TÝSKARIN CHRISTIAN BASTKE

Poul Jóhan Djurhuus

gjaranes@post.olivant.fo

Føddur og uppvaksin í Berlin. Upplivdi annan veraldarbardaga sum smádrongur. Búsitandi í USA. Hevur ferðast sum prædikumaður seinastu 50 árini um allan heimin. Vitjar í Føroyum í hesum døgum.


Í hesum døgum vitjar Týskarin, Christian Bastke, í Føroyum. Hann vitjar í ymiskum samkomum í døgunum 25. mai - 01. juni. Hann kemur m.a. at luttaka á ungdómssamfelagsmøtunum í Runavik um vikuskiftið.


Hetta er triðja ferðin hann vitjar í Føroyum, fyrstu ferð var í 1964. Tá vitjaði hann í Betesda og í Ebenezer. Hann minnist væl, at tað var ein, sum kallaðist Andrew Sloan, sum tolkaði hann. Hann vitjaði fyri aðru ferð við Logos 2 fyri fáum árum síðani. Hann sigur, at hann gleðist yvir at síggja hvussu okkara infrastrukturur og vegakerv er útbygt hesi fýra ára-tíggini, síðani hann vitjaði her á fyrsta sinni. Tá hann sær hvussu høgt uppi í flestu ferðsluvegirnir hjá okkum hava ligið, so skilir hann væl, at vit byggja út vegakervið við bergholum og undirsjóartunlum.


Seinasta tokið úr Poznan

Tað var John F. Kennedy, sum segði hesi kendu orðini undir eini vitjan í Berlin: “Ich bin ein BERLINER,” men Christian Bastke kann siga hesi orðini við fullari merking, tí hann varð føddur og vaks upp í sjálvum Berlin. Hann var 10 ára gamal, tá annar verðaldarbardagi endaði. Hann minnist, at hann, saman við foreldrunum, flýggjaði úr býnum Posen (Poznan), tá Russiski herurin var um at taka býin. Tey fóru við toki, og tá tey komu úr tokinum fingu tey at vita, at hetta var seinasta tokið, sum fór úr býnum, tí russiski herurin hevði tikið býin, og til teirra ræðslu skiltu tey, at teir høvdu dripið eitt stórt tal av Týsku íbúgvunum í Poznan.


Christian vaks ikki upp hjá kristnum foreldrum og var tí ikki ein persónligur kristin um hetta mundi, men í dag, tá hann hugsar um hendan tilburðin, so ivast hann ikki í, at Gud í síni forsjón hevði sína varðveitandi hond yvir honum, tá Hann lat tað eydnast hjá honum, saman við foreldrunum, at koma út í frælsið í tí seinasta tokinum úr Poznan.


Kemur til trúgv

Hann kom til trúgv á Jesus Kristus sum 17 ára gamal tannáringur undir eini vitjan í Onglandi. Har kom hann í samband við ein Major í bretska herinum, sum kallaðist Ian Thomas. Hesin leiddi 17 ára gamla Christian, úr Berlin, til eina livandi trúgv á Frelsaran. Hesin sami Ian Thomas hevur verið leiðari og lærari á bíbliuskúlanum Capernwray í Onglandi í mong ár, og tað eru fleiri føroyingar, sum kenna Ian Thomas persónliga. Christian sigur, at Ian Thomas varð yvir 90 ára gamal, og at hann fór heim til Harran í fjørð.


Kallið út í tænastuna

Christian fór á keypmansskúla í Bremen har hann eisini fór at arbeiða innan fluttningsvinnuna. “Eg kendi tað sum, at eg var ikki á røttu hyllini í arbeiði mínum. Tí fekk eg mær farloyvið í 6 mánaðir, har eg fór at arbeiða á eini kristnari ungdómsmiðstøð. Eftir hesar 6 mánaðarnar var eg sannførdur um, at min tænasta í Guds ríki er at prædika Guds orð.” Samstundis sannaði hann, at hann hevði brúk fyri at koma at kenna Guds orð og bíbliuna betur. Tí fór hann á Moody Bible Institut í USA eitt ár, og har frá fór hann á Columbia International University (Kristiligt Universitet) at lesa Gudfrøði í 3 ár, eisini í USA.


Ungdómsvinur við George Verwer

Á Moody Bible Institut læs hann saman við einum so navngitnum manni sum George Verwer. Teir hava verið vinmenn og samarbeiðsfelagar i OM-høpi síðani ungdómsdagarnar á Moody. Christian greiðir skemtandi frá, tá George Verwer og aðrir gjørdu seg kláran til traktatferðina til Mexico, sum vísti seg at verða startskotið til Operation Mobilisation (OM). “Vit høvdu fylt bilin á tremur við traktatum og bókum, so tað var næstan ikki pláss fyri teimum, sum skuldu vera í bilinum. Tá bilurin var liðugt lastaður og teir skuldu fara avstað, vil bilurin ikki starta, tí máttu vit allir skumpa bilin í gongd. Síðani tá, havi eg onkuntíð “arga” George við hesum, at eg bókstaviliga var við til at skumpa Operation Mobilisation í gongd.”


Ein umflakkandi orðsins tænari

Tá Christian var liðugur á Columbia Universiteti í 1960 byrjaði hansara tænasta at prædika og undirvísa í orðinum, sum hann eisini kendi seg kallaðan til, áðrenn hann fór á Moody bíbliuskúla. Hann hevur havt frá ungum av eitt serligt kall til at ferðast um í Europa og í Suður Eystur Asia, men sum undirvísari og prædikumaður í Guds orði hevur hann ferðast um á øllum continentum heimsins, men, leggur hann skemtandi afturat, enn havi eg ikki vitjað í Antarktis (Suðurpólinum).


Hann er 72 ár í dag, men framvegis er hann sum ein ungur maður og ferðast enn um allan heimin við evangeliinum og undirvísir í orði Guds. Hann vitjar einstakar samkomur, talar á seminarium, konferensum, samfelagstevnum og vanligum samkomufundum. Hann hevur verið knýttur at skipatænastuni hjá trúboðarafelagsskapinum OM meginpartin av sínum lívi, har hann mangan mynstrar umborð fyri fleiri mánaðir í senn. Beint áðrenn hann kom henda vegin hevði hann verið nakrar dagar umborð á Logos Hope, sum liggur í Kiel, og undirvíst. Tá hann er mynstraður umborð á OM skipunum, undirvísir hann manningini í kristnari leiðslu og lærisveinaskapi (Christian leadership and Discipleship).


Umborð á Smyrli týsdagin 27. á veg til Suðuroyar í dýrdarveðri


Christian hevur, síðani 1960., eisini verið tætt knýttur til Capernwray bíbliuskúlan, sum liggur í Onglandi, ígjøgnum Capernwray Missionary Fellowship, har hann hevur virka sum bíbliulærari og eisini sum altjóða umboð. Fleiri føroyingar hava ígjøgnum árini veri næmingar á Capernwray bíbliuskúla. Capernwray er eitt netverk av 16 bíbliuskúlum, sum liggja í fleiri londum. Tríggjar av hesum skúlum hevur Christian sjálvur tikið stig til at grundleggja. Í mong ár ferðaðist hann regluliga ímillum Capernwray bíbliuskúlarnar og undirvísti í Gudfrøði.


Dugir norskt

Tá Christian situr og samskiftir privat við føroyingar, so kann hann alt í einum skifta yvir til norskt, tá tað knípur við tí enska. Hetta kann hann, tí hann hevur virkað og búð í sjey ár í Kristiansand í Noregi. Kortini setur hann seg ikki føran fyri at prædika á norskum. Hann prædikar á enskum. Í 1965 giftist hann við Marthu úr California. Sum nýgift fluttu tey til Kristiansand at virka innan Missiónsfelagsskapin hjá Capernwray, Capernwray Missionary Fellowship. Tey vóru hesa tíðina ikki knýtt eini ávísari samkomu, men evangeliseraðu ímillum lesandi í býnum. Eisini skipaðu tey fyri konferensum. Tey búðu og virkaðu í Kristiansand í sjey ár, frá 1965 til 1972. Martha og Christian eiga trý børn, har tvey ery fødd í Noregi. Tey eiga trý barnabørn. Øll teirra børn og svigarbørn eru virksom í Harrans verki.


Christian og Martha hava sítt heim í statinum California. Ætlanin var, at konan skuldi verða við á ferðini í Føroyum, men tá hon fekk óvæntaðar uppgávur í Onglandi, so meintu tey tað vera rætt at raðfesta soleiðis, at hon varð verðandi í Onglandi. Hann ferð úr Føroyum mánadagin 2. Juni har konan býðar eftir honum í London.


Undirritaði hevur havt tann framíhjárætt at vera tolkur hjá Christian bæði á páskalegu í Danmark og á vanligum samkomufundum í Føroyum. Christian hevur ein hátt at siga Guds sannleikar uppá, sum fáir aðrir hava. Hann megnar at siga gamlar sannleikar við nýggjum vinklum.


Ferðaskrá:

Hóskvøldið 29. talar hann í Filadelfia í Gøtu kl.20.00

Hann verður við til ungdómssamfelagsmøtini í høllini í Runavík um vikuskiftið. Hann kemur at tala fríggjakvøldið kl.21.00 og leygardagin kl.14.00

Sunnumorgunin kl.11.30 talar hann í Nebo á Toftum og kl.18.00 verður hann í Betesda í Klaksvík.


Vilji Guds ræður!