samgonguna um at fáa tað samtykt, og vón hennara er, at tað verður samtykt. Men hon sigur seg tó vera eitt sindur bangnan fyri, at samgongan fer at atkvøða ímóti. Verður hetta støðan, heldur hon tað vera staðfest [...] ? Tað hava altíð verið tey tímaløntu, ið hava verið við sviðusoð, og soleiðis sær tað út til, at tað framhaldandi fer at vera. Fíggjarmálaráðharrin lovaði teimum alment løntu, at karensdagarnir skuldu [...] tímaløntu verða uttan himpr sett til viks. Tey verða rætt og slætt diskriminerað, og tískil er fólkaræðið sett til viks. Ingeborg sigur seg hava appelerað til andstøðuna um at leggja uppskotið fram, og nú hevur
Michael Lund og táverandi løgmálaráðharrin hava tí sín part av heiðurinum fyri, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru vorðin so spent, sum tey nú eru - og at polarisering nú fer fram millum flokkar [...] vísir, at Sambandsflokkurin megnar framvegis at vera størsti flokkur, men at Tjóðveldisflokkurin gongur nógv fram, og verður nærum eins stórur og Sambandsflokkurin. Kanningin gevur Fólkaflokkinum og Javn [...] fegnist kortini um, at framgongdin hjá Javnaðarflokkini er jøvn - hóast hon er lítil. Tað hevur uttan iva sín fyrimun, og eg síggi tað sum nakað positivt. Í valstríðnum fer myndin uttan iva at broytast nakað
eisini kundi verða við. Tað var eitt slag av kapping, sigur Terji. Og júst hesar báðar útgávurnar hjá Frændum og Terja, sum komu í 1988 og 1990, verða av mongum mettar at verða tær bestu í Føroyum nakrantíð [...] 10 ár eftir, at hon kom út? ? Nú fløgan varð vald at verða tann besta, setti eg meg at lurta eftir henni. Tað ganga ofta ár ímillum, at eg hoyri hana, men nú helt eg, at eg mátti lurta eftir henni aftur [...] mær er, at fløgan hevði verið fullkomin, um ein betri sangari enn eg hevði sungið. Mítt avrik er ikki á hædd við tað hjá tónleikarunum, og tað sigi eg ikki fyri at verða lítillátin. Eg meini tað. ? Men
øðiliga buldrasligur og hevði ongantíð tíð at sita stillur. Hvat ger ein góðan leiðara? At man hevur álit á starvsfólkunum og dugur at útdelegera. Og at man er tann man er. Eg haldi, at eg eri ein góður leiðari [...] ikkini og partíðarpolitikari. Eg eri nógv úti, so tað er gott, at eg havi eina tolna og góða konu. Hevur tú nógv vald? Eg havi nógva ávirkan har eg eri Hvussu er at arbeiða við tannáringum? Tað er ótrúliga [...] hevði hugsað mær at búð uttanlands eina tíð - í einum heitum landi. Hvat hevur lívið lært teg? At ikki taka tað fyri givið. Liva lívið meðan man hevur tað og gera ein insats sjálvur fyri at tað skal gerast
ætlar sær tó ikki at sita stillur og bíða eftir henni. ? Eg haldi, at eisini onnur skulu sleppa at føla kensluna av at hava meira pengar, enn man orkar at brúka. Eg kundi hugsað mær, at bilurin kundi blivið [...] ? Tað er einki at ivast í, at ein oljuvinna kemur til Føroya, og tí eri eg longu nú farin at liva yvir evni. Hesum greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum un [...] hugflogið, sum setur avmarkingarnar - og so tað faktum, at bilurin við sínum 7.000 cm3 og 350 hestakreftum, tað sama sum ein lítil flúgvari, bert koyrir 2 km upp á liturin, leggur hann afturat. Jú, Johan hevur
men nú skuldi tað vera. Elin heldur, at alt nú sær so positivt út, eftir góða úrslitið leygardagin, og tí vónar hon, at úrslitið verður 2-1 til føroyingar. ? Hvør fer at skjóta mál? ? Tað kundi verið John [...] ? Hvat fær Elin Mouritsen at fara til Skotlands at hyggja eftir fótbólti? ? Eg eri so ótrúliga stolt av teimum - av landsliðnum, og tí vil eg sleppa at uppliva teir einaferð á útivølli. Eg havi ongantíð [...] John Petersen, ella Jákup á Borg - ja, nú veit eg ikki. Tað kann eisini verða Todi, heldur Elin Mouritsen,
avgjørt ikki, at hetta er tað sama sum at ynskja loysing frá Danmark, og tí heldur hann, at einstaki føroyski veljarin eigur at spyrjast, um hann ynskir, at Landsstýrið skal fara til Danmarkar at samráðast [...] uppskot, ið fer at vísa myndugleikunum, hvørja støðu meirilutin av føroyingunum hevur til fullveldisætlanina. Og eg haldi, at allir føroyskir flokkar, ið siga seg virða fólkaræðið, tískil eiga at taka undir [...] veljaran Edmund Joensen heldur, at Jóannes Eidesgaard undirmetir vejalan, tá hann sigur, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða helst verður misvísandi, av tí at tað helst bert verða íðin fullveldisfólk, ið atkvøða
deildum og aldursbólkum. Eg venji sjálvur bæði 1. deildarliðið og 2. deildarliðið, og eisini unglingar. Trygvi Mortensen hjálpir mær bæði við venjing og at koma at kenna spælararnar betri. Og við øðrum [...] venjari og spælari, men ikki minst sum menniskja - altíð fyrikomandi og í góðum lag. Hann treivst í Hvalba og dámdi sera væl viðurskiftini har. Men Milan duldi ongantíð fyri, at hansara mál var at royna [...] í Royn, serliga tað fyrsta árið, tá hann skoraði nógv mál. Men tíverri manglaði Sasa nakað av sjálvsaga, og í fjør fekk hann ein so álvarsligan skaða, at hann var noyddur at gevast at sparka bólt. Nú koyrir
vinkonur og starvsfelagar ? millum annað á Sernámsdeplinum. ? Marita var arbeiðssom, álítandi og sera dugnalig til sítt fak. Hon var humoristisk og stuttliga at verða saman við. Eg havi alt gott at bera henni [...] Marita Petersen og Ása Ellefsen vóru júst farnar undir nýtt samstarv, nú Marita gjørdist sjúk og doyði. Tær skuldu í felag virka sum privatpraktiserandi psykologar, og ætlanin var eisini at granska. Men áðrenn [...] sigur Ása Ellefsen. Ása og Marita gingu á studentaskúla saman, og tær vóru eisini niðri og lósu um somu tíð. Seinni fluttu tær aftur til Havnar, kendust, gingu í bindiklubba saman og arbeiddu saman. ? Eg
flogfarinum, og bæði túrurin niður og túrurin uppaftur vóru góðir og ikki á nakran hátt óbehagiligir. ? Eg sat so ógvuliga væl, og fólk vóru so blíð og fyrikomandi. Omman eldri Richard sigur, at hann hevði [...] ferðini, og eg kendi ikki á mær, at hetta á nakran hátt gekk út yvir heilsuna. Richard heldur, at so leingi heilsan er góð ? og hann í allar mátar er væl fyri og er klárur, er eingin orsøk at setast afturá [...] desember og komu heimaftur, 3. januar. Richard fór niður og kom heimaftur við flogfarinum hjá Atlantsflogi, og í Danmark koyrdi hann í toki til og úr Slagelse, har hann helt jól saman við Rúna, damuni og børnunum