B68 søplaði sigurin burtur

Fótbóltur: Vóru yvirmannaðir og á odda við tveimum málum, til tað bara restaðu níggju minuttir

Tá toftamenn næstsíðsta leygardag fingu javnleik í Gøtu, kendu teir tað sum meiri enn hálvan sigur, sjálvt um teir høvdu verið frammanfyri tvær ferðir, og sjálvt um teir høvdu havt møguleikar at skora sigursmálið.

Leygardagin fingu teir javnleik á heimavølli móti ÍF, og tað var ikki so undarligt, at kenslan var ein heilt onnur. Tí seks minuttir eftir steðgin var ein av miðverjunum hjá ÍF, Høgni Hansen, vístur av vøllinum fyri hevnisøku, og um miðjan 2. hálvleik fór B68 eftir lítlari løtu frá 1-1 og upp á 3-1.

Tað vil siga, at alt bendi á heimasigur, og tað var heldur ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera, heldur enn um gestirnir fóru at koma afturíaftur.

Men so dummaði B68 seg, so tað stóð eftir í. Olaf Højgaard, sum er verjukendur miðvallari, varð skiftur út, og lítla løtu seinni noyddist Jan Petersen, sum er álitisfullur verjukendur miðvallari, at taka seg av vøllinum eftir at hava verið offur fyri harðligari takling.

B68 liðið tóktist ikki at taka sær serligt ikki tykni av hesum. Teir lupu á við øllum miðvallarunum, og fleiri ferðir var um reppið, at teir skoraðu bæði til 4-1 og 5-1, men teir fingu ikki mál.

Í fleiri førum lógu fýra toftamenn eftir frammi, tá ÍF hevði vunnið bóltin av teimum og við tí tilfarinum, sum teir høvdu, royndu at seta mótálop í gongd. Tað hevði aftur við sær, at í onkrum álopum komu fuglfirðingar í yvirtal, og eina ferð bar hetta mál við sær.

Tað vóru níggju minuttir eftir, tá Bárður á Lakjuni stútaði innlegg úr høgru og aftur um alla toftaverjuna í kassan, og so trúðu fuglfirðingar uppá møguleikan. Men at tað eydnaðist teimum at javna var orsakað av veldugari verjuvillu. Fýra minuttir restaðu, tá fuglfirðingar spældu langan bólt fram eftir miðásinum. Bæði Jákup Djurhuus og JákupEli Olsen høvdu møguleika at fáa hann burtur, men teir lótu sum einki, tí málverjin rópti, at hann hevði. Men hann var ov seinur út, og so var tað løtt søk hjá Bárðuri á Lakjuni at smoyggja sær ímillum og skora.

Stór frøi á fuglfirðingum á og kring vøllin, og ei undur í, at toftamenn hingu við høvdinum. Í evstu løtu var um reppið, at teir fóru heilt í kjallaran, men langskotið hjá Bárðuri á Lakjuni fór omanfyri málið.


Størri vilja

Tað hevur gingið stak illa hjá ÍF í ár, og við hvørt hava avrikini borið brá av einum ávísum máttloysi.

Soleiðis var ikki hesa ferð. Viljin var stórur, og kraftin í nærdystunum var størri, enn tað ofta hevur verið at sæð.

ÍF hevði í útgangsstøðuni bara Mariniak á toppinum, meðan Egil Zachariasen arbeiddi nógv aftanfyri. ÍF hevði yvirvág fyrstu løtuna, tá heimaliðið var sera spakt, og tað var ikki óvæntað, tá Mariniak eftir seks minuttir stútaði innleggið frá Áslakki R. Petersen úr vinstru og í kassan.


B68 leingi omaná

Eftir málið vaknaði heimaliðið, og ein lítlan hálvan tíma seinni høvdu teir javnað.

Uppskriftina hava teir brúkt fleiri ferðir fyrr í ár, og onkra aðra ferðina hevur úrtøkan eisini verið stór. Øssur Hansen sendi hornaspark úr høgru og flatt út móti brotsteigarsamankomingini, og Jan Petersen sparkaði úr 18 metrum hart og flatt millum vinir og fíggindar og dygst inn við stólparótini.

So sat B68 á tí mesta, og serliga eftir steðgin og útvísingina vóru teir greitt omaná. Spælið var ikki altíð so sannførandi, og vongverjarnir hjá B68 vóru lítið við í framrættaða spælinum, men hóast tað fekk heimaliðið fleiri møguleikar.

Tað restaðu 20 minuttir, tá Øssur Hansen úr 17 metra fjarstøðu sendi hart og skrúvandi uttanum Erling Joensen, og lítla løtu seinni bríkslaði dómarin fyri brotssparkið til B68. Orsøkin til dómin var, at Piotr Krakowski, sum stutt eftir skifti seg sjálvan út, hevndi seg inn á Fróða Benjaminsen, ið stóð illa í eygunum á fuglfirðingum eftir útvísingina, og fekk gula kortið fyri tað. Andréy Stakhánov avgreiddi úr ellivu metrum, og so var spurningurin, hvussu stórur sigurin fór at vera, og hvør fór at gera málini. Øssur Hansen rakti í stólpan, og aðrir toftamenn høvdu upplagdar møguleikar, men sigurin fór upp í royk, tá teir gloymdu verjupartin og ikki vóru nøgdir við tvey máls sigur. ÍF fekk møguleikan at koma afturíaftur, og teir høvdu viljan og hepnið, tá teir royndu at taka av.