Søgan í stuttum aftanfyri O. C. Joensen á Oyri

- Navnið O. C. Joensen hevur sín uppruna hjá abba mínum, Ole Christian Joensen, sum var bóndasonur av Oyri, og sum sjálvur eisini var bóndi. Men tað virksemi, sum hann byrjaði fyri eini 100 árum síðani, kann á ongan hátt samanberast við tað virksemi, sum upp ígjøgnum tíðirnar spurdist burtur úr. Men navnið hevur hingið eftir – og gjørdi tað framvegis, nú meirilutin í O. C. Holding varð seldur, sigur Edmund Joensen, sum í stuttum greiðir frá tí virksemi, sum hevur verið á Oyri upp ígjøgnum árini

Afturhvarv

Nú P/F Thor í Hósvík hevur keypt 60% av felagnum O. C. Holding á Oyri, kundi verið áhugavert í stuttum at hugt at søguni aftanfyri gamla felagið á Oyri.
Meðan Thor byrjaði sítt virksemi í smáum tíðliga í nítiárunum, og í dag hevur eini 400-500 fólk í starvi, hevur gamla navnið O.C. Joensen røtur langt afturi í tíðini.
Tað eru kanska eini 100 ár síðan, at abbin til tey fimm systkini, sum seinastu mongu árini hava staðið aftanfyri virksemið í Oyri, fór undir virksemi, sum seinni í tíðini vaks seg rættiliga stórt.

Bóndasonur slóðaði
Sosialurin hevur spurt Edmund Joensen, sum í nógv ár var stjóri og nevndarformaður í felagnum, um søguna aftanfyri virksemið.
Vit hittu hann í telefonini í gjár, tá ið hann var í Danmark. Hetta er tískil ikki nøkur neyv lýsing, men bert eitt "strok" um tað virksemi, ið seinni gjørdist til tað, sum mong seinnu kendu tað.
- Navnið O. C. Joensen hevur sín uppruna hjá abba mínum, Ole Christian Joensen, sum var bóndasonur av Oyri, og sum sjálvur eisini var bóndi. Men tað virksemi, sum hann byrjaði fyri eini 100 árum síðan, kann á ongan hátt samanberast við tað virksemi, sum upp ígjøgnum tíðirnar spurdist burtur úr. Men navnið hevur hingið eftir – og gjørdi tað framvegis, nú meirilutin av O. C. Holding varð seldur á aðrar hendur.
Edmund sigur, at abbi hansara hevði handilsloyvi og lítlan handil í bygdini – ein sonevndan "klovahandil", ið fyrst og fremst seldi neyðsynjarvørur.

Sildavirksemi
Synir Ole Christian Joensen, Poul og Jógvan Joensen, førdu síðan navnið víðari sum firma O. C. Joensen. Teir høvdu handil við fjølbroyttum úrvali, har teir seldu alt millum himmal og jørð - heilt frá matvørum til eitt nú timbur og olju.
Teir høvdu líkasum heilsøluvirksemi.
- Tá ið eg var ungur, keyptu teir fjarðasild, bæði frá bátum í Sundalagnum og av Skálafjørðinum, tá ið sild stóð á firðum og sundum. Hetta var ein lutfalsliga stór vinna eftir tátíðar mátistokki.
Í fimtiárunum fóru teir so eisini at keypa havsild, og í hesum sambandi leigaðu teir gjøgnum árini fleiri ymisk skip til garnaveiði.
- Sildin varð løgd upp á Oyri, og um veturin varð hon tikin uppaftur úr tunnunum, skild í støddir og eftir góðsku, vigað og síðan pakkað av nýggjum til útflutnings.
Edmund sigur, at umframt at leiga skip til sildaveiði í vertíðini, keypti felagið eisini skip, eitt nú Agnas Louise, ið einaferð gjørdist partur av valorrustu.
- Í vertíðini var hetta ein rættiliga stór vinna eftir tátíðar mátistokki – og eisini, tá ið sildin skuldi pakkast av nýggjum og avskipast.
Eini tvey ár, áðrenn norðhavssildin helt uppat í 1967, keypti felagið eisini Poppy.
Tá ið eingin sild var at fáa meira, fór Poppy at føra sand, sum báturin tók upp við grabba, og Edmund minnist onkra buldrasliga ferð heilt suður til Suðuroyar við sandi.

Skeljaveiðan
Móti endanum av sekstiárunum fóru oyrarmenn at fyrireika seg til skeljaveiði, sum skuldi gerast ein týðandi partur av virksemi felagsins – og er tað enn í dag heili 36-37 ár seinni.
Edmund sigur, at teir fóru niður til Hetlands at kunna seg um hesa veiði og framleiðslu, og Poppy varð riggaður til har niðri við dreggum og øllum, sum hoyrir til hesa veiði.
- Vit fingu stóra hjálp frá Sofusi Poulsen, sum longu tá var okkara umboðsmaður í Aberdeen. Hann var ein góður maður at hava har niðri. Sofus hjálpti okkum at fáa fatur á reiðskapi í Skotlandi, og tá ið skipið kom heimaftur til Føroya, var klárt at loysa og fara á royndarveiði.
Í Hetlandi veiddu og virkaðu teir mest eina størri skel enn okkara jákupsskel, men teirra virksemi var ógvuliga primitivt, eins og tað í byrjanini eisini var í Føroyum.
Aftrat sær til hjálpar at fáa eina skeljavinnu á føtur í Føroyum, hevði O. C. Joensen eisini ein dana, Benny Jensen, sum hevði skil fyri dygd. Hesin var eisini við í USA fyri at kunna seg um dygd-og marknaðarviðurskifti.
Edmund heldur seg minnast, at Poppy var klár at fara á skeljaveiði 1. desember í 1970.
- Eg hevði eingi pappírir, men var virkandi skipari umborð á Poppy á skeljaveiði. Flaggskipari var eingin annar enn Júst í Túni. Eg minnist, at vit løgdu at á Toftagjógv eftir honum. Tá ið vit bóðu hann koma við, helt Júst fyri, at hann hevði roynt so mangt undarligt í lívinum, at hann tað sama kundi royna hetta eisini.
Sum frá leið fóru fleiri skip á skeljaveiði og løgdu veiðina upp á Oyri.
Sjálvur sigldi Edmund av og á í eini 10-12 ár tilsamans, og hesi árini var hann umborð á fleiri ymiskum skipum, ofta sum motorpassari.
-. Eg vil siga, at í fyritøkuni O. C. Joensen havi eg tey flestu árini meira verið tann praktiski handilsmaðurin, sum hann tekur til.
Men Edmund hevur eisini fingist við aling í nógv ár, bæði saman við Júst í Túni, Andriasi Reinert og Jákupi Sverra Joensen.

Stovnaðu partafelag
Í umleið 1980 varð firmaið O. C. Joensen gjørt um til partafelag, og tá bygdi felagið eisini nýtt skeljavirki og keypti hekkutrolaran Norðheim til hesa veiði.
- Tað var ein stórur fyrimunur at fáa Norðheim, sum tekur 55 tons hvønn túrin og kann – um fiskiskapurin er góður – landa einaferð um døgnið. Skipið hevur eisini skiljimaskinu, og hóast skipanin við dregginum alla tíðina hevur verið hin sama, er dreggið nógv størri í dag, enn tá ið vit byrjaðu í sínari tíð.
Edmund sigur, at skeljavirkið virkar eini 4.000 av skeljum um árið.
- Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skelin roynist til fiti og dygdar, men vit plaga at siga, at eini 10% av veiðini er kjøt, sigur hann.

Rækjuvirksemi
Rækjuvirkið á Oyri byrjaði at keypa rækjur í 1986, og fyri einum ári síðan helt framleiðslan uppat. Soleiðis virkaðu tey rækjur til útflutnings á Oyri í tilsamans 20 ár – í hesum umfari.
Tá ið meginparturin av føroyska rækjuskipaflotanum fór av knóranum, gjørdist einki hjá rækjuvirkinum á Oyri, tí skulu rækjur úr eitt nú Grønlandi og Kanada arbeiðast á virkinum, skal verjutollur rindast til ES, tá ið lidna vøran verður seld.
- Marginalarnir í hesi vinnu eru so mikið smáir, at slík vinna verður ikki lønandi undir verandi umstøðum, sigur Edmund.
Hann heldur tað vera harmiligt, at rækjuvirksemið á Oyri skuldi halda uppat, samstundis sum hópur av rækjum verða veiddar í eitt nú Grønlandi og Kanada.
- Tað hava ongantíð verið fiskaðar so nógvar rækjur í Norðuratlantshavi sum í løtuni, og ongantíð hava fleiri pilkaðar rækjur verið seldar. Kortini ber ikki til við teimum tollviðurskiftum, vit hava, at skapa lønandi vinnu her heima, sigur hann.
Edmund Joensen vísir á, at tá ið vit selja uppruna rækjur, t.v.s. rækjur, sum verða veiddar undir føroyskum flaggi, kunnu hesar seljast tollfrítt til ES. Haraftrat kemur, at vit við kummuleringsavtaluni eisini kunnu keypa, virka og selja íslendskar og norskar rækjur sum føroyskar.
- Men tað er í Grønlandi og Kanada, at tær stóru nøgdirnar verða veiddar, og har sleppa vit ikki undan tollinum, leggur hann aftrat.