veiðumøguleikarnar á leiðini verri. Men Fangararáðið tók ongantíð nakra felags avgerð um nakra flyting. Í mai 1953 fann USA eitt hol í loftverjuni av Thule, og tí vildu teir seta verjukanónir upp á hálvoynni, [...] myndugleikunum í fleiri ár. Tað sama bleiv ein beinleiðis áheitan til danska forsætisráðharran í 1960. Ikki fyrr enn tveir rithøvundar í 1958 skrivaðu eina bók um Thulemálið kom so smátt glið á. Í 1987 boðaði Thule [...] r í Thuleøkinum. Og síðani eitt individuelt endurgjaldskrav upp á 250.000 kr. til hvønn av teimum 81 Thulebúgvunum, sum framvegis eru á lívi. Advokatarnir eru tó fyrireikaðir uppá, at upphæddirnar í øllum
Stalin ráddi í Russlandi, varð send til Sibirien í fangalegu. Elsa Hansen sigur, at tað enn í dag, 50 ár eftir, kann tyngja hjartað at hugsa um, tá hesi fólk komu til Klintholm, so illa vóru tey fyri. Skúlar [...] vísa yngri ættarliðum á ræðuleikarnar, so hetta ikki hendir aftur. Hugsað verður eitt nú um skúlaflokkar, ið eisini hava fingið innbjóðing at vitja sýningina. Og tá ein er komin runt á sýningini, so endar [...] endar ein við ein spegil, har ein aftanfyri seg sær hermenn. Og meðan ein so hyggur í eyguni á sær sjálvum, kann ein grunda um orðini undir spegilinum. Kann hetta henda aftur?
stýrið hevði væntað sambært fíggjarlógini fyri 1999. Har var væntað, at Føroya Banki fór at útluta 50 mió. krónur. Men tað er nú kortini ikki alt, tí Føroya Banki skal, eins og allarflestu aðrar fyritøkur [...] roknskapinum fyri 1998 stendur, at leiðslan í bankanum hevur roknað seg fram til, at Føroya Banki í ár skal gjalda 53 milliónir í skatti, sammett vð 29 mió. krónur í 1997. Ein øking uppá um 24 mió. krónur [...] 165 mió. krónur meir enn hann væntaði tá fíggjarlógin varð gjørd. Í fjør fekk landskassin eisini eina á leið líka stóra upphædd útgoldna. Partapeningurin var tá niðurgoldin við 75 mió. krónum samstundis sum
kwh/ár. Tá var roknað við at ein 1.000 Kw mylla framleiddi uml. 2,5?3 mill. kWh pr ár og kostaði ? høgt mett ? uppsett og íbundið háspenningskervið o.u. 7 mill. kr. Hetta merkir at 4 vindmyllur á 1.000 [...] stýrið, har víst varð á, at tað var umhvørvisliga, tøkniliga og búskaparliga skeivt at fremja ætlanina, tí: a. Tað hevði als ongan skund at økja um framleiðsluna, tí nýtslan (tá) var á somu legu sum fyri [...] uml. sama kostnað, og har tey skaðiligu árinini av útbyggingini á náttúru og umhvørvi eru minimal. (Framsetingin her var m.a. grundað á seinastu avfallsmátingarnar (1994) í økinum, frá dagførdum eindarprísum
nóg mikið at víst á hvussu álvarsliga óhepna støðu ein kvinna kann koma í, sum gerst við barn óynskt. Hóast samfelagið støðugt broytist og í nógvar mátar er betri og øðrvísi enn fyri 50 árum síðani, so kann [...] kanska 14-16 ár, sum skuldi havt alla framtíðina fyri sær, hvussu nú við skúlagongd, útbúgving og øðrum. Er tað alt líkamikið, ella er tað minni vert enn tað lív sum veksur í búkinum á henni, og sum enn [...] banna kvinnum fosturtøku bert við tí eini grundgeving at hetta er at týna lív - gudsskapt lív - og á henda hátt útrópa kvinnurnar og læknarnar sum drápsfólk, er ein herferð sum ikki fyriheldur seg til
ilt at meta um, men býráðsformaðurin í Havn metir, at talan um eini 50-100 stykkir. Tey flestu eru í Hoyvíkshaganum og á Hamrinum á Argjum. Kommunan hevur í løtuni 25 grundstykki tøk. - Málið er farið [...] Á síðsta býráðsfundi í Havn varð samtykt, at Tórshavnar kommuna í framtíðini ikki loyvir sølu av grundstykkjum sínámillum. Tað vil siga, at ein, ið keypir eitt grundøki frá Tórshavnar kommunu, hevur ikki [...] at venda okkum til tey, sum eiga óbygd grundstykki, fyri at vita, um tey hava ætlanir um at byggja á tað. Hava tey tað, fáa tey eina freist at fara undir byggingina, hava tey ikki tað tekur kommunan stykkið
Heðin á Lakjuni Eftir 50 minuttir kom Hans Fróði Hansen inn fyri Jens Kristian Hansen og Allan Mørkøre fyri Øssur Hansen. Tá 62 minuttir vóru farnir, varð álopsparið skift út. John Petersen og Jákup á Borg [...] soleiðis at fyritreytirnar verða betri fyri góðum úrslitum í EM undankappingardystunum, sum eru á skránni seinni í ár. Men vit høvdu kent bæði venjaran og spælararnar illa, um vit ikki hildu, at teir gingu høgt [...] Liðið Hesa ferð vóru sekstan spælarar á vøllinum. Útgangsstøðan var aftur hesa ferð 4-4-2, og uppstillingin ber boð um, at venjarin vildi royna onkrar spælarar á nýggjum plássum. Eitt nú var Jóhannes Joensen
Íslandi og Armenia. Næsta uppgávan hjá teimum eitur Ísland á heimavølli. Fótbólturin norðuri í Europa líkist á mongum økjum frá honum syðri á, og tað er einki at ivast í, at teir í Andorra síggja venj [...] millum nógvar av spælarunum á hesum liðnum, tí teir eru portugisar og spaniumenn. Hava onkuntíð skelkað Tá Andorra royndi seg í fyrsta venjingardystinum 13. november 1996 á heimavøllli móti Estlandi taptu [...] søguligur. Hildu tað var skemt Andorra fekk limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA í 1994 og tvey ár seinni komu teir uppí FIFA. Nógv roknaðu tað sum skemt, tá teir bjóðaðu seg fram í EM undankappingini
10-15 árini, og tá skal landskassin ikki taka lut í endurnýggjanini av vinnulívinum, hvørki á sjógvi ella á landi. Øll vita, at óvanliga stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu fýra árini. Hóast [...] 70050.925÷152.721 ???????????????????????????????????????????????????????????????????? Av íløgum upp á 50.925 mió. kr. fekk samferðsla og sammskifti 20.500 mió. kr. hetta árið. Hetta svarar til 40% av samlaðu [...] fótum, bara tað lotar av loysingarkjafti, men sum tekur støðu út frá tí, hann kennir og inniliga heitir á bygdafólkini í løgtinginum um ikki rátt at gloypa øllum, sum Høgni Hoydal borðreiðir við. Fyri fáum
endaði ein forvitnislig framsýning í útvarpshøllini. Framsýningin undir heitinum »Landsverkfrøðingurin 50 ár« lýsti sera hegnisliga søguna hjá stovninum, og lýsti samstundis gongdina í samfelagsútbyggingini [...] verkfrøðingi á LV, fyri hetta megnararbeiði. Somuleiðis eiga teir báðir Heini Olsen og Arnstein Niclasen rós fyri bókina teir góvu út í smb. við merkisárið hjá LV. Tað var við ávísum sorgblídni ein lýddi á set [...] meint á onkrum øðrum stovni, við onkrum øðrum stjóra, eri eg púra samførdur um, at starvsfólk høvdu verið uppsøgd, tí tað heilt einfalt er lættasti máti hjá einum stjóra fáa tølini at hanga saman á pappírinum