Føroyar og føroysk viðurskifti partur í kanningini

Um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar í núverandi líki, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, sum hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, fakligar ósemjur og rørslur í Danmark, sigur Høgni Hoydal m.a. í svari sínum til Jóannes Eidesgaard

Ólavur í Beiti


Fyri nøkrum vikum síðani vildi Jóannes Eidesgaard hava at vita frá Høgna Hoydal, um Føroya Landsstýri ætlar at taka stig til, at kanningin av virkseminum hjá PET eisini skal fevna um føroysk viðurskiftu? Jóannes Eidesgaard setti henda spurning, tí Føroya Landsstýri hevði ikki alment latið við seg koma, og tískil varð hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd fyri lógarmálum.

? Men nú hevur Høgni Hoydal so svarað Jóannes, og sigur m.a. í svarinum, at ríkismyndugleikarnir hava spurt landsstýrið, um uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar. Uppskotið er í løtuni til viðgerðar í Rættarnevndini hjá fólkatinginum.


Uppskot skjótt

Høgni sigur eisini, at í desember mánaði í fjør hevur hann í fjølmiðlunum gjørt vart við, at møguligt virksemi hjá PET í Føroyum avgjørt eigur at verða kannað, um fólkatingið samtykkir lógina um kanning av virkseminum hjá PET.

? Løgdeildin í landsstýrinum hevur viðgjørt spurningin gjølla og hevur mælt til, at uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá PET verður lagt fyri tingið sum uppskot til ríkislógartilmæli við ávísari broyting í arbeiðssetningi nevndarinnar. Landsstýrið fer at leggja málið fyri tingið ein av fyrstkomandi døgunum, sigur Høgni Hoydal.


Prinsippielt

Og tá ið landsstýrismaðruin tekur saman um, sigur hann, at afturlítandi kanningar hava nærum verið gerandiskostur í ríkinum seinastu árini, og ivasamt er, hvønn týdning hesar hava, nú ætlanin er at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark grundleggjandi.

? Í hesum máli hava ríkismyndugleikarnir sjálvir tikið stig til kanningina, og málið má metast at hava stóran prinsipiellan týdning fyri fólkaræði, rættartrygd og viðurskiftini millum statsmyndugleikar og borgarar sum heild. Tí er eingin ivi um, at Føroyar og føroysk viðurskifti eiga at vera partur í kanningini hjá ríkismyndugleikunum.


Øðrvísi

Og at enda sigur Høgni Hoydal, at í viðmerkingunum til fyrispurningin nevnir spyrjarin, at grønlendska heimastýrið hevur mælt til, at kanningin eisini fevnir um grønlendsk viðurskifti. Landsstýrið hevur spurt seg fyri hjá grønlendska heimastýrinum, og har er politiska og formliga mannagongdin øðrvísi.

? Umsitingin hjá heimastýrinum hevur í brævi heitt á ríkismyndugleikarnar um at tryggja í lógini, at virksemið hjá PET í grønlendskum viðurskiftum verður kannað, upplýsir landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum.