aftur, eftir at hava verið í einum rættiligum aldudali eina tíð. Tá ið prísurin á svartkjafti var í hæddini í fjør, var hann eini 90 oyru fyri kilo. Men síðani rapaði hann í botn, og kom eitt skifti heilt [...] vit høvdu hann í telefonini úr Noregi í fyrrakvøldið. Tí saman við øðrum, hevur hann nú keypt eitt nýtt ídnaðarskip til landið. Tá ið vit fingu fatur á reiðaranum høvdu teir júst verið í bankanum og un [...] tíðina. ? Somuleiðis vórðu nýggj spøl sett í hann fyrst í nítiárunum, umframt at messan og salongin eru nýggj. ? Men yvirhøvur er báturin so væl hildin, at í nógvar mátar er hann sum ein nýggjur bátur
feløg liggja framvið og skulu hava ein fjørð í sambandi við oljuvinnuna. Hetta er so ikki góð reklama fyri Suðuroynna. Hesir báðir firðirnir hava verið brúktir í yvir 100 ár til at breyðføða restini av [...] íløgur í samferðslu, har tað annars ber til at sleppa aftur og fram fleiri ferðir um dagin, ikki metast sum annað enn luxus. Hergeir Nielsen sigur, at hann nú fer at taka íløguraðfestingina upp í Tjóðv [...] stórt misljóð í at seta pening av til løgtingshús, so leingi lívsneyðugar íløgur liggja á láni. Tí hevur hann ilt við at góðtaka, at raðfestingin verður strikað við einum pennastrokið. Í fínasta lagi
tað í framtíðini verður minnni enn helvtin av vatninum eftir í henni. Tí parturin, sum SEV sigur seg skula hava úr Vesturdalsá, sum síðani rennur víðari, í tann partin av Fjarðará, sum rennur út í Fun [...] er 55%. Av tí, at næstan einki vatn rennur í ánna aðrastanis frá, enn úr Vesturdalsá, verður vatnmongdin í Fjarðará minkað niður undir helvtina av tí, sum er í henni dag. Tað fer sjálvandi at merkjast, [...] teimum Fjørðurin ?doyði? í 30?unum Til dømis er tað hent einaferð í tríati-árunum, at fjørðurin mestsum doyði. Orsøkin til tað var, at samstundis, sum at tað hevði verið turkur í langa tíð, kom alga rekandi
Smyrli hevur verið so mikið stórur í summar, at pláss rætt og slætt ikki hevur verið umborð fyri bingjunum við fiskaslógvi. Tí hava tær staðið á bryggjuni í sólarhitanum í dagavís, meðan bíðað hevur verið [...] uppi. Í løtuni landa tveir trolarar hjá Hamranesi í Hvalba, og tískil fær virkið eisini væl av slógvi teir næstu dagarnar. Men hetta heldur stjórin ikki vera nakran trupulleika. ? Vit fylla slógvið í bingjurnar [...] fullar, flyta vit tær norður um fjørð, so tær koma til Fuglafirðar. Eg eri nevniliga vísur í, at ein loysn verður funnin á málinum, og væntandi verður hon funnin longu í dag, sigur ein avgjørdur Harald
er ikki betur, tá eitt sindur av røring er í sjónum. Hendan ótespiliga og illa luktandi evjan verður síðani drigin runt skipið - upp í salónirnar - og inn í bilar av ferðafólki, ið eru noydd at ferðast [...] sjálvan hava verið við Smyrli ein týsdag, tá slógv varð flutt norður um fjørð, og helt hann luktin vera ótolandi. Tó ivast hann í, um lukturin frá slógvinum er heilsuskaðiligur, og ger hann greitt, at tað [...] umstøðum, sum í løtuni eru. Tó vísir Bárður Enni á, at tað er Heilsufrøðiliga Starvstovan, ið góðkennir kokkahúsið og kafeteria umborð á Smyrli, og vísir tað seg, at slógvið beinleiðis kann koma í samband við
Í dag hugsa vit ikki nógv um, tá ið rúmdarfør og -menn fara út í rúmdina, ja enntá spáka í leysari luft langt har úti. Í dag er tað einki, sum undrar okkum, tí vísindin hevur prógvað, at hon er farin langt [...] onkur kanska hugsaði, at slíkt fór Gud aldrin at loyva. Men tá ið klokkan var fýra minuttir í trý hoyrdist á røddini í radionum, at nú var okkurt við at henda ? og rætt var ? menniskjan kláraði tað, hon steig [...] og við tað sama varð Stars and Stripes reist í húnar hátt uppi á mánanum, og er tað ikki dottið av mánastormi, so flaggar tað enn. Hesa náttina skrivaði eg í dagbók mína m.a. »??Tað er undarligt at hugsa
Frederiksen í 1976 sum lærari í Porkeri, og vit vóru so tveir einir í gamla skúlanum, til vit fluttu niðan í nýggja skúlan í 1984. Tó so, ein kona í Porkeri, Judith Mortensen, undirvísti í fleiri ár í hondarbeiði [...] sum fimti lærarin. Góðar umstøður Í 1967 gjørdist Hilmar Bech fyrstilærari í Porkeri. Í 1963-64 var hann á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole og í ´87 - '88 á ársskeiði í Havn, umframt onnur skeið, hann hevur [...] ganga túrar í náttúruni við skúlabørnunum. Eisini hevur verið siður í mong ár, at børnini í 6. og 7. flokki fara ein túr norður um fjørð, so tey vitja uttanfyri Suðuroynna, meðan tey ganga í skúlanum. Tingmaður
var Símun Oliver Johannesen. Hann búði Heimi á Sandi í Fuglafirði, og lýsti hann í málningunum sínum, umhvørvið hiðani. Lorvíksfjall átti fastan sess í myndum hansara, og Tyrlarnir smæddust heldur ikki burtur [...] teir bestu málningarnir, sita enn í huganum. Kanska er tað so. Hetta var triði dagurin. Ljósið mentist í hvørjum. Og tað var gott. Ævigi listamaðurin Sælar løtur hava verið í fimleikarhøllini øll hesi árini [...] svallig døgg á tómum speglum men eisini skyggjandi knívar í skugga sannleikans kvirrar løtur livandi arr í slignum brekkum helluæðrar ørkymlandi mótloysi í trongum gøtum (Alexander Kristiansen)
Vestmanna Ítróttarfelag fer seinnapartin í morgin at skipa fyri tiltaki, sum endar við báli Inni á Fjørð. Tiltakið byrjar kl. 16.3o og heldur so fram út á kvøldið. Á skránni verður tað »vanliga«, sum plagar [...] hvørjum teir skulu spæla ímóti. Lutakastið verður umleið hálvan juli, og dystirnir skulu spælast seinast í august.
læraraprógv á Haslev Seminarium í 1958. Hann var lærari við Vágs skúla í 1958-59, og hevur síðan 1959 verið lærari her í bygdini. Síðan 1967 hevur hann verið fyrstilærari. Í mongum bygdum fyrr var lærarin [...] okkara, sum í dag eru foreldur og hava børn í skúlanum, hava eisini havt Hilmar sum lærara. Vit minnast hendan unga og ídna læraran, ið gekk upp í sítt yrki við lív og sál og sum vildi nakað í tí gerningi [...] Í Porkeri hevur ein av okkara góðu og trúføstu lærarum, Hilmar Bech, sín seinasta skúladag í dag. Hann hevur røkt hetta starv nú í 40 ár - og vilja vit takka honum fyri tann ómetaliga týdning, ið hann