? Tað hava altíð verið tey tímaløntu, ið hava verið við sviðusoð, og soleiðis sær tað út til, at tað framhaldandi fer at vera. Fíggjarmálaráðharrin lovaði teimum alment løntu, at karensdagarnir skuldu avtakast, men hetta varð ikki lovað teimum tímaløntu. Tey verða nevniliga altíð sett í seinastu røð, sigur Ingeborg Vinther, ið tó fegnast um, at Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin nú enn einaferð hava tikið stig til at leggja fram uppskot um, at dagpeningur skal veitast frá fyrsta sjúkradegi.
Í løtuni eru viðurskiftini soleiðis, at dagpeningur ikki verður veittur teimum tímaløntu fyrr enn triðja sjúkradagin, og sostatt missa tey løn fyri tveir dagar, um tey gerast sjúk. Harafturat er dagpeningaskipanin soleiðis háttað, at tey tímaløntu bert fáa útgoldið 80 prosent av vanligu lønini, tey hava vunnið seinatu fimm vikurnar.
Burturvið
Hetta heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag vera heilt burturvið. Men sigur hon seg væl skilja at støðan er sum hon er, tá við í Føroyum hava ein borgarligan landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, nevniliga Finnboga Arge.
? Støðan er rætt og slætt tann, at allir føroyingar eru ikki eins fyri lógini. Tey tímaløntu verða uttan himpr sett til viks. Tey verða rætt og slætt diskriminerað, og tískil er fólkaræðið sett til viks.
Ingeborg sigur seg hava appelerað til andstøðuna um at leggja uppskotið fram, og nú hevur hon somuleiðis appelerað til samgonguna um at fáa tað samtykt, og vón hennara er, at tað verður samtykt. Men hon sigur seg tó vera eitt sindur bangnan fyri, at samgongan fer at atkvøða ímóti. Verður hetta støðan, heldur hon tað vera staðfest, at tey tímaløntu als einki verða vird av landsins myndugleikum.









