Fyrsti EL Clasico dysturin í kvøld

Í kvøld tekur Barcelona ímóti Real Madrid í fyrra dystinum í spanska stórsteypadystinum, sum er ímillum vinnaran av La Liga og Copa del Rey.

 

Real Madrid vann í fjør La Liga, meðan Barcelona vann sponsku steypakappingina. Tí skulu tey aftur í ár hittast í stórsteypadystinum. Fyrru dysturin verður á Nou Camp í Barcelona í kvøld.

 

Í fjør stakk José Mourinho fingurin í eyga á táverandi hjálparvenjaranum hjá Barcelona, Tito Vilanova. Eftir uppgerðina, sum Barcelona vann samanlagt, legði José Mourinho eisini eftir táverandi hjálparvenjaranum. Í ár er støðan broytt. Tito Vilanova er nú høvðusvenjari hjá Barcelona, men hvørki hann ella José Mourinho vilja gera meiri burtur úr hendingin í fjør.

 

- Hetta snýr seg ikki um Pep(Joseph Guardiola, fyrrverandi venjari hjá Barcelona, blaðm) ella Tito. Hetta snýr seg um ein dyst ímóti Barcelona og soleiðis fyrireika vit okkum eisini til uppgávuna, sigur José Mourinho undan dystinum.

 

Tito Vilanova tók við eftir Pep Guardiola, sum valdi fyribils at taka frí frá fótbólti í eitt ár. Teir báðir hava í nógv ár arbeitt tætt saman. Tito metir ikki at tað er óvanliga stórt trýst á honum at vinna dystin.

 

- Eg veit, at hetta er ein týdningarmikil dystur, men eg kann ikki hugsa at heimurin skramblar saman um vit tapa. So kundi eg ikki gjørt mítt arbeiði, sigur Tito Vilanova.

 

Venjarin sigur eisini, at hann tekur eina avgjerð í kvøld um Alex Song verður ein partur av hópinum. Hann skifti í vikuni til Barcelona frá Arsenal.

 

Spanskur stórsteypadystur:

 

Barcelona – Real Madrid 21:30