Superliga
Sunnudagin varð sjøtul settur á seinna umfarið av donsku landskappingini. 33. og síðsta umfarið verður spælt mikudagin 13. juni. Tá verður greitt, hvør fer at standa við meistaraskapinum, og hvørji liðini verða, sum far at flyta niður í næstbestu deildina.
20. umfarið var á skránni sunnudagin. Og hóast tað resta 13. umfar, so varð tað, sum longu í heyst týðuliga sást, undirstrikað. Meistaraliðið frá í gjør, Herfølge, sum Jákup Mikkelsen framvegis verjir málið hjá, er illa statt. Tað fer at snúgva seg um eitt stríð og strev fyri at varðveita sessin í bestu deildini.
Sunnukvøldið var Herfølge á trið aftasta plássinum, men tað kann væl vera, at teir eru verri staddir enn so, tá blaðið verður lisið. Mánakvøldið spældu AB og AGF í Gladsaxe. Hesi bæði liðini eru næstu kappingarneytarnir hjá Herfølge at sleppa undan niðurflytingarplássinum. Um AB megnaði at vinna á AGF, lyftu teir seg upp um Herfølge. Hvussu tað gekk við tí stríðnum, far at frætta meira um í blaðnum í morgin.
Í FCK hava teir síðani kappingarbyrjan, 23. juli í fjør, sagt, at málið hjá teimum var at enda millum trý tey fremstu í superliguni og harvið at vinna rættin til at spæla í Europa Cup komandi kappingarár. Viðhaldsfólkini spenna bogan eitt vet hægri. Hjá teimum telja gullkrónur og einki annað.
Illa mannaðir
Jákup Mikkelsen og liðfelagarnir í Herfølge vóru sunnudagin í Viborg. Heimaliðið vann 3-0. Tað ljóðar kanska eitt sindur undarligt, men tað er ein veruleiki, at Herfølge hevði bóltin nógv mesta partin av tíðini, at Jákup Mikkelsen hevði millum lítið og einki at gera, og at hann ikki átti nakran lut í málunum.
- Tað sást væl, at talan var um fyrsta týdnignarmikla dystin eftir vetrarsteðgin. Ferðin var ikki serliga høg, og inn til teir fingu hol á, tóktist tað sum um, at hetta f´ro at verða ein typiskur 0-0 dystur.
Tað er Jákup Mikkelsen, sum vit hava í telefonini. Tá Viborg tveir minuttir undan steðginum setti hol á, var tað ein av hansara egnu, Torben Christiansen, sum hevði síðsta fótin á. Hann royndi at sparka bóltin burtur, men rakti somikið illa, at hann sigldi í málið aftan fyri Jákup Mikkelsen.
Í 2. hálvleiki skoraði Viborg tvey mál afturat. Á báðum førum var talan stikkbóltar í dýpdina. Báðu ferðirnar var Jákup Mikkelsen seldur, og tað sást týðuliga, at Herfølge hevði stórar trupulleikar í miðverjuni.
- Fleiri av føstu spælarunum hjá okkum eru skaddir, so tað sær ikki so ljóst út, heldur Jákup Mikkelsen.
Søren Frederiksen, sum er ættaður úr Viborg, men sum í fleiri ár hevur verið stórskjútti í Aalborg, skoraði næsta málið hjá heimaliðnum. Hetta var fyrsti landskappingardystur hjá honum í hesum umfarinum í Viborg.
Viborg hevur ikki verið roknað millum tey mest støðugu liðini í superliguni. Nú hava teir vunnið seg upp ímillum tey fremstu, og tað er ikki burtur við at ímynda sær, at teir í ár kunnu vinna DM fyri fyrstu ferð.
Framvegis lítla úrtøku
Størsta áskoðarafjøldin sunnudagin var í Parkini í Keypmannahavn. Hóast dysturin ímillum FCK og AaB varð sendur beinleiðis á TV3+ rásini, so møttu fleiri enn fimtan túsund upp. Nógv tey flestu vónaðu, at FCK skuldi vinna at harvið av álvara blanda seg seg í oddastríðið. Tey sóu FCK leggja bragdliga fyri og spæla seg til heilar og hálvar møguleikar. Men tey vórðu eisini mint á, at FCK hevur trupult við at fáa mál.
- Tað hekk væl saman hjá okkum fyrstu ltuna. Vit funnu væl hvønn annan, og vit høvdu fleiri málmøguleikar, men tíverri fingu vit ikki mál.
Hetta sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Hann var annar av fremstu monnunum í 4-4-2 spæliskipanini. todi hevði ongan upplagdan møguleika. Í 1. hálvleiki tóktist hann sera væl upplagdur, tá hann tamdi og sneiddi framvið mótstøðumonnum, og einar tvær ferðir var um reppið, at hann gjørdist leysur.
Undir liðini á sær hevði Todi Hene Fernandez, veteranurin úr Viborg, sum er nýggjur maður í FCK.
- AaB hevði ein møguleika, og hann skoraðu teir uppá. Tá teir høvdu fingið mal, var tað ikki so flótandi hjá okkum. Tíbetur fingu vit javnleik. Ståle Solbakken varð rendur um koll, greiðir Todi frá.
Fleiri mettu brotssparkið vera bíligt, og kanska var tað eitt sindur av tí, sum plagar at verða rópt kompensatiónsdómi. Einar tvær ferðir varð Todi skumpaður í ryggin, uttan at dómarin lat við seg koma.
Mesta av uppspælinum hjá FCK var eftir miðásini, har Ståle Solbakken var høvuðsmaður. Í borðunum vóru Suma og Thomas Thorninger. Teir megnaðu sera sjáldan at bróta ígjøgnum og harvið leggja innfyri.
Hene Fernandez varð kosin dagsins maður. Tað mundi ivaleyst komast av, at tað var hann, sum skoraði málið hjá FCK. Burtur sæð frá málinum var nýggi maðurin ikki serliga sjónskur.
Jylland á odda
Brøndby hevði vitjan av OB, sum fór við øllum stigunum. Heimaliðið hevði eina rúgvu av møguleikum, men fingu bara eitt mál. Í næst síðsta minutti skoraði OB sigursmálið.
At Brøndby tapti hevði við sær, at tvey lið úr Jyllandi komu í toppin. Silkeborg, sum saman við FCK og Brøndby verður metta at vera besta boðið upp á DM, vann grannastríðið ímóti FCM 3-1, og Viborg sigurin á Herfølge hevði við sær, at teir krupu heilt fram í oddin.
Lyngby verður roknað fyri lítið aftur ímóti teimum stóru í Keypmannahavn, FCK, Brøndby og eisini AB, men hóast teir ikki verða so nógv virdir, so roynast teir norðan fyri høvuðsstaðin væl. Sunnudagin vóru teir í Haderslev. Gestirnir vunnu 3-1 og løgdu seg á triðja plássið - framman fyri Brøndby og FCK.










