Halló, Kári!

- Eg haldi, at framtíðin hjá Sjálvstýrisflokkinum sær bjørt út. Hinir størru flokkarnir hava spælt fallit, sigur Kári P. Højgaard, sum vit hava sett nakrar spurningar í "Halló" í dag

Kári P. Højgaard (59), viðhvørt verður spátt, at Sjálvstýrisflokkurin ikki fær umboðan aftur á løgting eftir næsta val. Hvat væntar tú?
- Jú, tað fáa vit. Tað eri eg púrasta sannførdur um. Eg havi góðar vónir um flokkin, og eg vænti, at vit í minsta lagi fáa eitt umboð aftrat á komandi vali, soleiðis at umboðini tá gerast trý í tali.

Hvussu metir tú, at framtíðina hjá flokkinum sær út?
- Eg haldi, at framtíðin hjá Sjálvstýrisflokkinum sær bjørt út. Hinir størru flokkarnir hava spælt fallit. Eg trúgvi, at framtíðin fyri teir smærru flokkarnar er ljósari enn framtíðin hjá fleiri av teimum størru flokkunum.

Var tað ein stór avgerð ikki at lata teg stilla uppaftur til formansvalið í flokkinum?
- Ja, á ein hátt var hetta ein stór og tung avgerð, og soleiðis vil tað nú altíð vera, tá tú hevur umboðað flokkin so leingi. Men eg haldi samstundis, at hetta var ein røtt avgerð.

Hvat siga tínir veljarar til, at tú – uttan val – lat formanssessin upp í hendurnar á einum akademikara?
- Eg haldi, at tað hevur verið stórt forstáilsi fyri míni avgerð, eisini millum mínar veljarar. Eg fylli 60 ár komandi summar, og eg helt, at løtan nú var hin rætta. Eg helt eisini, at best er við formansskifti undan einum vali.

Stúrir tú ikki fyri, at kósin hjá Sjálvstýrisflokkinum verður broytt?
- Eitt formansskifti broytir ikki neyðturviliga kósina hjá flokkinum, og tað vænti eg heldur ikki verður í hesum førinum. Vanligt er at byggja á herðarnar hjá teimum undanfarnu, og soleiðis vænti eg eisini, at nýggi formaðurin kemur at gera.

Hvussu leingi aftrat kann hugsast, at Kári P. Højgaard verður partur av tingmanning Sjálvstýrisfloksins?
- Eg ætli mær í hvussu er at stilla upp til eitt ella tvey val aftrat, um flokkurin ynskir tað, sigur løgtingmaður Sjálvstýrisfloksins.