Ellivu ferðir hevur Andorra verið í altjóða skrásettum landsdysti, og hvørja ferð eru teir farnir av vøllinum sum taparar. So tað er ikki ilt at ímynda sær, hvønn týdning fótbóltsspælararnir úr 465 ferkilometra lítla landinum í Pyrneisku fjøllunum millum Frakland og Spania leggja í dystin móti føroyska landsliðnum seinnapartin í dag. Vinna teir, verður sigurin søguligur, og ein javnleikur verður eisini søguligur.
Hildu tað var skemt
Andorra fekk limaskap í europeisku fótbóltssamgonguni UEFA í 1994 og tvey ár seinni komu teir uppí FIFA.
Nógv roknaðu tað sum skemt, tá teir bjóðaðu seg fram í EM undankappingini. Hetta var sum tá Eddie the Eagle úr Bretlandi bjóðaði seg til í olymipiska skílopinum, var tað onkur, sum nevndi, og tað var kanska ikki so undarligt. Fólkatalið er eitt sindur hægri enn í Føroyum ? har búgva umleið seksti túsund ? men tað eru bara níggju túsund, sum hava pass í Andorra, og tað vil aftur siga, at bara triðji hvør av teimum, sum spælir fótbólt í Andorra, hevur rætt at spæla á landsliðnum.
Onkrir hava
drúgvar royndir
Landsliðsvenjarin er úr Brasilia, og hann eitur Manoel Milnir Macedo. Flestu spælararnir, sum hann hevur at velja ímillum, spæla í lægru sponsku og portugisisku deildunum. Málverjin eitur Jesus ?Koldo? Alvarez, og hann hevur áður verið í Real Madrid. Ein fyrrverandi spælari úr Barcelona er á landsliðnum, og felags fyri hesar báðar er, at teir hava gift seg til pass í Andorra.
Eitt felag eitur annars Andorra. Tað spælir í 3. deild í landskappingini í Katalonia, sum er spanskur granni hjá Andorra. Men landsliðsvenjarin kann ikki velja millum nógvar av spælarunum á hesum liðnum, tí teir eru portugisar og spaniumenn.
Hava onkuntíð skelkað
Tá Andorra royndi seg í fyrsta venjingardystinum 13. november 1996 á heimavøllli móti Estlandi taptu teir 6-1, og tað átti at givið ábending um hjálparloysi (sjálvt um Føroyar taptu 5-0 móti Estlandi í fjør). Men tað skal við í myndina, at tað var javnleikur til tað bara restaðu 25 minuttir, men so skoraði ein spælarunum hjá Estlandi fýra ferðir upp í slag.
Stutt undan HM kappingini í fjør ? tað var 3. juni ? spældi Andorra móti Brasilia, sum var á veg til HM í Fraklandi, har teir komu í finaluna. Brasilia vann 3-0, men tað vóru mong, sum undraðust yvir avrikið hjá Andorra.
Tá Andorra í EM undankappingini fór til byernes by París og spældi móti nýklæktu heimsmeistarunum, fekk Dávid og Goliat myndin vind í seglini. Frakland vann 14. oktober ? sama dag sum Føroyar taptu 2-1 í Aberdeen ? 2-0 móti Andorra, sum helt málið reint í meiri enn ein klokkutíma.
Ísland á skránni
Nú fyrireikar Andorra seg til teir sjey dystirnar, sum teir hava eftir í hesari EM undankappingini.
Andorra er í bólki saman við Fraklandi, Russlandi, Ukraina, Íslandi og Armenia.
Næsta uppgávan hjá teimum eitur Ísland á heimavølli. Fótbólturin norðuri í Europa líkist á mongum økjum frá honum syðri á, og tað er einki at ivast í, at teir í Andorra síggja venjingardystin móti føroyingum sum eitt kærkomið høvi at fyrireika seg til tað slagið av fótbólti, sum bíðar teimum, tá Ísland kemur at vitja. Men sjálvt um teir hugsa nógv um íslendingarnar, so er ikki ilt at ímynda sær, at teir seinnapartin í dag fara at leggja alla orku í at vinna móti føroyska landsliðnum.jh









