Mín stóra avbjóðing verður at fáa veljaran at skilja nýggja veruleikan

 Tað verður avgjørt mítt mál at spæla kortini so mikið væl, at vit koma aftur í samgongu eftir næsta val, sigur løgmaður upp undir landsfundin hjá javnaðarflokkinum í kvøld og í morgin

Landsfundurin hjá javnaðarflokkinum

 Javnaðarflokkurin hevur fingið ein nýggjan veruleika. Á landsfundinum í kvøld og í morgin, verður tað mín stóra uppgáva, at fáa veljaran at skilja og at góðtaka tann nýggja veruleikan.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú javnaðarflokkurin hevur landsfund á Svangaskarði á Tpftum í kvøld og í morgin.
Tað, hann sipar til, er, at javnaðarflokkurin nú situr í samgongu, eftir at hava sitið í andstøðu í heili átta ár.
Hesin landsfundurin verður tískil eitt sindur serligur, tí hetta verður fyrsti landsfundurin eftir at javnaðarflokkurin hevur sitið í samgongu í eitt heilt ár og at úrslitið av førda politikkinum nú eru farin at síggjast av álvara.
 Veruleikin í andstøðu og í samgongu er heilt hvør sín. Í andstøðu kanst tú alla tíðina verða fullkomiliga trúgvur mótvegis tínum hugsjónum.
 Men í samgongu mást tú alla tíðina samstarva um at finna semjur og tað skulu støður takast, sum vit eru alt annað enn fegin fyri.
 Tað skal lorast onkustaðni fyri at kunna taka inn onkra aðrastaðni og tí kann tað onkuntíð verða trupult hjá veljaranum at síggja tað hugsjónarliga støðið aftur í tí førda politikkinum.
 Eg skilji væl teir veljarar, sum eru ørkymlaðir. Men fyri at fáa ávirkan, mugu vit í samgongu, so hóast samgongustarvið er merkt av, at vit samstarva við aðrar flokkar, og gera ótrúliga nógvar semjur, hava vit so als onga ávirkan yvirhøvur, táið vit sita í andstøðu.
 Sjálvandi byggir flokkurin á eitt grundstøði, men tað er neyðugt alla tíðina at flyta seg, fyri at fylgja við broytingum í tíðini. Og eg haldi at tað er altíð rætt at royna at koma í eina samgongu, har flokkurin fær ávirkan, heldur at ganga eina oyðimarkargongd í andstøðu.
Sostatt verður tað okkara uppgáva at greiða veljaranum so væl frá støðuni, at hann skilir hana og góðtekur hana.

Løgmaður vísir serliga á, at í hesi samgonguni er javnaðarflokkurin saman við tveimum borgarligum flokkum og tað slepst ikki undan at tað eisini merkir politikkin.
Eitt, sum hann hugsar um, er skattalættin, tí fólk kunnu av røttum spyrja, hví flokkurin góðtekur ein skattalætta, tá ið tað annars ikki eru ráð til tað stóra.
 Í hesum sambandi hevur tað týdning at staðfesta, at afturfyri skattalættan eydnaðist tað okkum at styrkja munandi um samhaldsfasta eftirlønargrunnin og tað hevur alstóran týdning fyri tey lágløntu. Júst hesi bæði eru góð dømi um semjur, sum tað er neyðugt at gera
 Á landsfundinum fari eg at brúka tíð uppá at greiða veljaranum frá, hví eg haldi at tað er týdningarmikið at vit eru í samgongu og hava ávirkan heldur enn at sita í andstøðu og lata onnur føra politikk yvir høvdinum á okkum, hóast samgongu-leikluturin kann kosta hugsjónarliga í summum førum.
Annars heldur formaður javnaðarfloksins ikki at hann kennir atfinningarnar frá fakfelagsleiðarunum aftur, sum eru prentaðar aðrastaðni í blaðnum.
 Eg kann ikki sameina meg við tey sjónarmiðini. Eg skal taka ábyrgdina á meg fyri at vit hava gingið fakfeløgunum ov nær í ávísum førum. Men tað er eisini neyðugt, at vit finna eitt smidligari samstarv við arbeiðsmarknaðin, so at vit saman kunnu taka framtíðar avbjóðingar á okkum og fáa ein tryggari arbeiðsmarknað og eitt tryggari samfelag.
Kortini heldur løgmaður, at tað er avgjørt ein bági, at løntakarafeløgini standa so spjadd.
 Tað hevði hjálpt munandi um løntakararnir kundu savnað seg um eina felags rødd og at tað hevði borið til at viðgjørt ymisk viðurskifti, eisini í fríðartíð, so at tað ikki altíð er so, at vit bara samskifta við eini hóttan um arbeiðssteðg hangandi yvir høvdinum og pistólini fyri pannuni.

Samdur um at býta virðini
Nú skerst ikki burtur, at javnaðarflokkarnir í hinum norðurlondum hava havt torført við at fóta sær í einum broytiligum heimi. Ymsir vengur eru í opnum stríði ímóti hvørjum øðrum og tað verður gjørt til eitt stríð um at varðveita, gomlu vinstra-linjuna ella um at søkja inn ímóti miðjuni. Er javnaðarflokkurin í Føroyum samdir um hesi viðurskifti?
 Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur tann øvugta trupulleikan sum tjóðveldisflokkurin hevur. Tjóðveldisfólk eru samd um fullveldið, men eru annars ósamd um tað mesta av øllum hinum, tí flokkurin hýsir fólki av vinstraveinginum yvir í høgraveingin.
Uttan at tosa um at liggja til vinstru ella inn ímóti miðjuni, sigur løgmaður, at Javnaðarflokkurin er púra samdur um, hvussu virðini í samfelagnum skulu býtast og um at tryggja vælferðarskipanirnar. Men um ríkisrættarligu viðurskiftini eru javnaðarfólk líka ósamd sum tjóðveldisflokkurin er fíggjarpolitikkin og onnur viðurskifti.
Í hesum sambandi er løgmaður ógvuliga spentur at hoyra hvørja støðu veljarin á landsfundinum hevur til ymisk mál, eitt nú einskiljingar, sum eru nokk so fremmandar fyri flokkin.
Sjálvur fer hann at greiða fundarfólkinum frá, hví hann heldur at tað er rætt at vera við og royna at ávirka einskiljingar, heldur enn at stinga høvdið í sandin og lata onnur fremja einskiljingarnar, heilt uttanum javnaðarflokkin.

Annars ásannar løgmaður, at á hansara egnu málsøkjum í landsstýrinum er rættiliga nógv hent.
 Føroyar eru rættiliga traðkaðar upp á altjóða, politiska pallin og tað fari eg eisini at greiða frá.
Í hesum sambandi hugsar løgmaður um Fámjinsskjalið, um yvirlýsinginina um sjálvsavgerðarrættin, um yvirtøkulógina, um avtaluna um uttanríkispolitisku heimildirnar, um Íslandssáttmálin og um kumuleringsavtalan og samskiftið við ES annars. Men hann hugsar eisini um flúgving, útbúgving og gransking og svartkjaftin.
 Eg fari at greiða frá teimum møguleikum, sum hetta gevur og um møguleikarnar fyri samstarvi við EFTA.
Løgmaður sigur eisini, at føroyingar eru nú farin at taka virknan luft í altjóða hjálpararbeiði og menningararbeiði.
 Alt hetta altjóða virkisøkið er áhugavert og gevur politikkinum eitt annað innihald.
Løgmaður fer somuleiðis at greiða frá 10 ára menningarætlanini og ikki minst hví hann heldur, at tað er neyðugt fyri javnaðarflokkin at hava eina menningarætlan.