ósamdur við atfinningum og mótmælum, kann tað ikki vera ?óvirðiligt?, opið og alment at finnast at og mótmæla tí, sum ein heldur verða skeivt. Tað krevur dirvi at stilla seg í skotlinjuna og siga sina hugsan [...] Manchester og Liverpool hata ivaleyst hvør annan. Teir viðgongdu protestantisku og katólsku hernaðarligu bólkarnir I Norðurírlandi hata helst hvønn annan og naka nógv av hatri man vera ímillum ísraelar og palestinar [...] misfata orðini og venda teimum ímóti tær. Lokabrøgd og skýmaskotavirksemi harafturímóti, tey eru óvirðilig. Eg vildi ynskt at tey eisini voru ?óføroysk?. Tey flestu okkara, loysingarsinnað eins og meiri sam
Midjord stakk fótin fram, og bólturin broytti kós og smoygdi sær dygst inn við nærra stólpanum. B36 var á odda 2-1, og fagnaðurin var stórur. Leiðslan var hundrað prosent uppiborin, og gongdin seinasta hálva [...] vísti síni góðu fótbóltsevni og Klæmint Matras tuskaði, bant saman og bakkaði upp soleiðis, sum lítið sjálvsóknir og týdningarmiklir spælarar gera tað. Alt bendi á heimasigur og framhaldandi luttøku uttan [...] stórur, og Jákup tóktist líta heilt og fult á, at garðurin skuldi verja annan helmingin av málinum, og at hann tískil skuldi taka sær av hinum helminginum. Ian Jeff lyfti spakuliga upp um manngarðin, og tá
felagsins – og er tað enn í dag heili 36-37 ár seinni. Edmund sigur, at teir fóru niður til Hetlands at kunna seg um hesa veiði og framleiðslu, og Poppy varð riggaður til har niðri við dreggum og øllum, sum [...] avtaluni eisini kunnu keypa, virka og selja íslendskar og norskar rækjur sum føroyskar. - Men tað er í Grønlandi og Kanada, at tær stóru nøgdirnar verða veiddar, og har sleppa vit ikki undan tollinum, [...] millum himmal og jørð - heilt frá matvørum til eitt nú timbur og olju. Teir høvdu líkasum heilsøluvirksemi. - Tá ið eg var ungur, keyptu teir fjarðasild, bæði frá bátum í Sundalagnum og av Skálafjørðinum
á beinkinum, eygleiðir tann nýggja, unga og skjóta framherjan, lá og hugsaði "Bíði tit bara, eg skal nokk fáa kjansin". Og kjansin fekk hon at traðka til og vísa sítt virði. Eitt virði sum, vegna óhappið [...] standi og hevði tað gott. Og onnur vóru samd við honum. Ein av kvinnunum, ið arbeiddi í kafeteriuni og sum hevði arbeitt umborð í nógv ár, helt fyri, at hóast alt kanska ikki var eins smart og nýmótans [...] lá væl á glerstoytta vegnum, og í tí djúpa og breiða setrinum sat eg og legði oyra til amerikanskan rokktónleik frá 80?inum, sum hartspælandi surround anleggið dunkaði út. Og tá var tað, at eg kom at hugsað
á víðavangi undir víðum lofti og hava sína kvøldsetu - greiða frá farnum døgum - um kempur og kappar og brøgd teirra. Í onkrum helli situr høvdingin stillur, friðarligur og rættir hondina varisliga fram [...] onkrum góðum løgi til ovastan. Steinar og grýti verða til fólk, stór høvd og kroppar, sum vaksa út úr oyðimarkarsandinum. Helli og bóltsteinar verða til dýr ? áarross og krokudyllur. Eg haldi, myndin er sum [...] so nógv, at lívið steðgar upp. Tey eru eins og smílandi sum áður, og hava tað kanska upp aftur betri enn tann, sum gongur við einum borgmeistara í búkinum, og má kasta burtur, tí sessurin var latin einum
tænarir hjá bæði búfólkunum og starvsfólkum. Vit síggja týðiliga, at búfólkini, sum eru klár , vita ikki hvør leiðslan er, og starvsfólkini sýnast í mongum førum ónøgd og útlúgvað og hava sjáldan nakra ávirkan [...] Tað er svárt sum avvarðandi at síggja síni gomlu sita einsamøll og vera vitni til, at tey fáa ov góða tíð til at leita og ganga ørkymlað og bangin. Avvarðandi hjá búfólki við góðum kognitivum førleikum, [...] tá eingin er á vitjan, sita tey óvirkin og bara bíða. Tey avvarðandi standa spyrjandi og skila ikki hví endamálsorðingin hjá eldrarøktini eisini umfatar at røkta og viðlíkahalda sosialan tørv, tí tað verður
framat, og í støðum eisini um eina umskriving og broyting av týðandi niðurstøðum. Hvat er hetta fyri ein arbeiðsháttur, og hvør eigur hendan dulda føroyska pennin?! Eg kann ikki prógva tað, men eitt og annað [...] kann tað ikki annað enn undra og harma okkum, at serlæknar og ymsar læknaleiðslur á LS í fleiri áratíggjur á ymsan hátt hava roynt at niðurlaga Klaksvíkar Sjúkrahús – fyrst og fremst við at tosa niður á KS [...] undrunarsama og ófrættakenda, at leiðslan fyri hetta arbeiðið av eini ella aðrari, mær ókendari orsøk at taka burtur hesi tølini! Orsøkina kunnu vit bara gita um, og tað er einki hugaligt og als ikki nøktandi
áður, at urguleikurin og tónleikurin kom eftir lærarastarv og onnur ítriv. Nú fer ein upp á morgni til urguna og til tónleikin og til venjing, sigur ein fegin Jóannes Nolsøe. Og Jóannes liggur heldur ikki [...] aðrastaðni, bæði í Havn og uttanlanda. Kendastur er hann óivað millum manna sum tónleikari og kórleiðari. Í dag er Jóannes búsitandi í Danmark, og er í starvi sum urguleikari í Skagen og í Hulsig. Jóannes Nolsøe [...] heitið “Forår i ord og toner”, og ofta er føroyskur dámur á, t.d. hava nøvn sum William Heinesen, Frits Johannessen, Knút Olsen, Pauli í Sandagerði og Regin Dahl verið umboðað, og føroyskar røddir hava
vardi hann væl fyri og bjargaði ofta, hóast uppløgdu møguleikarnir hjá Bosnia-Hersogovina ikki vóru so nógvir, og útspørkini vóru bæði long og neyv. Í álopspartinum manglaðu Todi Jónsson og Jan Allan Müller [...] skipað verjuspæl, og ikki minst hugburðurin um at vilja stríðast fyri søkini. Ein fyri allar og allir fyri ein, plagdi at vera niðurlagið fyrstu árini, tá Páll Guðlaugsson hevði leiðsluna, og tað var nakað [...] síðani 20. august í fjør, tá hann røkti vongverjaplássið í vinstru síðu. Hjá báðum eydnaðist væl at skerma fyri, og tað var rár hending, at bosniararnir megnaðu við ferð at koma til baklinjuna og leggja
kollfarðaliðnum, og tað skuldi vísa seg at vera sannur styrkur. Torbjørn og Rani Nolsøe leiktu javnleik á fyrsta borði. Talvið varð sera rótut, og í miðspælinum gjørdi Rani eitt mistak og misti tvær finnir [...] hvørjum øðrum. Í opna bólkinum luttaka Eyðun Nolsøe og Heini Danielsen. Eftir seks umførum liggja Heini D. og Eyðun væl fyri og hava ávíkavist 5 og 4,5 stig. [...] ógjørligt at gita sær til. 2. deild og 3. deild Í aðru deild varð bert tann eini dysturin hetta vikuskifti. Runavíkingar tóku móti Havnini 3, og úrslitið varð 3-1 til heimaliðið, og við hesum úrslitið eru runavíkingar