Ólavur í Beiti
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevur nú lagt broytingaruppskot til galdandi lóg um flutning av fiski. Í viðmerkingunum verður sagt m.a., at lógin um stuðul til flutning av fiski hevur til endamáls at javnstilla fiskakeyparar, sum bjóða uppá heila last ella partar av last, sum neyðugt kann verða at flyta til virkingar yvir fjørð ella sund. Henda lógin varð seinast broytt á vári 1999.
? Hesar broytingar førdu m. a. við sær, at í mun til frammanundan kundi stuðul ikki latast, um fiskurin var seldur um uppboðssølu og landaður t.d. á Eiði ella á Tvøroyri. Uppskotið førir nú við sær, at hetta aftur verður møguligt, t.v.s. hevur skip selt um telefonuppboðssølu, so kann veitast stuðul til flutning frá landingarstað til virki í økjum, har firðir ella sund skilja, sigur Jørgen Niclasen.
Til 31 desember
Jørgen Niclasen sigur eisini í viðmerkingunum, at seinasta ár samtyktið løgtingið at lata stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski og virkað livur og rogn frá virki til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja. Hetta í eini roynd at javnstilla virkir í útjaðarunum við virkir á meginøkinum. Í viðmerkingunum í álitinum frá vinnunevndini varð sagt, at hetta »bert skal vera galdandi i eini royndartíð, og verður tá tikin støða til spurningin, um stuðulin skal halda fram.« Hetta samtykti løgtingið, og er henda royndartíðin nú úti. Virkir í Sandoynni og Suðuroynni hava gjørt brúk av ásetingini.
Og Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, metir, at hetta er í tráð við setning samgongunnar um útjaðaran og mælir tí við hesum uppskoti til, at royndartíðin verður longd til 31. desember 2000.
Játtanin á løgtingsfíggjarlógini fyri 2000 er 3 mió. kr., men tað er ikki nóg mikið nú royndartíðin verður longd. Og til tess at fáa munin miðar fiskimálaráðharrin ímóti at lækka stuðulin og áseta nærri broyting í verandi kunngerð sum skjótast.
Frystigoymslur
Henrik Old hevur lagt uppskot fram eisini viðvíkjandi flutningi, men tað er um at javnstilla frystigoymslur í útjaðaranum við somu goymslur í miðstaðarøkinum.
Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Henrik Old, at tað kostar í dag umleið 0,35 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá útjaðaranum til miðstaðarøkið, meðan tað bara kostar umleið 0,10 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá frystigoymslu til framleiðsluvirki í meginøkinum.
Og Henrik Old metir, at útreiðslurnar av uppskotinum skulu liggja innan fyri verandi játtan til flutningsstuðul á fíggjarlógini.