Sum støðan er, kemur tað ikki uppá tal, at eg atkvøði fyri ætlanini um tunnil undir Vestmannasundi.
Hergeir Nielsen er einasti tingmaður úr Suðuroy í samgonguni. Og sum slíkur er tað mest hann, sum hevur møguleika at ávirka avgerðina hjá landsstýrinum fullkomiliga at at strika nýggja Smyril av fíggjarlógini, beint ímóti øllum ætlanum fyri bara einum ári síðani, tá ið landsstýrið kunngjørdi, at hann skuldi byggjast nú.
Vit hava spurt Hergeir Nielsen, um hann kann liva við, at Smyril bráddliga er strikaður á fíggjarlógini.
Nei, tað kann eg ikki, sigur hann.
Hann sigur, at tað er tungt at byggja landið upp av nýggjum, eftir at tað er fullkomiliga uppslitið í hesum sambandstíðum, sum hann tekur til.
Tað ber ikki til at sýta fyri, at tað eru nógvar og stórar íløgur, sum tað er neyðugt at gera.
Men tað er undrunarvert, at landsstýrið fyrst loypir á, har, har umstøðurnar eru frægast og goymir tað allamest átrokandi íløgurnar til allarseinast.
Ikki uppá tal
Hergeir Nielsen ger púra greitt, at sum støðan er, kemur tað slett ikki uppá tal, at hann fer at atkvøða fyri ?anlegslógini³ so at undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund kann gerast.
Tað kemur ikki uppá tal, fyrrenn full greiða er fingin á, hvat ætlanin er á samferðsluøkinum.
Hann sigur, at samanborið við ein nýggjan Smyril, sum er ein spurningur um lív ella deyða hjá suðuroyingum, kunnu íløgur í samferðslu, har tað annars ber til at sleppa aftur og fram fleiri ferðir um dagin, ikki metast sum annað enn luxus.
Hergeir Nielsen sigur, at hann nú fer at taka íløguraðfestingina upp í Tjóðveldisflokkinum.
So fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur hann.
Hinvegin fæst hann ikki at siga nakað um, antin hann fer at seta stuðulin til samgonguna í veð fyri at fáa nýggjan Smyril.
Hann sigur, at tá ið landsstýrið setti Smyril á langtíðarfíggjarætlanina, vildi hann mett, at ein raðfesting varð gjørd.
M.a. heldur hann, at tað er stórt misljóð í at seta pening av til løgtingshús, so leingi lívsneyðugar íløgur liggja á láni.
Tí hevur hann ilt við at góðtaka, at raðfestingin verður strikað við einum pennastrokið.
Í fínasta lagi
Hergeir Nielsen sigur, at hann hevur hoyrt sum grundgeving fyri at strika Smyril á fíggjarlógini, at bý- og bygdaráðsformenninir í Suðuroy hava biðið um stundir at gera sínar metingar av, hvør loysn er tann frægasta á ferðasambandinum ímillum Suðuroy og Havnina.
Tað er heilt burturvið, tí teir bóðu um nakrar heilt fáar vikur at gera nakrar kanningar í. Tað er ikki nóg góð orsøk til at strika skipið heilt. Tað er sjálvsagt, at suðuroyingar sleppa at gera sínar metingar. Tað hevur landsstýrismaðurin í Samferðslumálum eisini lovað.
Hann hevur eisini lovað mær, at tingmenn úr Suðuroynni sluppu at siga sína hugsan.
Men enn havi eg ikki hoyrt eitt orð frá honum, sigur Hergeir Nielsen.
Hann heldur eisini, at kolldømingin av Vágsfjørði og havnini á Drelnesi, sum hevur verið frammi seinastu dagarnar, virkar ógvuliga bíløgd. Men hann vil ikki ssiga, frá hvørjum.
Men vit vita, at feløg liggja framvið og skulu hava ein fjørð í sambandi við oljuvinnuna. Hetta er so ikki góð reklama fyri Suðuroynna.
Hesir báðir firðirnir hava verið brúktir í yvir 100 ár til at breyðføða restini av Føroyum.
So at teir ikki kunnu brúkast nú, kann eg ikki taka undir við, sigur Hergeir Nielsen.