Teir tóku nú Jesus; og hann bar sjálvur kross sín og gekk út á tann staðin, sum kallaðist Ennistaðurin, og suiim á hebraiskum eitur Golgata. Har krossfestu teir hann og saman við honum tveir aðrar, ein hvørjumegin, men Jesus í miðjuni. Men Pilatus skrivaði eisini eina yvirskrift og setti hana á krossin; har stóða skrivað: »Jesus úr Nasaret, kongur jødanna«. Hesa yvirskriftina lósu nú mangir av jødunum, tí at staðurin, har sum Jesus varð krossfestur, var nær við bygdina, og hon var skrivað á hebraiskum og rómverskum og grikskum máli. Tá søgdu høvuðsprestar jødanna við Pilatus: »Skrivað ikki: Kongur jødanna; men: Hann segði: Eg eri kongur jødanna«. Pilatus svaraði: »Tað, sum eg havi skrivað, havi eg skrivað.« Tá ið nú hermenninir høvdu krossfest Jesus, tóku teir klæði hansara og býttu tey sundur í fýra lutir, hvørjum hermanni ein lut, somuleiðis kyrtilin; men kyrtilin var óseymaður, vovin í einum oman igjøgnum. Teir søgdu tí hvør við annan: »Latum okkum ikki sera hann sundur, men latum okkum heldur kasta lut um hann, hvør ið skal fáa hann;« tí at skriftin skuldi ganga út: »Teir býttu klæði míni millum sín, og kastaðu lut um klædning mín.« Hetta gjørdu nú hermenninir. Men við Jesu kross stóð móðir hansara og móðursystir hansara, Maria, kona Kleopasar, og Maria Magdalena. Tá ið nú Jesus sá móður sína og lærusveinin, sum hann elskaði, standa har, sigur hann við móður sína: »Kvinna, har er sonur tín!« Síðan sigur hann við lærusveinin: »Sí, har er móður tínn!« Og frá teirri stund tók lærusveinurin hana heim til sín. Eftir hetta, tá ið Jesus visti, at alt nú longu var fullgjørt, til tess at skriftin skuldi ganga út, sigur hann: »Eg eri tystur.« Har stóð eitt ker fult av edikki. Teir settu tá ein svamp fullan av edikki á ein ýsopslegg og bóru honum at munni. Tá ið Jesus nú hevði fingið edikkin, segði hann: »Tað er fullgjørt!« Og hann boygdi høvdið og gav upp andan. Jóhs. 19, 17-30.
Vit hava nú aftur einaferð enn gingið ígjøgnum Jesu pínslusøgu í føstuni, hvat sigur hetta okkum í dag, at Jesus mátti ígjøgnum hesa ómenniskjaligu líðing fyri at bjarga okkum frelst heim í Guds æviga ríki, var tað eingin annar útvegur? Hendan spurning hava mong menniskju sett sær sjálvum, hetta prógvar bara Guds undurfulla kærleika til mannaættina, sum var sett uttanfyri Paradís, vegna syndafallið; tí er tað at vit ongantíð koma uttan um Jesus, hann er einasti møguleiki fyri at koma inn í Guds ríki ein dag.
Tað verður ofta sagt at tað vóru ikki naglarnir sum negldir vóru ígjøgnum hendur og føtur frelsarans hin dagin á Golgata, men tað var Guds undurfulli kærleiki til ta falnu mannaætt, sum bant frelsaran til krossin, og tað er so satt sum tað er sagt. Jesus var sendur til jarðar fyri at fremja faðirsins vilja, og tað var at bjarga okkum inn aftur til Guds, sum vit vegna syndafalli vóru rikin frá honum, men nú hevur Gud givið menniskjum hendan møguleikan at koma aftur til Guds; o, tann veldigi kærleiki Gud hevur til okkum menniskju, at hann lat sín einborna son fara inn í líðing og deyða fyri at vit skuldu verða bjargað undan Satans og deyðans mátti.
Gud havi lov fyri at Jesus ikki var liggjandi í grøvini, men sprogdi deyðans leinkjur fyri at vit menniskju skuldu liva, men tá ið tað er sagt so skal tað heldur ikki dyljast, at vit koma ongantíð uttanum Jesus, vit koma altíð at standa yvir fyri einum valið í lívinum, annaðhvørt velja vit Jesus og eiga tað æviga lívið saman við Jesusi longu her og nú, og síðani heima í Guds ríki, ella vraka vit hann og mega glatast, tað verður okkara avgerð. Tilboðið er gladandi í náðitíðini, tað vil siga frá vøggu í grøv, tá foldarlívið er farið, er allur møguleikið farin.
Tá tað er sagt, at allur møguleiki er farin tá lívið er at enda komið, so skal tað eisini sigast at so leingi vit liva foldarlív okkara her, so leingi hava vit hendan møguleikan. Jesus stendur við okkara hjartadyr og bankar, hann vil so gjarna koma inn og geva okkum eina livandi vón, sum ber ígjøgnum hetta foldarlív, ja, líka inn í ævinleikan. Kunnu vit taka undir við Pæturi ápostli, tá ið hann sigur: Lovaður verði Gud og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, ? tit sum við Guds kraft verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. 1. Pæt. 1, 3-9.
Eiga vit hesa livandi vónina so fáa vit eisini einar gleðiligar páskir. So vil eg ynskja øllum einar gleðiliga páskir í Jesu navni við hesum páskasálinum, sum eg havi yrkt til hesar páskirnar:
Páskasálmur
Lag: Gakk undir Jesu kross at stá. Bf. 64, Dk. 438, Gfs. 5
1.Við Golgata eg friðin fann,
har blóð Guds sonar niður rann;
tað burtur mínar syndir tvóð,
hans náði móti mær er góð.
2.Tað svárt var har á Golgata,
tí øll mín synd á Jesus lá;
hann negldur var á krossins træ,
og fyri fíggindum hann bað.
3.Tín pínsla, deyði fyri meg,
er bjarging mín á smala veg;
tí prísi eg hans navni her,
sum frelsti meg í óndu verð.
4.O, Jesus góði, lær meg sjá,
teg hangandi á Golgata;
í grøvina tú lagdur var,
tí at tú mínar syndir bar.
5.Úr grøvini tú tó upp stóð,
tá runnið hevði alt títt blóð;
sum hvørja sál her tváa kann,
tú sigur yvir deyða vann.
6.Mín vón í dag er sigur tín,
tí ert tú Jesus frelsa mín;
tú lekti míni syndasár,
í míni sál er ævigt vár.