skjótleika og bóltførleika at matcha mótstøðumonnunum, og var í seinna hálvleiki fleiri ferðir við til at skapa tyngd í føroyska álopspartin, tá hann leitaði framvið. Bert spell, at hann ikki kann nýtast í [...] tó alla tíðina at stríðast, og fekk eisini løn fyri hetta, tá hann átti næstseinasta høvdið í uppspælinum til føroyska málið. Sum heild megnaði hann tó ikki treytaleyst at sannføra um, at hann framyvir [...] skotroynd longu í fyrstu røringini. Royndi at koma við í føroyska spælið, og eydnaðist hetta eisini til tíðir, og fekk hann um ikki annað sýnt, at hann væl megnar at koma inn í ein dyst.
eina løtu alt Svangaskarð upp at kóka. Í spælinum á vøllinum var tó í løtum sera trupult hjá honum at halda spælinum uppi á sama trýsti. Kanska tí hann sum hin fyrsti fekk at kenna lítla tolið hjá dómaranum [...] tí er bara at vóna, at tað eisini verður til nakrar dystir komandi árini. 11. Christian Høgni Jacobsen, Vejle BK (19/2) Var hesa ferð maðurin, sum fekk plássið við síðuna av John, og tó at hann ikki skoraði [...] skoraði, so er í løtuni ilt at finna nakað annað upplagt boð til plássið. Royndi nakrar ferðir at bjóða av, og var eisini um reppið at beina eitt hornaspark í kassan, men hevði sum heild sera truplar a
Byrjaðu væl At byrja við var eisini líkt til, at HB í øllum førum fóru at geva gestunum dygga mótstøðu í dystinum. Grasvøllurin, sum ofta hevur verið ein bági fyri føroysk lið, tóktist als ikki at nerva HB [...] ótarnaður kundi seta høvdið á bóltin. Onkur vildi kanska vera við, at Jóhannis í størri mun átti at forðað fyri málinum, men Jóhannis hevði helst nokk at hugsa um í hesi løtu. Hann stóð nevnliga einsamallur [...] tjóð. Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi
bæði, Lis og Bjarni, av, at best var hjá børnunum at vaksa upp í Føroyum, ikki minst tí at í Føroyum kundu børnini hava alla sína skúlagongd og miðnámsskúla, uttan at tey noyddust at flyta heimanífrá. Um tey [...] dáma ommu- og abbabørnum stak væl at koma á vitjan í Stårup, og omman og abbin dáma eisini væl at fáa tey á vitjan, sum vera man. Tískil kann tað eisini vera torført at venda aftur til Føroya, um øll tann [...] Spurdur um hann hevur roynt at hanga kjøt upp at ræsa, sigur Bjarni, at tað hevur hann ikki, tí tað nyttar ikki. Alt ov nógv væta er í luftini, so kjøtið rotnar bara. Tá er gott at hava nakað av seyði heima
ónin er. Tey hava lært, at konfirmatiónin merkir at siga ja til dópin. Fyri hana er eingin ivi um, at undirvísingin hevur verið sera áhugaverd, og at prestur hevur dugað væl at greitt teimum frá øllum [...] helst her at tey eru. Uttanfyri dyrnar er kortini lítið sum bendir á, at hesi 18 klaksvíkingarnir, tann eini konfirmanturin úr Haraldsundi og hin av Kalsoynni eru savnað saman. Men tað er altso her at ein finnur [...] finnur tey øll, ið ferð við at fyrireika seg til stóra dagin - konfirmasjónsdagin 9. apríl. Tey hava gingið til prest nú í eina tíð, men nú fer at álvara at nærkast til Dagin við stóra D. Niels Pauli Danielsen
fundarsalin. Vit fingu at vita, at Danmark bert fekk seks luttakarar inn í senn, og at sendinevndin fekk tvey gul kort at býta sínámillum. Tað fall mær í lut saman vid einum dana, at sleppa at luttaka í byrjanini [...] lagnunar speiðsemi, er at tann eina støðin vísti á, at onkur av ferðafólkunum, sum við vóru henda lagnumorgun, høvdu búð í USA og ætlaðu at flyta heim av trygdarávum. Tad er vónleyst at skriva frá eini slíkari [...] trygdarkrøvini fóru at vera so strong sum ongantíð fyrr, vegna tað sum var hent, og tí at nýggjar hóttanir vóru settar fram móti ST aðalskrivaranum, Kofi Annan. Fyri at koma inn í fundarsalin máttu vit hava
frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv [...] Paradís, vegna syndafallið; tí er tað at vit ongantíð koma uttan um Jesus, hann er einasti møguleiki fyri at koma inn í Guds ríki ein dag. Tað verður ofta sagt at tað vóru ikki naglarnir sum negldir vóru [...] jarðar fyri at fremja faðirsins vilja, og tað var at bjarga okkum inn aftur til Guds, sum vit vegna syndafalli vóru rikin frá honum, men nú hevur Gud givið menniskjum hendan møguleikan at koma aftur til
soleiðis, at alarin heilt sleppur undan at fara út á ringarnar at gera ymiskt arbeiði, sum hoyrir alingini til. Men, tað er greitt, at tað lættir nógv um hjá alifyritøkum, at tað ikki er neyðugt longur at fara [...] landstreym, sum merkir, at hetta er so grøn orka, sum tað letur seg gera at hava í dag. - Við tað, at fóðringin verður neyvt stýrd, fer lutfalsliga lítið av fóðuri til spillis, og hetta ger, at alarar eisini spara [...] við nýmenning, eins og arbeitt verður við at seta ymiskar skipanir saman. Suni Justinussen vísir á, at munurin millum JT electric og Sterner AquaTech UK er, at fyritøkan á Kambsdali mennir sína tøkni burtur
øllum við hond og fót royndu at niðurberja alla hugsan um, at Føroyar eisini á olympiska vígvøllinum kundu standa stoltar, slepti hann málinum, men helt á at stríðast fyri at vinna Føroyum hægstu rættindi [...] frá teimum, ið av sonnum áttu at verið hansara hollastu stuðlar. Tað gav at býta eftir síðsta býráðsvalið í Havn, tá floksfelagarnir ikki dugdu at síggja tað eyðsýnda í tí, at maðurin, sum val eftir val hevði [...] sjálvt ikki minstu smálutir fara aftur við borðinum, uttan at hann gevur sær far um teir. Alt skal bara vera í ordan, og so kann tað annars vera fullkomuliga líkamikið, um tað er stórt ella smátt. Tað skal
Finnbogi sær at umsita fíggjarmál í landsstýrinum. Ein uppgáva, ið mong í hansara egna flokki hildu vera óðamannaverk, ið fór at kosta flokkinum nógv. Hann fór undir hesa ótýdligu uppgávuna og visti, at tøk máttu [...] neyðugt fyri at fáa at vend í. So bleiv, sum hann spáddi, flokkur hansara gekk aftur í atkvøðutali, og Finnbogi fekk nógv oman yvir seg, men at førdi politikkurin var neyðugur, tað munnu tey flestu ásanna [...] Tá ið Finnbogi hevði boðað frá, at hann stillaði ikki uppaftur til valið, hevði sjónvarpið samrøðu við hann, har hann m.a. segði, at hann vónaði ikki, at hann fór at verða gloymdur, nú hann fór úr politikki