Todi er ikki við í Bosnia

Fótbóltur: Báðir klaksvíkingarnir í superliguni skoraðu sunnudagin, men Todi kann ikki spæla aftur fyrrenn í vikuskiftinum

Í gjáramorgunin klokkan níggju skuldu útisetarnir í Noregi og Danmark møtast á flogvøllinum í Kastrup. Talan var um teir tríggjar, Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen, sum búgva í Keypmannahavn, og Julian Johnsson, sum skuldi koma úr Kongsvinger í Noregi.

Men tað vóru bara Julian og Jákup, sum fóru upp í rutuflogfarið, sum góðar tveir tímar seinni lendi í Sarajevo í Bosnia.

Todi Jónsson var ikki við, tí hann er so mikið skaddur, at hann kann ikki spæla aftur fyrrenn komandi vikuskifti:

? Eg spældi allar 90 minuttirnar í Silkeborg sunnudagin, men fram móti endanum á dystinum merkti eg aftur til lærskaðan, sum eg fekk næstsíðsta sunnudag. Vit høvdu gjørt allar skiftingarnar tá, so eg var inni á vøllinum tað, sum eftir var av dystinum, men aftaná varð avrátt við læknan og fysioterapeutin, at eg skal ikki spæla aftur fyrrenn komandi vikuskifti, og tað er orsøkin til, at eg ikki eri farin niður til Bosnia í morgun, segði Todi Jónsson, tá vit høvdu hann í telefonini úr Keypmannahavn í gjáramorgunin.

Todi fekk henda lítla skaðan, tá FCK spældi móti Herfølge næstsíðsta sunnudag, og hann kundi ikki vera við í Europa Cup dystinum í Parkini hóskvøldið. Og nú er tað sama skaðin, sum ger, at hann er noyddur at halda frí frá dystum til komandi vikuskifti.

Vit skilja á Toda, at í síðstu viku luttók hann í venjingini, um enn ikki í sama mun, sum hinir gjørdu tað. Umframt lætta venjing fekk hann eisini viðgerð í FCK, og hann roknar við, at tað verður á sama hátt í hesi vikuni.

Frá skrivstovuni hjá FSF frættu vit í gjár, at eingin annar spælari verður sendur niður til Bosnia, og tað vil siga, at teir vera seks og ikki sjey á beinkinum í annaðkvøld.


Jákup søguligur

Julian Johnsson kom úr Kongsvinger, har hansara lið sunnukvøldið tapti 4-2. Felagið skifti venjara fríggjadagin, og nýggi venjarin lat Julian Johnsson, sum hevur verið við hvørja ferð higartil, sita á beinkinum alla tíðina.

Báðir klaksvíkingarnir í superliguni komu á málskjúttaralistan sunnudagin. Todi Jónsson skoraði til 1-1, eftir at stútari frá David Nielsen varð bjargaður á strikuni. Úrslitið gjørdist 3-3.

Tað gekk akkurát so striltið hjá Herfølge at vinna móti botnliðnum Aarhus Fremad, sum Jákup Mikkelsen frammanundan hevði roknað við.

Ein tími var farin, tá Herfølge fekk brotsspark, og hesa ferð var tað upplagt, at Jákup Mikkelsen fór fram og var tryggleikin sjálvur úr ellivu metrum. Aarhus Fremad javnaði, tá 86 minuttir vóru farnir, men tveir minuttir seinni og í síðstu løtu eydnaðist tað Herfølge at skora, og nú eru teir klárt á odda í superliguni.

Jákup Mikkelsen er við tveimum málum næstbesti málskjúttin hjá Herfølge, og tað er neyvan komið fyri áður, at málverjin hjá einum liði í superliguni hevur skorað tvey vikuskiftið upp í slag og er millum bestu málskjúttarnar.


Buldraligt

Landsliðsferðalagið kom annars til Sarajevo sunnudagin seinnapartin, og longu sama kvøldið høvdu teir fyrstu venjingina.

Í gjár vandu teir tvær ferðir, og tað gera teir eisini í dag. Seinna venjingin í dag verður á vøllinum, har teir í annaðkvøld skulu stríðast móti Bosnia.

Umstøðurnar á gistingarhúsinum eru hampuliga góðar, men býurin er merktur av einum øðrum stríði, enn tí, føroyska landsliðið skal vera partur av í morgin. Sárini eftir borgarakríggið eru stór, og tað er sjálvsagt, at føroyingarnar eru kløkkir av at vera eygnavitni til leivdirnar eftir slíkan ræðuleika.

Vøllurin, sum føroyingarnir hava vant á, verður sagdur at vera hampuligur.

Í blaðnum í morgin frætta vit meiri frá landsliðnum.