Nostalgi

   

Tór Verland Johansen
?????????????????????

Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Segði annars gomlu Norrønu farvæl á jólum í fjør. Silgdi upp í december 2002 og niður aftur til Danmarkar januar 2003. Visti tá, at eg ongantíð aftur skuldi sigla við hesum skipi, sum síðan 1983 hevði lagt lunnarnar undir nógvar góðar summar- og jólaferiur hjá mær.
Hóast eg, eins og nógv onnur, var sera spentur at síggja og royna ta nýggju Norrønu, kundi tað tó ikki forða fyri kensluna av sorgblídni, nú allar seinastu ferð við góðu gomlu Norrønu var komin at enda.
Nýggja Norrøna kom og tók nærum allar føroyingar á bóli. Men eftir at langt yvir 100.000 ferðandi høvdu upplivað ta stásiligu Norrønu við øllum hennara nýmótans hentleikum, hendi tað sum ikki mátti henda. Ella kanska rættari, tað hendi tað, sum nógv høvdu sagt fór at henda fyrr ella seinni orsakað tey torføru atløguviðurskiftini í Tórshavnar havn. Nýggja 36.000 bruttoregistartons stóra Norrøna bleiv tikin av einum óvæntaðum æli og fekk stóran skaða.
Brádliga sýntist alt so vónleyst. Hvussu skuldi tað nú mala runt? Var hetta byrjanin til endan?
Ein skuldi trúð, at gamla Norrøna bert lá og bíðaði eftir møguleikanum. Sum lá hon í Keypmannahavn og smíltist, meðan royndirnar at selja hana ikki góvu úrslit. Var tað tilvild ella lagna? Ella kanska bara eydnan? Í øllum førum sýntist tað sum at gamla Norrøna, eins og ein eldri fótbóltsleikari á beinkinum, eygleiðir tann nýggja, unga og skjóta framherjan, lá og hugsaði "Bíði tit bara, eg skal nokk fáa kjansin". Og kjansin fekk hon at traðka til og vísa sítt virði. Eitt virði sum, vegna óhappið, kanska kann fara at viga upp í móti tí møguliga tapi, ið Smyril-Line hevur haft av, at hon ikki bleiv seld beinanvegin.
Tað var tískil nokkso hugaligt at fyristilla mær, at eg, eftir eina langa jólaferiu, skuldi sigla niður til Danmarkar við henni einaferð afturat. Sjálvandi var orsøkin til tess syrgilig, men mitt í øllum tí syrgiliga gleddi eg meg til hesa nostalgisku og óveruligu ferð. Eitt deja vu lá fyri framman.
Tá eg keypti ferðaseðilin á middegi 22. januar, fekk eg at vita, at Norrøna fór ikki at vera á Havnini sum ætlað klokkan 20:30, men fyrst kom klokkan 24:00. Eitt sindur løgið tonkti eg, men sum ein av kokkunum greiddi mær frá dagin eftir, meðan hann sat og slappaði av við einum kaffimunni í einum av reyðu rundu stólunum í resturatiónini, so høvdu teir tíggju mánaðirnir við bryggjuna í Keypmannahavn ikki verið ein fyrimunur fyri botnin. Hann var nevnliga grógvin til av tara og igilskerum. Mótstøðan móti sjógvinum var sostatt nógvar ferðir størri enn um botnurin hevði verið slættur. Tískil kundi hon ikki skjóta meir enn eini 16 til 17 knob.
Tað var tó ikki bert tarin og annað livandi, ið hevði skyldina fyri hesari hóvligu ferð. Ein maskinmeistari, sum segði seg ikki hava fingið blund í 24 tímar, fortaldi, at full orka ikki kundi koyrast á maskinaríið, nú tað hevði ligið stilt so leingi. Tað skuldi líkasum koyrast til, tí tað var jú eisini nakað slitið eftir 30 ára tænastu. Hann helt annars, at um hugsað varð um aldurin, so var skipið sum heild í góðum standi og hevði tað gott. Og onnur vóru samd við honum.
Ein av kvinnunum, ið arbeiddi í kafeteriuni og sum hevði arbeitt umborð í nógv ár, helt fyri, at hóast alt kanska ikki var eins smart og nýmótans sum á tí nýggju Norrønu, so fungeraði tað heila sum tað skuldi. Hon legði tó afturat, at gamla Norrøna var heilt ótrúliga skitin, nú tá tey komu umborð. Tískil høvdu starvsfólkini arbeitt nærum døgnið runt við at rudda, vaska og gera klárt at taka skipið í nýtslu aftur.
Eg kundi bert staðfesta at stríðið hevði givið úrslit. Gamla Norrøna hevði fingið ein ordans umgang og var rein og noslig allastaðni. Eisini var alt sum tað plagdi at vera í "gomlum døgum". Ella næstan alt. Har, sum kvinnur og menn plagdu at keypa tollfrítt luktilsi og annað gott, var heilt tómt. Ja, sokallaði ?Parfumehandilin? líktist nærmast einum spegilssali. Heldur ikki var ein einasta blinkandi og bibbandi spæliautomat umborð. Tað var tískil kvirt sum í grøvini, bert merkini sóust á bláa teppinum. Heldur ikki bankin við síðunar av informatiónini var opin á ferðini, hóast skeltið við orðinum "Bank" enn hekk uppi yvir lítlu glaslúkuni.
Í mun til nýggju Norrønu við sínum kanska túsund sjónvørpum, so borðreiddi gamla Norrøna bert við tveimum flimrikassum í kaffeteriini. Og tað var - eins og vanligt - bert nakað at síggja, tá skipið var nóg nær landi. Hetlendskt, svenskt og norskt í brotum. Møguliga var tað hesum fyri at takka, at tey 60 ferðafólkini sóust nógv meira enn kanska 600 koyggjuhyggjandi ferðandi høvdu gjørt tað, um tað var tann nýggja Norrøna.
Eisini vóru aðrir munir. Eitt nú livdi spæliplássið á gomlu Norrønu rættuliga upp til sítt navn: Spælipláss. Við øllum teim gulu, reyðu og bláu plastikkúlunum sum hoyra til. Hóast gamla Norrøna er tríggjar ferðir minni enn tann nýggja, so er tað kanska einki yvirdrívilsi at siga, at spælaplássið hjá børnum er tríggjar ferðir størri enn lítla frímerkið á tí nýggju Norrønu. Men tað eru kanska prioriteringarnar, sum eru orsøkin til tess. Í øllum førum hevur gamla Norrøna als ikki sama pláss á sínum 21 metra breiða bildekki sum tann nýggja við sínum 30 metrum. Og tað sást eisini. Hóast kreppu í alivinnuni og annað tílíkt, so var bildekkið á hesari ferð til Danmarkar proppandi fult av trailarum og bilum.
Eisini koyggjukamarið var sum tað plagdi. Gamaní, eingin modernað blá flip-over sofa sum á tí nýggju Norrønu, men á toilettinum við flisagólvinum var heitt vatn í brúsuni og lítla lux-hondsápan lá við vaskið. Og við einari góðari bók gingu tímarnir sína stillu gongd.
Eitt sindur áðrenn klokkan 17 leygarkvøldið sóust ljósini í Hanstholm fyri framman. Fólk og viðføri byrjaði at fylkjast uttan fyri informatiónina. Enn einaferð hevði eg silgt fyri seinastu ferð við góðu gomlu Norrønu. Og enn einaferð var tað við eitt sindur av sorgblídni at vita sær, at hetta var allar seinastu ferð við hesum skipi. Ein sera hugnalig og nostalgisk ferð.
Tá Norrøna legði at í Hanstholm var myrkt og kalt. Heilt ólukksáliga kalt. Til alla lukku hevði eg fingið eitt lift við einum suðuroyingi, sum skuldi niður aftur til Billund at smíða hús. Hansara Chevrolet við teim breiðu dekkunum lá væl á glerstoytta vegnum, og í tí djúpa og breiða setrinum sat eg og legði oyra til amerikanskan rokktónleik frá 80?inum, sum hartspælandi surround anleggið dunkaði út. Og tá var tað, at eg kom at hugsað um tað, sum miðaldrandi kvinnan í tollfría handlinum við einum brosi svaraði mær, tá eg spurdi, hvussu tað føldist aftur at arbeiða umborð á gomlu Norrønu:
- Tað er næstan sum at vera ung aftur.