Er hetta marknaðarførings hátturin at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland og íløguland, so er ikki løgið, at ferðafólkatalið er stagnerað, og at ferðafólk heldur velja ferðamál í grannalondunum.
At nýta sjúka fyrisiting sum marknaðarføringsamboð er óforsvarligur atburður. Ikki bara av Atlantsflog, men so sanniliga eisini av Vinnumálaráðnum og Uttanríkisráðnum, sum fáa nógvar pengar frá skattagjaldaranum at byggja ferðavinnu og íløguvinnu upp.
Men kanska er hetta bara reinur politikkur, sum alt annað í Føroyum?!
Kanska er hetta ein roynd hjá Atlantsflog at fjala útfyvir og gloyma málið, har P/F Atlantsflog føldi seg noytt at keypa partabrøvini aftur frá leiðsluni í Atlantsflog, og sum gjørdi, at táverandi nevndarformaðurin misti høvdi.
Eitt veit eg! Hampafólk, sum stríðast og strevast við ferðavinnu í Føroyum, eiga ikki at finna seg í slíkum atburði. Hetta er undir alt lágmark tá hugsað verður um, at føroyski skattgjaldarin er tvangsinnlagdur at gjalda nógvar pengar til uppbygging av Føroyum sum ferðavinnu- og íløguland.
Sjálv havi eg útbúgivng innan marknaðarføring og havi búð í Danmark í 20 ár, har eg havi starvast fyri fleiri stórar fyritøkur. Í mínum arbeiði havi eg ferðast nógv, og mær dámar væl at lesa bløðini hjá teimum ymisku flogfeløgunum, sum sjálvandi gera alt fyri at rósa móðurlandinum og annars veita neutrala upplýsing. Sjálvt lond sum Bulgaria og Rumenia, har nógv liva í reinum fátakradømi, verður sjálvsagt víst á positivu síðurnar hjá landinum. Men í Føroyum halda vit eftir øllum at døma, at vit kunnu draga ferðafólk og íleggjarar til okkum við at vísa á eina sjúka fyrisiting.
Langt úti at politikkur eisini er komin í Atlantic Review. Um tað virkuliga er soleiðis, at fyrisitingin er sjúk, so hoyrur hetta ikki heima í Atlantic Review, men heldur úti í Tinganesi.
Virkuliga syndarligt! Hvussu kann landsstýrismaðurin góðtaka slíkan skaðandi atburð?