? Eg fari avstað aftur í mai!

Fyri jól skrivaðu vit um 93 ára gamla bóndan í Nólsoy, Richard Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð í lívinum fór út um landoddarnar. Somuleiðis hevði hann verið í Havn og fingið sær sítt fyrsta pass nakrantíð, eitt ES-pass. Saman við Rúna Poulsen í Nólsoy fór hann niður til Slagelse í Danmark at halda jól

93 ára gamli bóndin situr nú aftur í hugnaliga heimi sínum í Kongsstovu í Nólsoy.
? Eg havi upplivað nógv, síðan vit fóru úr Føroyum, 18. desember og komu heimaftur, 3. januar.
Richard fór niður og kom heimaftur við flogfarinum hjá Atlantsflogi, og í Danmark koyrdi hann í toki til og úr Slagelse, har hann helt jól saman við Rúna, damuni og børnunum.
? Eg hevði hvørki verið í flogfari ella toki áður.
Richard sigur, at hann var ongantíð bangin við tankan um at flúgva.
? Nei, tað var eg slett ikki. Eg kendi ongan seg helst ótta á mær, hvørki frammanundan, ei heldur tá ið eg fór í flogfarið.
Hann sigur, at hann kendi seg ógvuliga væl í flogfarinum, og bæði túrurin niður og túrurin uppaftur vóru góðir og ikki á nakran hátt óbehagiligir.
? Eg sat so ógvuliga væl, og fólk vóru so blíð og fyrikomandi.
Omman eldri
Richard sigur, at hann hevði ikki sitið leingi í flogfarinum, tá ið boð komu frá skiparanum um, at hann var boðin fram í stýrhúsið at heilsa upp á teir báðar, sum skuldu føra ferðafólkini trygt um hav og yvir lond.
? Tá ið eg kom fram, sigur skiparin, at eg var ikki elsta ferðafólk, sum hann hevði flutt millum lond. Omma mín var eldri; hon var 96, sigur hann við meg.
Gamli bóndin í Nólsoy sigur, at hann mátti ansa sær, tá ið hann setti høvdið inn um í stýrhúsinum, at hann ikki kom undir teir óteljandi knapparnar og kontaktirnar, ið har eru.
- Ja, har var eitt ótal av slíkum, sigur hann.
Richard sigur, at bæði skiparin og stýrimaðurin á flogfarinum hendan dagin, sum báðir vóru føroyingar, vóru fryntligir og prátingarsamir, og tað vóru flogternurnar, sum vartaðu ferðafólkini upp, so sanniliga eisini.
? Jú, hetta var eitt stórt upplivilsi, sum eg ikki hevði viljað verið fyri uttan.
Hann sigur, at tá ið hann var komin niður aftur at sita, komu flogternurnar við einum plastikposa til hansara. Í posanum var eitt lítið flogfar, sum kundi byggjast saman, og har var eisini ein konfekteskja.

Til altars
Richard og Rúni hildu sum nevnt jól í Slagelse.
? Vit høvdu eini góð og hugnalig jól saman við damuni hjá Rúna, sum lesur til sjúkrasystir í Danmark og børnunum.
Richard sigur, at hann og Rúni vóru í kirkju, 2. jóladag.
? Hetta var ein stór kirkja, men har vóru bert 30 fólk í kirkju hendan dagin ? og øll fóru til altars, bæði vaksin og børn.
Richard og Rúni fóru eisini báðir til altars í donsku kirkjuni.
? Í Føroyum er ikki vanligt, at børn fara til altars, fyrr enn tey eru fermd, men her fóru sjálvt tey yngstu børnini, sum vóru eini 5-6 ára gomul, eisini til altars.
Í Danmark koyrdu Rúni og Richard biltúrar, har teir hugdu seg um ymsastaðni, og somuleiðis vóru teir ein góðan túr í Sorø.
? Veðrið var rímiliga gott í Danmark hesar dagarnar. Tað var eitt lítið lot viðhvørt, men onkran dagin sást sólin, og einaferð var eitt lítið følv, sigur hann.

Avstað aftur!
Spurdur, um hann nú hevur fingið ?blóð á tonna? at ferðast, ásannar 93 ára gamli bóndin, at tað er ikki sørt, at hann hevur.
? Eg fari avstað aftur í mai! sigur hann, tá ið vit seta honum henda spurningin.
? Rúni fer niðuraftur í mai, og tey hava longu biðið meg komið við. Eg ætli mær eisini avstað aftur tá, um heilsan verður góð.
Hóast høga aldurin, hevur heilsan hjá Richardi verið góð.
? Eg hevði tað gott á allari ferðini, og eg kendi ikki á mær, at hetta á nakran hátt gekk út yvir heilsuna.
Richard heldur, at so leingi heilsan er góð ? og hann í allar mátar er væl fyri og er klárur, er eingin orsøk at setast afturá.
- Jú, eg haldi, at eg fari ein túr niður aftur í mai, sigur hann.
Eingin útróður
Spurdur at enda, hvussu tað gongur við útróðrinum hjá brøðrunum báðum, Rúna og Bárði, nú veðrið seinastu tíðina hevur verið so buldrasligt, sigur 93 ára gamli bóndin í Nólsoy at enda:
? Jú, teir fóru ein túr í kvøld, men annars hevur eingin útróður verið, síðan vit komu aftur úr Danmark. Til tess hava líkindini verið alt ov vánalig, sigur Richard Jacobsen.