? Eg eri vónsvikin av Javnaðarflokkinum

Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, heldur ikki, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða fer at geva eina misvísandi mynd av hugsan føroyinga um ríkisrættarligu viðurskiftini, eins og formaður Javnaðarfloksins vísir á

? Eg má siga, at eg eri keddur av, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við uppskoti okkara um vegleiðandi fólkaatkvøðu undan samráðingunum við donsku stjórnina.

Edmund Joensen heldur tað vera heilt løgi, at sjálvt Javnaðarflokkurin skal vera ímóti uppskotinum. Tí Javnaðarflokkurin er, eins og Sambandsflokkurin, andstøðuflokkur, ið ikki tekur undir við fullveldisætlanini.

? Var tað heilt rætt, so áttu allir flokkar á Løgtingi at tikið undir við uppskotinum, tí talan er um eitt fólkaræðisligt uppskot, ið fer at vísa myndugleikunum, hvørja støðu meirilutin av føroyingunum hevur til fullveldisætlanina. Og eg haldi, at allir føroyskir flokkar, ið siga seg virða fólkaræðið, tískil eiga at taka undir við uppskotinum.


Undirmeta veljaran

Edmund Joensen heldur, at Jóannes Eidesgaard undirmetir vejalan, tá hann sigur, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða helst verður misvísandi, av tí at tað helst bert verða íðin fullveldisfólk, ið atkvøða til eina slíka atkvøðugreiðslu.

? Eg eri vísur í, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða er ein góð leiðbeining til landsins myndugleikar. Ein slík vegleiðandi fólkaatkvøða gevur uttan iva eina góða mynd av, hvat føroyingar halda um fullveldisætlanina.

Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, vísti í Sosialinum í gjár á, at hann heldur eina meiningakanning geva eina nógv betri og greiðari mynd av hugsan fólksins enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða. Orsøkina segði hann vera, at hann ikki væntar, at øll fara at taka eina slíka fólkaatkvøðu í fullum álvara, av tí at talan bert er um eina vegleiðandi atkvøðugreiðslu.

Men Edmund Joensen er alt annað enn samdur við sjónarmiðum Jóannesar.

? Ein meiningakanning er bert ein meiningakanning, eins og so nógvar aðrar, ið fjølmiðlar og onnur gera við jøvnum millumbilum. Slíkar hava als einki við Løgtingið at gera, og eru tær ikki nøktandi. Ofta innihalda slíkar kanningar eisini alt ov nógvar spurningar, sigur Edmund Joensen og vísir á, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða greitt fer at vísa, hvussu stórur partur av føroya fólki er fyri fullveldisætlanini og hvussu stórur partur er ímóti. Hesum einfalda spurninginum heldur hann ikki, at ein meiningakanning kann svara.


Bankamálið gjørdi munin

Edmund Joensen heldur, at seinasta val var eitt protestval, har føroysku veljararnir vístu sína ónøgd við bankamálið. Men hann heldur avgjørt ikki, at hetta er tað sama sum at ynskja loysing frá Danmark, og tí heldur hann, at einstaki føroyski veljarin eigur at spyrjast, um hann ynskir, at Landsstýrið skal fara til Danmarkar at samráðast um at skipa Føroyar sum fullveldi ella, um Landsstýrið skal samráðast við stjórnina um eina skipan, har Føroyar framvegis eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.


Skomm

Formaður Sambandsfloksins heldur, at tað beinleiðis verður pínligt, um føroyingar skulu til eina fólkaatkvøðu komandi ár, eftir at Landsstýrið hevur gjørt ein fullveldissáttmála við donsku stjórnina.

? Tá Landsstýrið hevur verið í Danmark og samrátt seg til ein sáttmála, eru allar brýr við Danmark brendar, og tí er tað tá beinleiðis pínligt hjá veljaranum at skula til eina fólkaatkvøðu at taka støðu til sáttmálan.

? Eru hetta ikki heldur ógvuslig orð, ið kunnu flokkast undir tað nervakríggj, ið Høgni Hoydal skuldsetir andstøðuna at føra móti fullveldisætlanini?

? Nei, tað haldi eg als ikki. Andstøðan hevur ikki mist jørðsambandið, men samgongan hevur harafturímóti aldri havt nakað jørðsamband síðani hon varð til, sigur Edmund Joensen at enda og vísir á, at hann ikki hevur mist mótið viðvíkjandi uppskotinum um vegleiðandi fólkaatkvøðugreiðslu undan samráðingunum um ríkisrættarligu støðu Føroya.