trumfin á borðið, og setti Egil á Bø á vøllin og fram í álopið. Sum venjarin hjá EB/Streymi so beinrakið segði við Útvarpið hjá Kringvarpinum eftir dystin, so kundi tað vera líkamikið, um teir taptu við [...] Samuelsen vístu vegin. So at siga øll álopini hjá HB komu gjøgnum teirra vinstru síðu, har Jonhard Frederiksberg hevði stórar trupulleikar av vælupplagda suðuroyinginum. Fróði og Símun vóru eisini menninir [...] er tað minni hugaligt hjá HB at staðfesta, at teir endaligt eru avsettir í oddastríðnum. Vann HB, so var støðan ein heilt onnur, men nú er tað júst sum heimasíðuverturin hjá HB skrivar: »Vit høvdu
Tá ið boð eru eftir sløkkiliðnum í Havn, er bilurin hjá átaksleiðaranum altíð fyrstur avstað. Annfinn Reinert, sum í mong ár hevur verið átaksleiðari, hevur ofta sitið í hesum bili. Men tað er hann ikki [...] ikki longur, tí 1. oktober fór hann frá við eftirløn 68 ára gamal eftir at hava starvast hjá sløkkiliðnum í 45 ár. Annfinn Reinert er ein maður, sum altíð hevur nógv jørn í eldinum, og eingin vandi er fyri [...] um at vera. Anfinn Reinert hevur seyð í Norðadali saman við brøðrunum, har teir saman eiga húsini hjá ommuni og abbanum. Í Havnardali hevur hann eina leigutrøð, sum nøkur kríatúr ganga á. Um góðar tvær
nú høvðusvenjari hjá Barcelona, men hvørki hann ella José Mourinho vilja gera meiri burtur úr hendingin í fjør. - Hetta snýr seg ikki um Pep(Joseph Guardiola, fyrrverandi venjari hjá Barcelona, blaðm) [...] hugsa at heimurin skramblar saman um vit tapa. So kundi eg ikki gjørt mítt arbeiði, sigur Tito Vilanova. Venjarin sigur eisini, at hann tekur eina avgjerð í kvøld um Alex Song verður ein partur av hópinum [...] Camp í Barcelona í kvøld. Í fjør stakk José Mourinho fingurin í eyga á táverandi hjálparvenjaranum hjá Barcelona, Tito Vilanova. Eftir uppgerðina, sum Barcelona vann samanlagt, legði José Mourinho eisini
Eysturoynni. Og ein gerandislig hending, sum Súsanna ikki hugsar stórvegis um. Tað kann tó tykjast løgið hjá onkrum, hví í víðu verð ein ung kona úr einum stórbýi endar í so fjarskotnari bygd sum hesari? Og serliga [...] kom mamma hansara eisini at gera: - Tað var simpelthen bara so well her í Æðuvík, - alvorliga well, sigur hon við góðari Klaksvíks-dialekt. Tann eina avgerðin førdi til ta næstu. Og tá tey frættu, at eini [...] spyrja hana um fyrimunir og vansar við at búgva í eini bygd, ið liggur nakað langt frá alfaravegi. Fyrsti og størsti fyrimunurin, ið hon nevnir uttan at blunka, er tað framúr góða samanhaldið í bygdini.
Landsfundurin hjá javnaðarflokkinum Javnaðarflokkurin hevur fingið ein nýggjan veruleika. Á landsfundinum í kvøld og í morgin, verður tað mín stóra uppgáva, at fáa veljaran at skilja og at góðtaka tann [...] tann nýggja veruleikan. Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú javnaðarflokkurin hevur landsfund á Svangaskarði á Tpftum í kvøld og í morgin. Tað, hann sipar til, er, at javnaðarflokkurin nú situr í samgongu [...] andstøðu í heili átta ár. Hesin landsfundurin verður tískil eitt sindur serligur, tí hetta verður fyrsti landsfundurin eftir at javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu í eitt heilt ár og at úrslitið av
tað, at úrslit spyrjast burtur úr, vigar upp ímóti persónliga kostnaðinum, sigur Helena Dam á Neystabø. Helena Dam á Neystabø sigur, at tað var persónliga hart, tá hon sum landsstýriskvinna tók støðu til [...] arbeiðið gevur úrslit, fái eg aftur mót at rista ódnarveðrið burtur av mær og halda fram, sigur nýkosni formaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað er soleiðis við politikki [...] Sjálvstýrisflokkurin legði upp til longu undan valinum í 1998, sigur Helena Dam á Neystabø. Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at uppgávan hjá einum miðflokki er at raka á tann politikkin, sum er realistiskur
Andrew Sloan, sum tolkaði hann. Hann vitjaði fyri aðru ferð við Logos 2 fyri fáum árum síðani. Hann sigur, at hann gleðist yvir at síggja hvussu okkara infrastrukturur og vegakerv er útbygt hesi fýra ára-tíggini [...] ára-tíggini, síðani hann vitjaði her á fyrsta sinni. Tá hann sær hvussu høgt uppi í flestu ferðsluvegirnir hjá okkum hava ligið, so skilir hann væl, at vit byggja út vegakervið við bergholum og undirsjóartunlum [...] skiltu tey, at teir høvdu dripið eitt stórt tal av Týsku íbúgvunum í Poznan. Christian vaks ikki upp hjá kristnum foreldrum og var tí ikki ein persónligur kristin um hetta mundi, men í dag, tá hann hugsar
sum í fleiri ár hevur verið stórskjútti í Aalborg, skoraði næsta málið hjá heimaliðnum. Hetta var fyrsti landskappingardystur hjá honum í hesum umfarinum í Viborg. Viborg hevur ikki verið roknað millum [...] at málið hjá teimum var at enda millum trý tey fremstu í superliguni og harvið at vinna rættin til at spæla í Europa Cup komandi kappingarár. Viðhaldsfólkini spenna bogan eitt vet hægri. Hjá teimum telja [...] við at fáa mál. - Tað hekk væl saman hjá okkum fyrstu ltuna. Vit funnu væl hvønn annan, og vit høvdu fleiri málmøguleikar, men tíverri fingu vit ikki mál. Hetta sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Hann
heldur hann. Meinhard Jacobsen, sigur, at okkurt heilt ávíst á hesi ráðstevnuni er vert hjá Fiskavirking at hyggja nærri at. Meira vil hann ikki siga um tað evnið. Hann sigur, at hann er ikki farin í Nor [...] klárleggja nøkur ávís viðurskifti, sigur hann. Men hinvegin er eingin ivi í um, at til ber at brúka nógv av tí, granskarar finna fram til, tá tað er viðgjørt og tillagað, sigur stjórin á Føroya Fiskavirking [...] luttaka á ráðstevnu hjá WEFTA, sum er vestureuropeiskur granskingarfelagsskapur. Ásmundur Guðjónsson á Heilsufrøðiligur Starvsstovuni er ein teirra, sum stendur fyri ráðstevnuni. Hann sigur, at WEFTA er ein
Gundadal at fáa dystirnar avgreiddar við vælvild frá HB og B36. Johnny Nyby sigur heldur skemtiliga í viðtal við páskablaðið hjá AB í 2008, at hann man vera tann einasti í heiminum, sum hevur stovnað eitt [...] broytt gjøgnum hesa hálvu øldina, har vit hava havt fótbóltsvirksemi røttu megin Sandánna. Stovnari og fyrsti formaður felagsins var danski Johnny Nyby. Johnny Nyby var tá 22 ára gamal og stovnaði felagið á [...] ##med2## (Tað var her í gamla Argja Skúla, at AB varð stovnað og vandi fyrstu árini) Yndisfelagið hjá Johnny Nyby í Onglandi var Aston Villa, sum spælir í vínreyðum og ljósabláum. Soleiðis fekk AB sínar