Fiskiskip og útlendsk arbeiðsmegi

Fyri kortum hoyrdu vit, at eitt skip, ið fiskaði undir Føroyum ikki kundi skifta manning í føroyskari havn, tí útlendsk manning var umborð. Men teir kunnu fiska undir Føroyum. Víðari kom fram, at skipið ikki kundi leggja veiðuna upp í Føroyum.

Ein spyr, hvat er við at henda?
Og um vit hugsa víðari : Hví skulu onnur reiðaríir ikki gera tað sama?
Hví skulu skipini í t.d pelagiskari vinnu ella í Barentshavinum ikki fáa sær bíliga útlendska arbeiðsmegi?
Hví skulu virkir á landi, t.d innan tað almenna ikki gera tað sama? Hví ikki senda verandi heilsustarvsfólk heim og seta bíliga útlendska arbeiðsmegi í starv? Soleiðis kann ein halda fram at spyrja? Og so kann ein at enda spyrja, hvat hendir við okkara landi um hetta verður gongdin? Tíverri má konstaterast, at spurningurin er als ikki viðgjørdur
Lat meg beinanvegin siga, at mær dámar als ikki hesa gongd. Eg trúgvi, at um vit ikki steðga hesum beinanvegin, koma vit at standa við einum stórum trupulleika um ikki so langa tíð, har fleiri reiðarar koma at fáa sær bíliga útlendska arbeiðsmegi. Ímeðan koma føroyingar at ganga arbeiðsleysir.
Eg haldi, høvuðsreglan skal vera, at føroysk skip, við føroyskum sáttmálum skulu fiska á føroyskum øki.
Eg haldi, at bílig arbeiðsmegi við útlendskum sáttmála á føroyskum skipum í føroyskum øki skal steðgast beinanvegin. Tað skal steðgast áðrenn tað gerst ein siðvenja. Tí um tað verður ein siðvenja, vil hendan gera, at bílig útlendsk arbeiðsmegi verður at finna umborð á flestu skipabólkum her á landi. Og tá verður ov seint at gera nakað. Landið fær lítið og onki gagn av hesum. Vinningurin liggur eftir í partafeløgunum, og vil enn einaferð verða við til at økja um virðið av fiskiloyvum, tá hesi verða seld.
Eg meti, at Løgtingið beinanvegin skal steðga hesi skeivu gongd við lóg.
Undir ongum umstøðum skulu vit loyva stuttskygdari spekulation í bíligari arbeiðsmegi at sleppa framat ogn føroya fólks.
Um føroyingar ikki megna at veiða fiskin upp um okkara leiðir, skulu vit heldur lata hann svimja í havinum ið fyrstu atløgu.