Tjóðveldistingmenninir við drúgvastu royndunum, Hergeir Nielsen og Heini O. Heinesen, vistu einki um misálitisuppskotið, sum Høgni Hoydal legði fram móti løgmanni skírisdag.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, vil ikki hava sitandi á sær, at hann skulkaði frá tingfundinum skírisaftan, tá Tjóðveldi saman við Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum legði fram misálitisuppskot móti løgmanni. Hann fór ikki til Havnar, tí hann helt tað ikki verða neyðugt at brúka 14 tímar til eina havnarferð bara fyri at Jóannes Eidesgaard skuldi brúka tveir minuttir at leggja fram játtanarskipanina, sum var einasta mál á skránni til tingfundin.
Tað var í oddagreinini í Sosialinum mikudagin, at funnist verður at Tjóðveldinum fyri at taka eitt so stórt stig sum at leggja fram eitt misálitisuppskot, og so ikki ein gong fáa øll tingfólkini til arbeiðis at atvkøða fyri misálitinum. Tí, sum spurt verður, hvat nyttar eitt misálit, um andstøðan ikki møtir til arbeiðis?
Á tingfundinum skírisdag segði Heini O. Heinesen, tjóðveldistingmaður, at hann visti heldur einki um misálitisuppskotið. Hergeir Nielsen hevði ikki ætlað sær til Havnar - og eingin hevði boðað honum frá, at misálitisuppskot fór at verða lagt fram:
- Eitt misálit, sum eg einki kendi til, varð framlagt, og gjørdi hetta fundin munandi drúgvari. Sjógvegis sambandið forðaði mær í at koma vegin fram til hesa viðgerð, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður í viðmerking til Sosialin.
Hóast løgtingsformaðurin ikki kundi møta á tingfundinum, so kom onkur annar tingmaður úr Suðuroy við tyrlu til Havnar fyri at bjarga samgonguni, og fýra varafólk hjá Javanðarflokkinum, sum vóru uttanlands, kláraðu umvegis teldupost og sms at biðja tingið um farloyvi, so næsta fólk á listanum kundi møta. Javnaðarflokkurin, sum bara hevur seks tingfólk, kallaði nummar 12 og nummar 13 á listanum inn at bjarga samgonguni undan misálitisuppskotinum - so sjálvt um Høgni Hoydal hevði klárað at lokkað nakrar fólkafloksmenn at atkvøða fyri, so hevði uppskotið kortini fallið, tí hann ikki fekk uppskotsstillararnar til arbeiðis.










