KÍ partur av samleikanum í Klaksvík

HETTA hevur verið ein sera spennandi og góð fótbóltslandskapping. Eftir at hava stríðst í skjótt 10 ár fyri at vinna FM-heitið aftur, kunnu klaksvíkingar nú fegnast um og vera ernir av, at teirra lið gjørdist landsins besta, tá avtornaði.

TAÐ er nakað serstakt við KÍ. Tað er líkasum, at KÍ borgar fyri nøkrum meira enn bara fótbólti. Tað er ikki fyri at ?forsmáa? onnur pláss í landinum, tá vit siga, at fáa staðni í Føroyum hevur eitt fótbóltsfelag havt so stóran týdning fyri heimbygdina sum KÍ fyri Klaksvík og klaksvíkingar. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at KÍ eigur eitt týðandi pláss í hjørtunum hjá klaksvíkingum, hóast Kósavirkið, Føroya Bjór, Christianskirkjanoo. kanska standa fremst í skjaldamerki klaksvíkinga og fyri tað norðoyinga.


ANTIN man dámar fótbólt ella ikki, so kemst ikki uttan um, at nettup fótbólturin og her fyrst og fremst 1. deildarliðið hjá KÍ er tað, sum savnar flest allar klaksvíkingar um eina felags søk. Tá KÍ vinnur vinna allir klaksvíkingar. Liðið og felagið er rætt og slætt vorðið ein týðandi partur av samleikanum hjá fólkinum í Norðoyggjum. Lokalpatriotisma ella hvat tað nú verður kallað hevur eisini altíð sermerkt Klaksvíkina. Uppá gott og ilt. Mest uppá gott. Og hóast hetta orðið hevur fingið eina rættiliga negativa merking, so eiga vit kanska at steðga á og venda tí nakrar ferðir, áðrenn vit fella ein dóm yvir tað. Nettupp KÍ og lokalpatriotisma hoyra nevniliga saman. Uppá gott. Tey stuðla undir hvørt annað. Góð útslit á vøllinum koma ikki av sær sjálvum. Áhugin millum manna gevur eisini gróðrarbotn til góð úrslit.Tað at 1000 til 1500 klaksvíkingar leita sær til Havnar at stuðla sínum liði móti meistarunum hjá B36 er bæði undrannarvert og merkisvert. Tað vísir bara, hvussu alt samfelagið har norðuri stendur saman um sítt fótbóltslið. So kann ein kalla tað lokalpatriotisma um ein vil. Ein sannroynd er tað, at fólkið stuðlar sínum egnu.


TAÐ gav eisini at bíta leygardagin, tá ein stór mannfjøld var farin til dystin móti ÍF, hóast veðrið var milt sagt ótespiligt. Men hetta var avgerandi dysturin, og hann skuldi vinnast. Eingin ivi er um, at trúgvu og góðu áskoðararnir hjá KÍ áttu sín part av sigrinum henda dag. Tí skulu vit ynskja bæði KÍ og øllum klaksvíkingum hjartaliga tillukku við FM-heitinum. Gævið tað gevur íblástur á øllum økjum.