í hesum førinum. Vanligt er at byggja á herðarnar hjá teimum undanfarnu, og soleiðis vænti eg eisini, at nýggi formaðurin kemur at gera. Hvussu leingi aftrat kann hugsast, at Kári P. Højgaard verður partur [...] lagi fáa eitt umboð aftrat á komandi vali, soleiðis at umboðini tá gerast trý í tali. Hvussu metir tú, at framtíðina hjá flokkinum sær út? - Eg haldi, at framtíðin hjá Sjálvstýrisflokkinum sær bjørt út. Hinir [...] Men eg haldi samstundis, at hetta var ein røtt avgerð. Hvat siga tínir veljarar til, at tú – uttan val – lat formanssessin upp í hendurnar á einum akademikara? - Eg haldi, at tað hevur verið stórt forstáilsi
liggja framvið at koppa SÍ av trúnini, men undan dystinum í Gundadalshøllini leygardagin var greitt, at bara annað teirra kundi gera tað. Og sigast skal, at bæði gjørdu sítt allarbesta fyri at vinna dystin [...] settini vóru at líkna við massakrur, har liðini skiftust um at hølva hvørt annað av. Mjølnir legði fyri, síðani Fleyr, so aftur Mjølnir og so eina ferð aftrat Fleyr – til tað stóð greitt, at alt skuldi avgerast [...] álopinum var eyðkent fyri báðar partar, at spælararnir tordu at sláa ígjøgnum. Sjálvt um tey fýra settini vóru ójøvn, var talan um varierað álopsspæl, og tað vísti seg, at tað liðið, sum fekk álop í lag, eisini
baklandinum, Føroyum. Hann sigur, at teir fleiri ferðir hava roynt at søkt um fíggjarligan stuðul, men at hetta enn ikki hevur eydnast teimum at fingið. Tó skilir hann, at tað kanska ikki altíð ber til, og [...] spurdur um, hvørji mál teir hava eftir, sigur hann, at næsta málið verður at gera eitt videolag í Føroyum fyri at vísa á, hvaðani teir koma. Men fyri at røkka hesum máli og fleiri enn heldur hann tað vera [...] serliga ikki nú, meðan fíggjarkreppa er. Hann heldur tó, at The Dreams hava avbera góðar menningarmøguleikar, og at tað neyðugt er við trúgv og tolni fyri at røkka upp á heimsstøði.
Sosialinum mikudagin, at funnist verður at Tjóðveldinum fyri at taka eitt so stórt stig sum at leggja fram eitt misálitisuppskot, og so ikki ein gong fáa øll tingfólkini til arbeiðis at atvkøða fyri misálitinum [...] ikki til Havnar, tí hann helt tað ikki verða neyðugt at brúka 14 tímar til eina havnarferð bara fyri at Jóannes Eidesgaard skuldi brúka tveir minuttir at leggja fram játtanarskipanina, sum var einasta mál [...] tjóðveldistingmaður, at hann visti heldur einki um misálitisuppskotið. Hergeir Nielsen hevði ikki ætlað sær til Havnar - og eingin hevði boðað honum frá, at misálitisuppskot fór at verða lagt fram: - Eitt
orðaskiftinum í dag, at tey ikki fara at atkvøða fyri uppskotinum sum tað fyriliggur. Eisini partur av javnaðartingmanningini boðaði frá, at uppskotið ikki kann góðtakast. - Tað er týðiligt, at tingmanningin [...] Tað, sum nú fer at henda í fíggjarnevndini er fyri so vítt ikki áhugavert. Tað, sum verður áhugavert at síggja, verður hvat løgmaður nú ætlar at gera, sigur Jógvan Mørkøre. Hann sigur, at tá ið Fólkaflokkurin [...] roynir at markerað seg sum høgravendan flokk. Ábreiðslur hava verið innan Sambandsflokkin um, at løgmaður hellur óv nógv til Javnaðarflokkin, og hetta er uttan iva ein roynd hjá tingmanningini at rætta
sigur, at teir fingu boð um eldin beint fyri klokkan 22. – Vit fingu skjótt at vita, at fólk neyvan var í húsinum, men at einar tvær gassfløskur vóru har, sum vit máttu ansa eftir. Hann sigur, at tað [...] spurninginum um, hví eldur er íkomin. Sunleiv vísir á, at tað fyrsta, teir gjørdu, tá teir komu á staðið, var at tryggja sær, at eingin var í húsinum og at fáa gassfløskurnar út. – Eina løtu var eitt sindur [...] flagtekjuna og loftir undir. – Her var eitt sindur trupult at sleppa til, og vit noyddust at bróta nakað niður fyri at sleppa fram at, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari.
halda fram at spyrja? Og so kann ein at enda spyrja, hvat hendir við okkara landi um hetta verður gongdin? Tíverri má konstaterast, at spurningurin er als ikki viðgjørdur Lat meg beinanvegin siga, at mær dámar [...] als ikki hesa gongd. Eg trúgvi, at um vit ikki steðga hesum beinanvegin, koma vit at standa við einum stórum trupulleika um ikki so langa tíð, har fleiri reiðarar koma at fáa sær bíliga útlendska arbeiðsmegi [...] arbeiðsmegi. Ímeðan koma føroyingar at ganga arbeiðsleysir. Eg haldi, høvuðsreglan skal vera, at føroysk skip, við føroyskum sáttmálum skulu fiska á føroyskum øki. Eg haldi, at bílig arbeiðsmegi við útlendskum
øllum at døma, at vit kunnu draga ferðafólk og íleggjarar til okkum við at vísa á eina sjúka fyrisiting. Langt úti at politikkur eisini er komin í Atlantic Review. Um tað virkuliga er soleiðis, at fyrisitingin [...] ørings hátturin at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland og íløguland, so er ikki løgið, at ferðafólkatalið er stagnerað, og at ferðafólk heldur velja ferðamál í grannalondunum. At nýta sjúka fyrisiting [...] við ferðavinnu í Føroyum, eiga ikki at finna seg í slíkum atburði. Hetta er undir alt lágmark tá hugsað verður um, at føroyski skattgjaldarin er tvangsinnlagdur at gjalda nógvar pengar til uppbygging av
Johannesen vísir á, at ein onnur orsøk til, at Føroyar detta eitt pláss niður, er, at tað ikki hevur eydnast at funnið politiskar semjur um langtíðartiltøk. - Nýggja politiska støðan er, at langtíðarsemjur [...] mælir til, at hallið er burtur í 2015 ? helst fyrr. - Eg eri samdur við niðurstøðuna hjá Moodys um, at hallið á fíggjarlógini skal burtur, men okkara áskoðan er, at vit mugu verða sera varin at seta ógvuslig [...] búskapinum síðani 2008, og vit vita, at vit hava fleiri stór mál at loysa, sum skulu stimbra búskapin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri. Hann vísir á, at høvuðsorsøkin til nýggju metingina
goldið fyri at sloppið at fiska, spyr Mortan Johannesen, útróðrarmaður. Hann hevur verið fiskimaður, síðan hann var stórur smádrongur og heldur lítið um, at myndugleikarnir nú av álvara ætla sær at leggja [...] teimum, sum fiska. - Fyrsta treytin fyri, at fólkið skal fáa nakað burtur úr ?fólksins ogn? er, at onkur ger íløgur í skip og bátar og ikki minst, at onkur tímur at fara til fiskiskap ella útróður. Honum [...] og grenja og leggja avgjøld á onnur, sum royna at fáa tingini at hanga saman, sigur Mortan Johannesen, sum stúrir fyri, at myndugleikarnir nú eru við til at køva seinasta neistan hjá fiski-og útróðrarmonnum