? Eg eri klárur til oljuna?

Sigur Johan í Kollafirðri, komandi oljumillióningur og filmsstjørna

? Tað er einki at ivast í, at ein oljuvinna kemur til Føroya, og tí eri eg longu nú farin at liva yvir evni.

Hesum greiðir Johan í Kollafirði frá í samband við at hann hevur útnevnt seg sjálvan sum undangongumann fyri teir 45.000 milliónerarnar, sum hann sigur skjótt fara at búgva í Føroyum.

? Eg skal vera tann fyrsti at banka uppá, tá ein boripallur kemur at liggja á Kollafirði, sigur Johan, sum í 1996 var í Stavangar fyri at búgva seg út sum oljuborara (Rough Neck).

Enn er oljan ikki komin - men Johan í Kollafirði ætlar sær tó ikki at sita stillur og bíða eftir henni.

? Eg haldi, at eisini onnur skulu sleppa at føla kensluna av at hava meira pengar, enn man orkar at brúka. Eg kundi hugsað mær, at bilurin kundi blivið brúktur til at koyra brúðarpør við, sigur Johan í Kollafirði.

? Ella um einir fýra ungir, raskir menn ætlar sær eitt nú á konsert, so kundi eg lættliga koyrt teir, sigur hann.

? Tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingarnar - og so tað faktum, at bilurin við sínum 7.000 cm3 og 350 hestakreftum, tað sama sum ein lítil flúgvari, bert koyrir 2 km upp á liturin, leggur hann afturat.

Jú, Johan hevur keypt sær ein nýggjan bil, sum tó ikki er heilt nýggjur - hann er farin um tey 40.

?og forrestin, so er talan um ein Chevrolet Bel Air ´57 Wagon.

? Eg keypti hann í Keypmannahavn, har hann hevur verið síðani 1971. Hann var bláur, men eg havi altíð ynskt mær at hava ein reyðan bil, sigur Johan í Kollafirði.

Hann greiðir frá, at hann og nakrir vinir um kvøldarnar hava arbeitt upp á bilin, sum nú er nýsproytaður, reyður og hvítur. Um litin sigur Johan:

? Eg má siga, at hann minnir heilt nógv um sokkarnar?

? Annars koyrdu bæði Elvis og JFK í sama slag bili. Ja, sjálvt Bill Clinton sigst at hava ein, men hann er úti í einari so keðiligar gølu beint nú, at eg helst ikki vil snakka um hann, sigur Johan og bítur á kampi og setur knyklar í brýr.


Havi hvørki bitið negl ella start út í tóman heim

? Eg havi hvørki bitið negl ella sitið og start út í tóman heim ta seinastu tíðina, sigur Johan í Kollafirði.

? Ókey ókey! Eg havi kanska bitið onkra negl, men tað, sum eg meini er, at eg havi ikki ligið á tí lætu síðuni.

Og hetta meinar hann í álvara. Grundgevingarnar eru hesar:



1.? Eg havi týtt eina stutt(liga) søgu eftir Finn Søeborg úr donskum og lisið hana inn. Hon liggur á CD í Barnaútvarpinum hjá ÚF og bíðar eftir at verða send.


2.? Í september 1997 arbeiddi eg í ein mánað hjá B&U hjá Sjónvarpi Føroya og skrivaði eitt manuskript til eina krimi-parodi. Tað er ein lítil filmur í seks pørtum um ein privatdetektiv í Havn, sum eitur Johan - og sum av tilvild eisini eigur ein reyðan Chevrolet Bel Air árg. 57.


3.? Í desember kom tann heimabrenda fløgan »Radio Kollafjørð« út. Hon er 74,5 minuttir av reinum láturgassi. Eitt »must« fyri Radio-Kollafjørð-Entusiastin, sigur Johan og flennur.

Hann leggur afturat, at hetta er aðru ferð, at hann fæst við fløguútgávu. Fyrru ferð var í 1989 við Springs - tann fløgan kostaði 100.000 krónur - hesaferð ætlar hann at sleppa bíligari, og tí brennur hann tær sjálvur so hvørt, sum fólk bíleggja tær frá honum. Higartil er brendar 46 fløgur, so onkrar dagar hevur skúrurin næstan boblað yvir av berari heimabrenning, sigur ein reyð-oygdur Johan.


4.? Eg havi verið til screen test hjá Katrin Ottarsdóttir í Keypmannahavn og fingið ein leiklut í nýggja filmi hennara, leggur Johan afturat.

Og tá hann nevnir nýggja filmin hjá Katrin Ottarsdóttir, so er talan um einki minni enn ein høvuðsleiklut í dýrasta føroyska filminum nakrantíð, tí filmurin hevur eina fíggjarætlan upp á umleið 9 milliónir krónur

? Og soleiðis kundi eg hildið áfram, sigur Johan í Kollafirði.