skuldi [...] sunnudagin, men fram móti endanum á dystinum merkti eg aftur til lærskaðan, sum eg fekk næstsíðsta sunnudag. Vit høvdu gjørt allar skiftingarnar tá, so eg var inni á vøllinum tað, sum eftir var av dystinum
Bæði Jákup Djurhuus og JákupEli Olsen høvdu møguleika at fáa hann burtur, men teir lótu sum einki, tí málverjin rópti, at hann hevði. Men hann var ov seinur út, og so var tað løtt søk hjá Bárðuri á Lakjuni [...] skora. Stór frøi á fuglfirðingum á og kring vøllin, og ei undur í, at toftamenn hingu við høvdinum. Í evstu løtu var um reppið, at teir fóru heilt í kjallaran, men langskotið hjá Bárðuri á Lakjuni fór omanfyri [...] fyri hevnisøku, og um miðjan 2. hálvleik fór B68 eftir lítlari løtu frá 1-1 og upp á 3-1. Tað vil siga, at alt bendi á heimasigur, og tað var heldur ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera
í gjár, so vóru føroyingarnir fyrrapartin á bussferð og sóu syrgiligu leivdirnar frá vitleysa borgarakrígnum. Í gjárkvøldið klokkan 19.30 skuldu teir venja á Kosevo vøllinum, har teir skulu spæla í kvøld [...] dystunum, sum hann hevur spælt, og tvær ferðir hevur tað eydnast honum at skora ? á útivølli móti Kýpros flaggdagin í 1993, og á Svangaskarði móti Spania 4. september 1996. Væl fyri Tá landsliðið í summar var [...] broytingar at verða gjørdar bæði frammarlaga og aftarlaga. Í staðin fyri Jens Martin Knudsen verður Jákup Mikkelsen málverji, og í staðin fyri Jan Dam verður Óli Johannesen aftastur í verjuni. Arnbjørn Danielsen
landslið, sum fer á vøllin í Sarajevo í kvøld. Av teimum seytjan spælarunum, sum eru í ferðalagnum, eru tað tríggir, sum ongantíð hava verið á landsliðnum áður ? Sunvard Joensen, Jákup á Borg og Hans Fróði [...] Torbjørn Viderø. Hann hevur ikki spælt á landsliðnum, men hann veit, hvat fótbóltur snýr seg um. Áðrenn hann miðskeiðis í sjeytiárunum fór niður at lesa var hann fastur fúsur á 2. deildarliðnum hjá Royn. [...] Men tað skerst kortini ikki burtur, at sammett við so nógvar aðrar ferðirnar, so er samantalda talið á landsdystum hjá teimum, sum í kvøld skulu umboða Føroyar, væl lægri, enn tað hevur verið hesi síðstu
Føroyar 31. august á Svangaskarði akkurát taptu 2-1. Hinar tríggjar dystirnar á heysti í 1996 spældu Jan Allan og Todi saman. Í fjør spældi landsliðið fimm ferðir í HM undankappingini. Niðri á Malta hevði Todi [...] afturat sær har frammi, og á Svangaskarði móti Malta var Uni Arge saman við Toda. Í teimum báðu dystunum móti Kekkia spældi Jan Allan Müller ? á útivølli saman við Una og á heimavølli saman við Toda. Niðri [...] landsliðið í kvøld klokkan 20.30 lokala tíð, ið er tað sama sum klokkan 19.30 føroyska tíð, fer inn á Kosevo leikvøllin í Sarajevo, verður tað fyrsta ferðin, at Allan Simonsen hevur ábyrgdina av landsliðnum
Árliga afturvendandi tiltakið inni á Svangaskarði er Føroyameistarakappingin í frælsum ítrótti. Frælsur ítróttur er ein ítróttagrein, har tú skuldi trú at nógvir luttakarar høvdu hug at royna seg í teimum [...] taka sær av tí praktiska hvørja ferð, og ofta eru tey ov fá eisini. Hetta merkti eisini kappingina á Svangaskarði, har eini 2-3 fólk stóðu fyri allari praktiskari fyrireiking. Úrslitið av slíkum er altíð [...] Kúluvarp Fyrsta kappingin var kúluvarp. Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Heri Ziska, sum setti sín dám á kappingina, og hjá kvinnunum var tað aftur í ár Ingibjørg Poulsen, sum greitt hevði leiðsluna alla tíðina
føroyska ungdómin. Tað vera hesi sum fara at mynda framtíðina á ein og annan hátt og tí er so týdningarmikið at júst tey verða kunnað og upplýst. Á kunningar- og tíðindafundinum, sum varð fyriskipaður í gjár [...] at skúlarnir kring landið fara at nýta hetta góða høvið sum íblástur og leiðbeining. Poul Jákup Thomsen, ráðgevi á Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, sum hevur samskipað heilaátakið, greiddi frá heilaskipinum [...] gjár í sambandi við, at heilaskipið varð sjósett, segði Pál Weihe, stjóri á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, at átakið er ætlað at fáa fólk at hugsa, áðrenn tey taka eitt hvørt evni, sum køvir, doyvir
ikki so ofta fyri longur. Fyrra umfarið var hálvrunnið, áðrenn VB fekk hol á, og teir øktu tíðliga í seinna umfarinum. Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur verið aftastur í GÍ verjuni, minkaði um munin beinanvegin [...] Páll Krosslá 2-0: Tom Villy Magnussen 2-1: Hans Jákup á Líknargøtu 3-1: Marner Richard 4-1: Egil Steintórsson Málskjúttar Bogi Gregersen, Skála14 Jákup Danielsen, HB11 Hans Meinh. Midjord, HB11 Aksel Højgaard [...] Poulsen. HB-FS Vágar 4-6 (3-1) Hóast tað ikki var so stórur munur á spæli, so kom HB skjótt framum 3-0. Men eftir steðgin fekk FS Vágar fatur á heimaliðnum, sum beint undan steðginum gjørdi eitt óneyðugt brotsspark