skúla í Sandavági sigur, at hann trívist sera væl í Føroyum, og hann er spentur at fara í skúla í Klaksvík eftir heystfrítíðina. Hann gongur í triðja flokki - og hann dugir sera væl at tosa føroyskt. Í Ukraina [...] beinanvegin í samband við mannin, sum hon búði hjá í Sandavági. Og eg haldi, at hetta er ein góðgerð fyri okkum bæði, sigur Kamar. Tey vórðu vígd í prestagarðinum leygardagin, og brúdleypið stóð í húsunum [...] mammuna í telefonini. Hon sigur, at hon er sera fegin um at verða gift Kamari, og henni dámar væl í Klaksvík. Fyrstu ferð hon var í Klaksvík var, tá tey vórðu skrivað inn. Igor, sum hevur gingið í skúla
kundi sæð út sum um NSÍ er í ferð við at fáa ólag á allan hondbóltin í Føroyum, men Trygvi Mortensen, sum dømir fyri NSÍ, sigur, at so er ikki. Hann harmast um, at tað eitt nú í ítróttartíðindunum hjá útvarpinum [...] sigur Trygvi Mortensen. ? Í kappingarskipanini eru okkara dómarar, sum hava bókstavin »G«, settir at døma tveir dystir sama dag ? ein dyst í Vági hjá 1. deild kvinnum og ein á Skála í 2. deild hjá kvinnum. [...] Dysturin í Vági millum 1. kvinnuliðini hjá VB og Kyndli sunnudagin bleiv av ongum, tí eingir dómarar møttu til dystin. Tað átti ikki at komið fyri í 1998, at ein 1. deildardystur verður avlýstur, tí dómararnir
fyri nøkrum meira enn bara fótbólti. Tað er ikki fyri at ?forsmáa? onnur pláss í landinum, tá vit siga, at fáa staðni í Føroyum hevur eitt fótbóltsfelag havt so stóran týdning fyri heimbygdina sum KÍ fyri [...] ikki ov nógv sagt, at KÍ eigur eitt týðandi pláss í hjørtunum hjá klaksvíkingum, hóast Kósavirkið, Føroya Bjór, Christianskirkjanoo. kanska standa fremst í skjaldamerki klaksvíkinga og fyri tað norðoyinga [...] klaksvíkingar. Liðið og felagið er rætt og slætt vorðið ein týðandi partur av samleikanum hjá fólkinum í Norðoyggjum. Lokalpatriotisma ella hvat tað nú verður kallað hevur eisini altíð sermerkt Klaksvíkina
fram við somu orku sum áður. Umsetningurin í ár er umleið 800 mió. krónur, og er eins nógv og í fjør , sigur Hans Johs. á Brugv, sum varð settur stjóri í august í fjør, eftir at hann hevði verið fyribilsstjóri [...] vitjanir, bæði av viðskiftafólkum uttanlands og annars í dagliga samskiftinum í Føroyum. Fáa útsýnið aftur Nú verða hesi noydd at leita sær úit í Havnardal, og hóast tað er eitt sindur óhøgligt fyri bæði [...] broytingar eru farnar fram innan fyritøkuna, sum í gomlum døgumhevði einarætt at útflyta fiskavørur. Tá flest fólk arbeiddu á Fiskasøluni, vóru tey eini 90 í tali. Í dag arbeiða 25 fólk á Fiskasøluni. Umframt
Umhvørvið í Vágsbotni, sum eftir fáum árum er vorðið hugnaligt og livandi, gevur nú viðskftafólk høvi at fara í ein nýggjan handil. Tað er Inger Jensen, sum seinnapartin í dag letur mótahandil upp í Vágsbotni [...] seinnapartin í dag letur upp mótahandilin »Lei», sum merkir kvinna í italskum. Hetta er serhandil, har klædnamerkini Lei og Tara Jarmon eru at fáa. Hesi merkini verða ikki seld aðrastaðni í Føroyum. Umframt [...] fingið heitið eftir, eru klæðir, sum serhandlar í Danmark selja. Áður vóru hesi klæðir seld víða um í klædnahandlum í Danmark, men nú verða »Lei» klæðir bert seld í serhandlum, sigur Inger Jensen. Tara Jarmon
á røttu leiðini, og sum støðan sær út í dag, so kunnu stovnarnir tola ein stigvísan niðurskurð í fiskidagatalinum. Hetta merkir sostatt, at sum tølini síggja út í dag, so fer Fiskirannsóknarstovan aftur [...] aftur komandi ár at mæla til ein niðurskurð í fiskidagatalinum. Jákup Reinert garderar seg tó. Fiskirannsóknarstovan ger á hvørjum ári eina stovnsmeting. Og í júst í hesum døgum er Magnus Heinason úti og y [...] Niclas Johannesen Serliga í ár hevur nøgdin av toskaynguli verið stór, men eisini yngulkanningin í fjør bar boð um góðar toskatíðir. Hesum váttar Jákup Reinert, fiskifrøðingur, ið arbeiðir fyri Fiskir
staðnum, tá HM-endaspælið verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongumerki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar [...] Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suðurkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika [...] vanligt, eisini í Føroyum. Tað eru serliga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga millum føroyingar. Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri
vnarnar í Føroyum. Kundagrundarlagið er ikki so ógvusliga stórt og teir eru, eftir útlendskum mátistokki, nógvir í tali. Higartil hevur tað verið so, at bankin (fyrr bankarnir) høvdu deildir í hvørjari [...] Sparikassi hevur, sum tann størsti, havt deildir í flestu bygdum í meginøkinum og í smáplássunum, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri [...] tá deildin er latin upp í Havn, so skuldi verið ein møguleiki fyri at bæði umsetningur og úrslit bankans fara at økjast. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa metur í hvussu er, at tað í øllum førum er nóg stórt
19.30 og sunnudagar kl. 16.00. Atgongumerki eru at fáa í húsinum og á Kunningarstovuni. Brot úr ummælum: Dagny Joensen skrivar í Sosialinum: »Í Dreymur Jóansøkunátt« verða leiklistargreinar av ymsum slag [...] Samuelsen skrivar í Dimmalætting: »Um at verða besettur av kærleikanum er evnið, ið ongantíð verður liðugt troytt. Tað ber leikur Shakespeares dám av? Í »Dreymur Jóansøkunátt« kemur kærleikin í hóslag við dreym [...] Eisini setir Stamen Stanchev serligan dám á framførslurnar við tónleiki sínum. Shakespeare á palli í Føroyum er onki minni enn stórhending, kanska at meta við mentunarkollvelting, at tað ber til at fáa hann
er í løtuni til viðgerðar í Rættarnevndini hjá fólkatinginum. Uppskot skjótt Høgni sigur eisini, at í desember mánaði í fjør hevur hann í fjølmiðlunum gjørt vart við, at møguligt virksemi hjá PET í Føroyum [...] hjá heimastýrinum hevur í brævi heitt á ríkismyndugleikarnar um at tryggja í lógini, at virksemið hjá PET í grønlendskum viðurskiftum verður kannað, upplýsir landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum. [...] og sigur m.a. í svarinum, at ríkismyndugleikarnir hava spurt landsstýrið, um uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar