Koma við nýggjum skipi til Føroya um vikuskifti

?Vit eru sera vælnøgdir við keypið, tí hóast skipið er bygt í 1978, er tað í mangar mátar sum eitt nýtt skip, sigur reiðarin, Atli Hansen

?Vit halda, at vit hava gjørt eitt sera gott keyp.

Tað skerst ikki burtur, at gøtumaðurin Atli Hansen var sera vælnøgdur, tá ið vit høvdu hann í telefonini úr Noregi í fyrrakvøldið.

Tí saman við øðrum, hevur hann nú keypt eitt nýtt ídnaðarskip til landið.

Tá ið vit fingu fatur á reiðaranum høvdu teir júst verið í bankanum og undirskrivað pappírini, og haðani gekk leiðin beint oman aftur á skipið at strika norska flaggið afturi á hekkuni og at vinda Merkið á stong ístaðin.


Kostar 46 milliónir

Og hann dylir ikki fyri, at hann heldur, at gøtumenn hava gjørt eitt gott keyp.

Tí hóast báturin er bygdur í 1978, er hann í sera góðum standi.

? Báturin er nútímansgjørdur so við og við alla tíðina, sigur Atli Hansen.

? M.a. er elektronikkurin á brúnni javnt skiftur út alla tíðina.

? Somuleiðis vórðu nýggj spøl sett í hann fyrst í nítiárunum, umframt at messan og salongin eru nýggj.

? Men yvirhøvur er báturin so væl hildin, at í nógvar mátar er hann sum ein nýggjur bátur, og tað vísur seg at vera ógvuliga liviligt umboorð, sigur Atli Hansen.

? Føroyingar hava eisini verið við til fiskiskap við bátinum hesar seinastu túrarnar, og vit hava verið væl nøgdir við bátin og, hvussu hann riggar.

?Báturin hevur altíð fiskað væl og hann hevur riggað væl.

? So tað er ongin orsøk til at halda, at hann ikki eisini skal ganga væl undir føroyskum flaggi.

Atli Hansen sigur, at tað er eisini so heppið, at prísurin á ídnaðarfiski er á veg uppeftir aftur, eftir at hava verið í einum rættiligum aldudali eina tíð.

Tá ið prísurin á svartkjafti var í hæddini í fjør, var hann eini 90 oyru fyri kilo.

Men síðani rapaði hann í botn, og kom eitt skifti heilt niðurímóti 30 oyru fyri kilo.

? Nú er hann so á veg uppeftir aftur og í løtuni er hann um 50 oyru fyri kilo.

Tað eru tó fá sum vænta somu metprísur aftur, sum í fjør

Nýggi Jupiter kostaði 46 milliónir krónur.

Hann er knappar 69 metrar langur, 10,8 metrar breiður og hann tekur 1.600 tons. Tað er helvtina meir enn Jupiter, sum er, tí hann tekur ikki meiri enn 1.050 tons.


Eitt stórt framstig

Atli Hansen heldur, at hesin báturin er eitt stórt framstig afturímóti tí Jupiter, sum teir nú hava.

? Jupiter, vit hava, er bæði ov lítil og ov gamal.

?Men størsti fyrimunurin við hesum bátinum, er, at hann kann trola, tí tað kundi gamli Jupiter ikki.

?Sostatt kunnu vit eisini nú fiska svartkjaft, sum ikki er kvoteraður -enn- og tað skuldi verðið eitt munandi íkast til raksturin, sigur reiðarin.

Annars fer báturin at fiska annan ídnaðarfisk, sild, makrel og lodnu.

Hann sigur, at teir skulu fiska fyri einar 22-24 milliónir fyri at báturin skal bera seg, og tað heldur hann, at útlitini skuldu verið góð fyri.

Men fyri at koma so langt upp, krevst eisini, at vit fáa nakað burturúr svartkjaftinum, leggur hann afturat.



Koma um vikuskiftið

Atli Hansen sigur, at teir hava keypt bátin við allari trolútgerðini umborð.

Og nú skulu teir inn á onkran norskan fjørð, har norðmenn skulu royna trolið saman við føroysku manningini.

Ætlanin er eisini, at fýra norðmenn skulu við Jupiter tann fyrsta túrin til fiskiskap undir føroyskum flaggi, ella báðar tveir, at venja føroyingar við at fiska við troli.

? Vit eru nótamenn burturav og eru púra ókunnugir við trol.

? Tí er tað hent, vit fáa norðmenn við í fyrstuni at vísa okkum, hvussu vit, skulu brúka trolútgerðina, sigur Atli Hansen.

Ætlanin er so at koma til Føroyar við skipinum um vikuskiftið, og í næstu viku verður so farið at fiska svartkjaft.


Hava leitað leingi

Nú gøtumenn hava keypt hendan bátin, er tað endin á eini drúgvari leiting eftir einum hóskandi skipi ístaðin fyri gamla Jupiter, sum tíðin nú var farin frá.

?Ja, vit hava sóknast eftir einum skip leingi, sigur Atli Hansen

? Helst vildu vit havt eitt skip, har vit eisini kundu virka svartkjaft umborð, tvs, skorið hann til flak.

? Tað eydnaðist ikki í hesum umfarinum og hetta skipið er so tað, sum fíggjarstøðan strekkir til í løtuni.

Men Atli Hansen sigur, at nú verður tað ikki við tað allarfyrsta, at teir fara undir eitt skip afturat, sum kann virka svartkjaft umborð.

? Nú mugu vit fáa hetta á ordiliga føtur fyrst, áðrenn vit fara at hugsa um nakað annað, sigur hann.

Nú nýggi Jupiter kemur í flotan, yvirtekur hann kvoturnar hjá gamla Jupiter.

Sostatt skal gamli Jupiter úr flotanum.

Hann er lagdur, og arbeitt verður nú við at selja hann, sigur Atli Hansen.